Bert nøkur fá orð um mína kæru móður, Hanna Justinussen, Leirvík.
Mamma var dóttur Kolbjørmu og Jens Clementsen á Sandi. Har sleit hon sínar barnaskógvar. Var næstelst av fimm systkjum. Var sjálv tvíburi, hin doyði beint eftir føðingina.
Mamma og babba møttust í Íslandi og gingu í hjúnalag 12. februar í 1950.
Tey settu búgv úti á Egg, og búleikaðust har alt teirra lív, líka til mamma fór á Giljagarð seinasta summar. Tey vóru so sera góð við hana. Henni dámdi eisini so væl har. Sum eitt av røktarfólkunum segði: »Tað er so gott at hava mammu tína her, tí hon er altíð so glað og setur lív í við sínum glaða lyndi.
Eg vil lýsa mammu við trimum orðum: Trúføst, blíð og hevði eitt hjarta av gulli.
Mínir tankar leita heilt aftur til míni barnaár. Minnist teg sum eina sterka kvinnu, og alt tað góða, tú gjørdi fyri meg og míni systkin. Og vit vóru ikki so fá, heili níggju í tali. Mangan havi eg hugsað, hvussu í allari víðu verð, tú kláraði tað. Tíðirnar vóru ikki, sum tær eru í dag, bara at trýsta á ein knøtt. Nei, alt skuldi gerast við hond.
Tey fystu árini uttan ravmagn, við kolkomfýri, vaska klæði við hond, bert Valor ovn at hita húsið við, einki wc, bert ein bukka, sum stóð úti í kolhúsinum, har vit goymdu kol til veturin. Tað vóru tíðir, sum kravdu sterkar kvinnur.
Mamma hevði eitt stórt hjarta og eitt ljóst og lætt sinni, sang nógv og var takksom fyri lívið.
Hóast tað mangan var strævið, tí mamma var gift við einum skipara, sum var á sjónum tað mesta av tíðini, skuldi hon vera bæði faðir og móður fyri okkum.
Minnist serliga, tá vit skuldu til songar. Eg og Jens bróðir sluppu at sova undir hvør sínari lið á mammu, og vit skuldu skiftast um at biðja Faðir vár. Har var trygt undir móður lið.
Signaði okkum á morgunstund
Faðir vár lærdi til náttarblund
og legði oss trygt at sova.
Var tær enn smátt um hendur títt
tú fekst tað lítla so sundurbýtt,
at altíð var breyð í kova.
Mamma hevði nógvar munnar at metta, men vit fóru ongantíð svong til songar. Alt var jú heimagjørt, bakaði breyð og køkur. Minnist eisini aftur á tíðir, har vit sum børn veiddu seið við tráðu inni á keiini. Heim við fonginum, so skuldi skrædlast og gerast til, og antin stóðu seiðafrikadellu ella seiðaknettir á borðinum sama dag.
Tað kundi verið skrivað so nógv um mammu. Hon var sera rættvís, gjørdi ongantíð mannamun, um tað var høgur ella lágur. Tosaði ongantíð ilt um nakran. Gævi tað vóru fleiri sum tú, mamma, so hevði heimurin sæð annarleiðis út í dag. Siteri úr yrking til mammu á 70 ára degnum:
Tú fostrað hevur ein stóran flokk,
synir seks sog døtur tríggjar.
Vit koma tær ikki upp til kníggja,
men upp til tín síggja.
Aldri tú gramt teg hevur,
men altíð líka nógv gevur.
Aldri mannamun ger,
hvørt av børnunum tað so er.
Eisini vart tú so góð við títt avkom, okkum børnini, og ikki at gloyma ommu- og langommubørnini, tey elskaðu eisini teg, mamma. Sum ein ommudóttur tók til, nú tú var farin, at hon hevði bara hug at gráta, hvørja ferð, hon gekk út á Egg, tí eingin sat framman fyri køksvindeyganum og veittraði sum tú plagdi, og bað hana koma innar.
Hesi minningarorð vildu verið ófullkomin, um ikki babba varð nevndur. Tit bæði hava klárað tykkum væl, uttan hjálp frá øðrum. Tit hava staðið saman í viðgongd og mótgongd.
Lagnan hevur verið hørð til tíðir, men tit hava við Guds hjálp klárað skerini. Og hevur tykkara andaliga heim verið í salinum í Hebron, har mamma mangan fann hvíld frá tí dagliga strevinum. Hon gleddi seg serliga til sunnudagsmøtini, tí hon elskaði at syngja.
Góða mamma, nú sólin aftur er farin at skína á Kráartanga og sólarkaffi hevur verið, bygdin er við at lata seg í várbúna og bygdarfólkið er so smátt farið at gleða seg til tey vøkru sólseturkvøldini, nú er tín sól sett fyri seinastu ferð, góða mamma, og tín vakra sangrødd er tagnað her.
Barnaheimið úti á Egg stendur tómt. Men vit, sum eftir sita, hava bert ljós og góð minni um eina kærleiksfulla móður.
Góða mamma, vit skulu passa væl upp á babba, tí eg veit, at honum leingist so sáran eftir tær. Tit vóru so góð við hvørt annað.
Tøkk fyri alt, góða mamma.
-----
Esther