Nyrup og Dybkjær á almenna vitjan

Danski forsætisráðharrin og frúan koma á almenna vitjan í Føroyum í døgunum 5. til 10. august. Umframt teir vanligu fundirnar, verður eisini pláss og tíð til nakrar útferðir, meðan gestirnir eru í Føroyum

Í døgunum 5. til 10. august koma donsku forsætisráðharrahjúnini Poul Nyrup Rasmussen og konan Lone Dybkjær á alenna vitjan í Føroyum.

Hetta almannakunngjørdi danska forsætismálaráðið fyrrapartin í gjár.

Forsætismálaráðharrin sigur í tíðindaskrivinum, at hjúnini gleða seg til at hitta føroyingar - bæði fólkið á gøtuni og føroyskar politikarar, og at tey ikki minst gleða seg til at sleppa at síggja tað stórslignu føroysku náttúruna, m. a. saman við Anfinni Kallsberg.

Løgmaður sigur við Sosialin, at skráin fyri túrin enn ikki er fastløgd, men tað arbeiðið fer í gongd nú.

? Men vitjanin er ein blandað arbeiðs- og almenn vitjan, so eg kundi hugsað mær, at tað fyrst verða teir fundir, sum plaga vera til vlíkar vitjanir, og aftaná fara vit so at ferðast kring landið, sigur Anfinn Kallsberg.

Sum nevnt verður ríkisfundur eisini undir vitjanini, og tað merkir, at grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt eisini kemur á vitjan.

Skráin fyri ríkisfundin er heldur ikki løgd, men hon kemur meir av sær sjálvum, sigur Anfinn Kallsberg.

? Vit plaga at taka tey mál upp, sum hava týdning og tað gera vit nokk eisini hesaferð.

Og hann væntar, at loysnin á marknatrætuni við bretar nokk eisini kemur upp at venda.

Danski forsætismálaráðharrin vísir í sínum tíðindaskrivið júst til hetta og hann leggur afturat, at loysnin á marknatrætuni vísir styrkina í samarbeiðinum millum ríkispartarnar.


Fyrsta almenna

vitjanin hjá frúuni

Sum nevnt so kemur frúan hjá forsætismálaráðharranum, Lone Dybkjær, eisini til Føroya.

Lone Dybkjær er í hesum døgum í valdysti fyri at endurvinna pláss sítt í ES-parlamentinum, so hon er ikki heilt ókend í Danmark.

Men hetta verður hennara fyrsta almenna vitjan í Føroyum, sum forsætisráðharrafrúa.

Tey bæði hava verið runt í mongum londum, men ikki í Føroyum, og tey gleða seg óført til vitjanina.