Framtíðin sær ljós út

Maersk Air arbeiðir á einum stórum rutuneti, og filosofiin aftan fyri er, at felagið miðar eftir at arbeiða á nógvum marknaðum á egnum grundarlagi.

- Vit leggja ikki doyin á løtuvinning, men heldur á, hvat lønar seg í longdini, sigur Ole Dietz, ið legði roknskapin hjá felagnum fyri árið í fjør fram á tíðindafundi í Venesia í Italia síðsta fríggjamorgun

Turið Kjølbro


Kreppan í danska flogfelagnum Maersk Air, ið stóðst av uppsøgnini av einum álitisfólki hjá kabinustarvsfólkunum, var av annan dagin fyri, at roknskapurin hjá hesum kenda felagnum skuldi almannakunngerast fyri donskum og føroyskum tíðindafólki á einum hotelli í miðbýnum í Venesia seinasta fríggjamorgun. Formaðurin í stýrinum fyri felagið, Bjarne Hansen, byrjaði fundin við at vísa til tíðindaskrivið, ið varð sent út beint eftir, at kreppan varð loyst og verkfallið av. Ein liður í avtaluni, sum varð gjørd millum partarnar, var, at fleiri viðmerkingar verða ikki gjørdar til málið.

- Nú hyggja vit frameftir, sigur Bjarne Hansen.

Aðrir brotasjógvar hava eisini skolað í fyritøkuni, nógvar umleggingar hava verið og eru í hesi vinnuni, sum broytist skjótt, og nógv flogfeløg eru í kappingini um viðskiftafólkini. Men Maersk Air kann kortini ikki annað enn hyggja frameftir og skúgva annað til viks, ið darvar heildarmyndina. Úrslitið hjá Maersk Air í fjør var 137 milliónir krónur í yvirskoti. Meginparturin av yvirskotinum stavar frá sølu av flogførum. At yvirskotið ikki er størri kemst av, at felagið í fjør fór undir nógvar nýggjar rutur. Í miðal kostar tað eina tveysiffraða upphædd at byrja eina rutu fyrstu árini. Flúgvingin til Stockhólm gav dundrandi undirskot og varð steðgað.

- At ein slík ruta, sum vit høvdu góðar vónir til, vísir seg at geva so stórt undirskot, er harmiligt og tað rakar heildarmyndina, sigur Ole Dietz, stjóri í Maersk Air.

Síðani miðskeiðis í mars hevur Maersk Air flogið til Venesia hvønn dag. SAS fleyg framman undan til henda kenda býin í Italia. Longu nú er stórur eftirspurningur eftir hesum ferðamálinum. Umleið 70 % av kapasitetinum er selt. Eisini til Athen er Maersk Air byrjað at flúgva fyri stuttum, men har er áhugin eitt sindur minni. Aðrar spennandi rutur eru í umbúna.


Ikki løtuvinningur

Maersk Air er ein stór fyritøka við nógvum undirfeløgum og er ein samansettur handil, sum stjórin Ole Dietz tók til á tíðindafundinum seinasta fríggjamorgun. Felagið arbeiðir á einum stórum rutuneti, innan- og uttanríkis, og filosofiin aftan fyri er, at felagið miðar eftir at arbeiða á nógvum marknaðum á egnum grundarlagi.

- Vit leggja ikki doyin á løtuvinning, men heldur á, hvat lønar seg í longdini, sigur Ole Dietz.

Roknskapurin fyri árið í fjør vísir, at ein fittur vøkstur er í ferðafólkatalinum á uttanríkis- og chartertúrunum, men at restin, tað vil siga innanríkis- og tyrluflúgvingin eru í minking, serliga tann fyrra. Síðani brúgvin um Stórabelt varð liðug, er innanríkisflúgvingin minkað munandi, og Maersk Air ásannar hesa gongd og ætlar ikki at brúka stórvegis orku at fáa enn fleiri at flúgva innanríkis. Maersk Helikopter, sum er ein deild innan Maersk Air, hevur mist sáttmálan við Maersk Olie og Gas viðvíkjandi flogferðsluni í Norðsjónum. Tí er tann parturin av virkseminum hjá Maersk minkaður so nógv.

Eginognin hjá Maersk Air liggur um eina milliard krónur. Umleið 4000 fólk starvast hjá Maersk Air. Maersk Air hevur gjørt ein avtalu við flogfelagið SAS, ið inniber eitt tætt samstarv í nógvum viðurskiftum. Staklutir í avtaluni eru ikki almennir, men stjórin í Maersk upplýsir, at avtalan gagnar báðum pørtum, og at bæði feløgini við avtaluni vænta størri virksemi.


Íløgur

Maersk Air byrjaði at flúgva í 1970. Síðani 1981 hevur verið støðugur vøkstur í virkseminum, umsetninginum og ferðafólkatalinum hjá felagnum. Stórar íløgur eru gjørdar alla tíðina, og nógvar eru í umbúna.

- Vit hava bílagt níggju nýggj flogfør í ár, og tí rokna vit við einum lægri yvirskoti í ár. Vit leggja stóran dent á álit, góðsku, dygd og fatan. Brúkarin skal hava álit á tað vit bjóða honum. Vit leggja stóran dent á eitt gott umhvørvi, og umhvørvið er eisini í huga, tá ið vit bíleggja nýggj flogfør. Í dag eru ikki betri sløg av flogførum, enn tey vit hava bílagt, sigur Ole Dietz.

Flogførini talan er um, eru seks av slagnum Boeing 737-700 og trý av slagnum Canadair Regional Jet. Nýggju fløgførini kosta 2,6 milliardir krónur.