Minningarorð um frænda mín

xMong vóru minnini sum leitaðu fram í hugan, nú tá eg frætti, at frændi mín Joen Pauli Hammer var fluttur heim til Harran.
Pauli var elstur av níggju systkinum, og byrjaði sum siður var í stórum familjum, at taka lut í øllum fyrifallandi arbeiði. Líka frá tí eg var smádrongur minnist eg Paula sum mín kærasti frændi.
Undir seinna heimsbardaga, tá nógv skip frá Føroyum sigldu við fiski til Bretlands, sigldi Pauli við »Marshal« frá Vági. Minnist eg sum 7-8 ára gamal, tá Pauli kom aftur heim eftir túr til England, at vit óvitarnir fingu góðgæti, sum ikki var so lætt at fáa hendur á tá.
Somuleiðis minnist eg, tá pápi mín, sum ofta var sjúkur, slapp at fylgjast við Paula tá leitað var eftir reka vesturi á Eiðinum í krígsárunum. Seinni tá eg var eldri, slapp eg ofta at vera við teimum beiggjunum Paula, Jensi og Johannesi, bæði eystanfyri eftir nátungum, og vestanfyri eftir fugli. Væl minnist eg tá farið var vestur undir bjørgini, og leitað var uppi í Fløttin undir ánni. Eg sum var lítið djarvur í bakkanum, dámdi best at halda meg nærri Jóhannesi, tí hann var so róligur. Pauli lá oftast útifyri í báti.
Trý seinastu árini, áðrenn eg flutti til Ísland, arbeiddu vit Pauli saman á Kolinum, Pauli var formaður í minuni, eg átti vørubil og koyrdi mennirnar til arbeiðis um morgunin og heim um kvøldið, arbeiddi eisini inni í minunum. Eg fór í huganum yvir, hvørjir mundi vera eftir á lívi av teimum, sum arbeiddu í Nýggjustovuminuni, og um eg ikki fari heilt skeivur eru tað ikki meiri enn 3-4 sum í dag eru á lívi.
Fyrstu ferð eg fór á sjógv var við hvalbiartrolaranum »Drátti« har Pauli var 2. stýrimaður. Pauli var ein av stóru eigarunum á trolaranum. Seinni vóru vit aftur saman til sjós, tað var við íslenska trolaranum »Hvalfelli« frá Reykjavík.
Seinast eg hitti Paula var fyri tveimum árum síðani, tá eg var heima og helt sjeyti ára føðingardag mín. Tá var Pauli so sjúkur, at ein kundi rokna við at hoyra boð um at hann var farin, nær tað kundi vera.
Tað var tung lagna, ið Pauli mátti bera í 37 ár. Í bestu manndómsárum at verða tikin og settur til síðis av sjúku sum ikki var møguleiki at lekja. Nú knapt 83 ára gamal var lívstráðurin slitin.
Tað var eitt, sum Pauli var klárur yvir. Hann átti vísan stað heima hjá Harranum sum hann hevði sett sítt álit á.
Konu hansara, Almu og børnunum, ja øllum hansara kæru senda vit Hemma okkara kærastu heilsur við bøn um at góður Guð styrki tykkum í sorg tykkara. Sorgin vendir til gleði, tá vit við ævigari vissu kunnu síggja, at okkara kæru eru farin til hin fagra æviga stað.

Niels J. Erlingsson
Akureyri