Landskassin metstórt yvirskot

Fyribils skulu føroyingar ikki vænta, at teir 31 túsundkrónuseðlarnir, hvør teirra hevur í yvirskoti í felagskassanum úti í Albert Hall, sleppa út at flagsa. Hóast almennu lønarhækkingarnar í vár, fegnaðist fíggjarmálaráðharrin yvir heildarmyndina. Hann helt, at tað hevði hepnast hampuliga væl at halda aftur

Høgni Mohr


Fyrrapartin í gjár varð landsroknskapurin fyri fíggjarárið 1998 lagdur fyri almenningin. Formliga framleggingin av rúgvismiklu roknskaparbókini við tí grøna kápulitinum fór fram í fíggjarmálastýrinum við Kvíggjartún á Argjum.

Tær 297 síðurnar bendu sambært brosandi fíggjarmálaráðharranum á, at føroyska fíggjarstýringin hevur verið væl úr hondum greidd; bæði fíggjarliga og umsitingarliga. Karsten Hansen staðfesti, at landsroknskapurin nú er ajourførdur, og at tað framyvir í størri mun enn áður fer at bera til a nýta roknskapin sum tað amboð hann er ætlaður at vera.


1,4 milliard í yvirskoti

? Eg havi verið fíggjarmálaráðharri síðan mai 1998, men hetta er triðju ferð eg leggi landsroknskapin fram, segði hann til tess at vísa á, hvussu stórt arbeiði hevur ligið á láni í hesum høpi.

Karsten Hansen ivaðist annars ikki í, at úrslitið hjá landskassanum í 1998 er hitt besta nakrantíð. Verða tær 900 milliónirnar, danir noyddust at lata føroyingum aftur eftir politisku gøluna í sambandi við bankamálið, ikki taldar við, er yvirskotið 471,5 milliónir krónur. Roknskaparliga telur henda stóra upphædd tó uppí heildarúrslitið, og fíggjarmálaráðharrin stendur sostatt við einum yvirskoti, ið er knappar 1,4 milliard krónur.


Umráðandi at

halda aftur

Fyribils skulu føroyingar ikki vænta, at teir 31 túsundkrónuseðlarnir, hvør teirra hevur í yvirskoti í felagskassanum úti í Albert Hall, fara út at flagsa fyrilitaleyst. Hóast almennu lønarhækkingarnar í vár, fegnaðist fíggjarmálaráðharrin yvir heildarmyndina. Hann helt, at tað hevði hepnast hampuliga væl at halda aftur.

Væntaðu luttakararnir á almennu framløguni ein floym av roknskaparligum frøðiheitum og fremmandaorðum, vóru teir á skeivum stað. Fíggjarmálaráðharrin var sum vant ítøkiligur í síni niðurstøðu

? Tað er umráðandi, at vit í góðum tíðum hava eina fíggjarlóg, ið gevur samsvarandi stórt yvirskot, segði hann stutt og greitt.

Karsten Hansen takkaði leiðslum og starvsfólki á gjaldstovuni og í fíggjarmálastýrinum fyri tað hann nevndi eitt dygdararbeiði. Hann mintist aftur á drúgvu lønarsamráðingarnar herfyri, og segði at tá hann sjálvur fór heim útlúgvaður um fimmtíðina á morgni, var framvegis ljós undir lonini, har onnur stríddust við roknskapin.


Gjaldstovan á alnótini

Thomas Dam á Føroya Gjaldsstovu gjørdi undir framløguni eitt sindur burturúr spildurnýggjari tænastu, stovnurin er farin at bjóða teimum við atgongd til teldualnótina. Heimasíðan hjá gjaldstovuni er farin at virka, og á henni ber m.a. til at skoða landsrokniskapin enn og meira nágreiniliga enn í tí grønu bókini.

Trýstir tú, www.gjaldstova.fo, er henda heimasíða eisini heima hjá tær. Á henni ber til, umframt at lesa landsroknskapin, at klikkja seg inn á almenna kontoyvirlitið. Her sæst, hvat virksemi verður bókað á hvørjum konti.

Fíggjarnevndarformaðurin, Bjarni Djurholm var sjálvur annar politikari við undir framløguni. Hin politikarin, ið luttók, var Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum.