Allan Mørkøre hitti landsliðsfelagarnar aftur sunnudagin var tað greitt, at hann fyri síðstu ferð í hesum umfarinum hevur spælt fyri HB. Allan og felagið í Vestmannaoyggjunum hava undirskrivað sáttmála, sum [...] galdandi inntil árslok ár 2000, men HB hevur móti einari samsýning, sum sambært Poul Michelsen er undir eina fjórðings millión latið ein av týdningarmiklastu spælarunum hjá sær fara til Íslands. Allan Mørkøre
Hans Fróði Hansen hekk omanfyri risarnar í skotsku verjuni, smekkaði krúllin við tí flaksuta hárinum undir bóltin, ið sum skotin úr einum byrsumúla fór sendandi inn um stóra Neil Sullivan, ið stóð lamsligin [...] hevði lagt neyvt innfyri úr vinstru, ber illa til at ímynda sær. Tað er ein veruleiki, at sigurin var undir borðinum. Vit skulu sláa kalt vatn í blóðið, tí skotar vóru tannleysari, enn tað kundi roknast við [...] Mikkelsen tók sær av, og eina ferð tveitti málverjin seg eftir roynd frá Billy Dodds, men burtursæð frá hesum vóru teir púra vandaleysir. Fyrstu løtuna royndu teir at koma ígjøgnum, men tá tað ikki eydnaðist
avslátti. Tað ljóðar ótrúligt. Men tað er satt. Svenski frímerkjahandilin Holmgren Frimärken hevur í hesum døgum rættiliga útsølu av føroyskum frímerkjum. Keypir tú føroysk frímerki fyri í minsta lagi 500 [...] einaferð í sjeytiárunum hava sæð ein møguleika í at vinna skjótan pening við at leggja føroysk frímerki undir seg. Føroysku frímerkini vóru nýggj og forkunnug tá, og lætt var hjá samlarum at fáa fulla samling [...] Postverki Føroya enn einumhvørjum útlendskum »feilspekulanti«, sum hevur brent seg av at keypa inn undir seg. Og ivasamt man eisini vera, um tað fer at loysa seg hjá fyritøkum, sum senda nógvan post, at
uppsøgnini av einum álitisfólki hjá kabinustarvsfólkunum, var av annan dagin fyri, at roknskapurin hjá hesum kenda felagnum skuldi almannakunngerast fyri donskum og føroyskum tíðindafólki á einum hotelli í miðbýnum [...] yvirskotinum stavar frá sølu av flogførum. At yvirskotið ikki er størri kemst av, at felagið í fjør fór undir nógvar nýggjar rutur. Í miðal kostar tað eina tveysiffraða upphædd at byrja eina rutu fyrstu árini [...] SAS fleyg framman undan til henda kenda býin í Italia. Longu nú er stórur eftirspurningur eftir hesum ferðamálinum. Umleið 70 % av kapasitetinum er selt. Eisini til Athen er Maersk Air byrjað at flúgva
fara vit so at ferðast kring landið, sigur Anfinn Kallsberg. Sum nevnt verður ríkisfundur eisini undir vitjanini, og tað merkir, at grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt eisini kemur á [...] nevnt so kemur frúan hjá forsætismálaráðharranum, Lone Dybkjær, eisini til Føroya. Lone Dybkjær er í hesum døgum í valdysti fyri at endurvinna pláss sítt í ES-parlamentinum, so hon er ikki heilt ókend í Danmark
uppsøgnini av einum álitisfólki hjá kabinustarvsfólkunum, var av annan dagin fyri, at roknskapurin hjá hesum kenda felagnum skuldi almannakunngerast fyri donskum og føroyskum tíðindafólki á einum hotelli í miðbýnum [...] yvirskotinum stavar frá sølu av flogførum. At yvirskotið ikki er størri kemst av, at felagið í fjør fór undir nógvar nýggjar rutur. Í miðal kostar tað eina tveysiffraða upphædd at byrja eina rutu fyrstu árini [...] SAS fleyg framman undan til henda kenda býin í Italia. Longu nú er stórur eftirspurningur eftir hesum ferðamálinum. Umleið 70 % av kapasitetinum er selt. Eisini til Athen er Maersk Air byrjað at flúgva
ferðir. Men sigurin hjá Skála kom ikki í serliga stóran vanda (men einki skal takast fyri givið í hesum tíðum, nú Manchester United, 3. deild hjá ÍF og landsliðið hava skorað fleiri mál í yvirtíðini!), [...] fríspark mitt á GÍ hálvuni, sum varð lagt í høgra borð til Marius Joensen, og so setti Kaysten pannuna undir innleggið. Í tí seinna førinum lyfti Kaysten upp um Mortan Joensen í GÍ málinum, eftir at Agnar Højgaard [...] málverjan hjá hvalbingum, Lars Müller. Á hálva tímanum økti Albert Ari Thomassen, tá hann setti høvdið undir frísparks innlegg frá Kim Poulsen. Hvalbingar hava eitt ungt lið, og meðan vágamenn fara at stríðast
um fimmtíðina á morgni, var framvegis ljós undir lonini, har onnur stríddust við roknskapin. Gjaldstovan á alnótini Thomas Dam á Føroya Gjaldsstovu gjørdi undir framløguni eitt sindur burturúr spildurnýggjari [...] leggi landsroknskapin fram, segði hann til tess at vísa á, hvussu stórt arbeiði hevur ligið á láni í hesum høpi. Karsten Hansen ivaðist annars ikki í, at úrslitið hjá landskassanum í 1998 er hitt besta nakrantíð [...] bókað á hvørjum konti. Fíggjarnevndarformaðurin, Bjarni Djurholm var sjálvur annar politikari við undir framløguni. Hin politikarin, ið luttók, var Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum.
Í hesum sambandi verður skipað fyri eini almennari ráðstevnu um ymiskar krabbasjúkur, fyribyrging og viðgerð, sigur Jansy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrasystir hjá felagnum. Á ráðstevnuni fer eisini Jógvan [...] inum leygardagin 12. juni frá klokkan 10 til 17. Eisini fer Jan Dalberg, føroyskur lækni, sum er undir serútbúgving innan krabbasjúku at halda fyrilestur. Aðrir fyrilestrahaldarar verður úr Íslandi, Finnlandi
Í Føroyum verður í hesum døgum nógv tosað um at lækka skattin, og er tað nakað, ið vit øll vilja taka undir við. Tó mugu vit minnast til, at skulu vit varðveita eitt samfelag, ið kann geva eina nøktandi