vikuna, tí hvørki pláss ella peningur er til meira. Venjingin er bert í ein tíma, so vit hava ikki tær bestu umstøðurnar at fyrireika okkum í, sigur Leivur. Tískil er tað gott hjá okkum at sleppa til Havnar [...] hjá føroyska bruttohópinum til Íslands er ein liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar, sum verða á Gotlandi seinni í ár. Somuleiðis kann sigast, at túrurin er eitt gott høvi hjá leikarunum at fáa pussað [...] til føroyameistarakappingina. Ungdómslandsliðið avstað í apríl Sum vit fyri kortum skrivaðu her í blaðnum, so er landsliðsarbeiðið í badminton rættuliga virkið. Í komandi mánaða fer føroyska ungdómslandsliðið
Argjum, so er hann kortini til arbeiðis, fíggjarmálaráðharrin -Eg ætli mær ikki at liggja á tí latu síðuni, og tí eru eg og onnur við mær eru til arbeiðis, hóast arbeiðsplássið er blokerað. Tað er nógv vit [...] gingin á møti, so leggur tú frá tær sum fíggjarmálaráðharri? -Tað er ikki mín persón hetta málið snýr seg um. Nú er verkfall, og tað er hesum loysast skal upp fyri. Um eg pakki saman loysir einki verkfall [...] dulsmál, at vit arbeiða fram ímóti at finna eina semju. Karsten Hansen er ikki ósamdur við løgmann, sum í Sosialinum í dag sigur, at her kann kortini blíva talan um ein drúgvan arbeiðssteðg, nú báðir partar
um hetta landið er so lítið, finnast nógvir fralíkir spælarar her, og tað er eitt sindur spell, at landsliðsvenjarin ikki nýtir sína tíð og sína orku at royna ungar evnaríkar leikarar. Her í Runavík til [...] í Hvalba, eru møguleikar norðanfyri nógv betri fyri at fáa góð úrslit. - Her á Runavíkar leiðuni er alt heilt øðrvísi. Felagið er stórt, vit hava tvey hundrað fólk íðkandi fótbólt í ymiskum deildum og [...] sæð Milan Cimburovic leika fótbólt kundu ivaleyst sagt, at hann er ein av teimum bestu útlendskum spælarum í Føroyum yvirhøvur. Og hetta er ikki løgið, um hugsað verður um tað støðið jugoslavin spældi fyrst
1584. Hetta íslendska »Nýja testamenti« Odds Gottskálkssonar, meta menn, er fyrsta bókin, sum er prentað á íslendskum, og sum enn er til skjals. Fyrsta glæman Í samrøðu segði Christian Matras, professari [...] Skriftmál okkara er ungt í mun til onnur, og tí hevði leiðin til at fáa Orð Guds á okkara máli eisini verið long. Vit skulu her bert vísa á nakrar mílasteinar á leiðini. Á donskum kom Nýggja Testamentið [...] øðrum málsliga, at tey kundu metast á leið sum sama málið. Og sum dømi um hetta kunnu vit hóskandi her vísa til tað kenda Jóh. 3.16. frá Odds umseting í 1540: »Því að svo elskaði Guð heiminn að hann gaf
verið fyri ákoyringum er eingin loyna. Hetta er ikki øðrvísi enn tað sum bæði Wyclif, Tyndale og Luther upplivdu. Men at føroyingar hava tikið hana til sín er ein sannroynd. Hon er til dagin í dag prentað [...] kenda útgávan ?King James Version? er í roynd og veru ein endurskoðað Tyndale týðing. Í søguligum baksýni má ásannast, at søgan um bíbliutýðing til europesik mál, er ein søga um mót, áhaldni, blóð, sveitta [...] heilagt mál her á landi. Tann fyrsta royndin at flyta tær heilagu skriftirnar yvir í føroyskt mál varð gjørd av prestinum Schrøter í 1814. Hann var tá einasti føroyingur ímillum prestarnar her á landi. Sælands
gav limunum í Starvsmannafelagnum ein miðal lønarvøkstur upp á 2,5%. Seinni er komið fram, at talan er um 2,1%. Men aftur her ber landsstýrismaðurin við fíggjarmálum prísin: »Semingsuppskotið legði í v [...] Tað er beinleiðis skeivt, tá Karsten Hansen, landsstýrismaður, sigur, at semingsuppskotið gav limunum í Starvsmannafelagnum ein lønarvøkstur upp á 3,5%. Og tað er eisini beinleiðis skeivt, tá hesin sami [...] einaferð enn. Karsten Hansen vil vera við, at hann kemur til ein 3,5% lønarvøkstur, ..."tí annað er uppií". Hvat er so hetta annað? Vit kunnu kaga í semingsuppskotið. Í grein 4 í semingsuppskotinum stendur:
Hetta, sum Høgni Hoydal hevur ført fram, er ørvitistos og uttanumtos, so tað stendur eftir. Og eg tori at siga, at hetta er beinleiðis ábyrgdaleyst og skaðiligt. So er tað sagt. Men eina minking av ríkiss [...] a ikki verður eitt mál í sær sjálvum. Í einari grein her í vikuni við heitinum ?Tann søguligi møguleikin? letur Høgni Hoydal okkum vita, at tað er nú, vit hava ein søguligan møguleika til at gerast fíggjarliga [...] óheftir av danska ríkisstuðulinum. Hann gevur lesaranum ta fatan, at møguleikin er søguligur og avmarkaður til tíðina her og nú. Men lat okkum hyggja eitt sindur nærri at hansara søguliga uppfatan. Hví
lesandi vóru væl umboðaði frammanfyri Christiansborg mikudagin. Lesnaður er fulltíðarstarv Tey lesandi førdu fram, at hægri lesnaður er tað sama sum eitt fulltíðarstarv, og tískil halda tey, at peningaligi [...] viðvíkjandi lestarstuðulinum als ikki verða góðtiknar, hvørki tá talan er um næmingar á studentaskúlum og øðrum miðnámsútbúgvingum ella tá talan er um lesandi á hægri lærustovnum. Lívsins skúli má góðtakast Nógv [...] Mótmælisgongan var skipað sum eitt samtak millum fleiri áhugabólkar hjá teim lesandi í Danmark. Talan er um feløg hjá lesandi heilt frá studenaskúlastøði til lesandi á hægri lærustovnunum. Millum feløgini
stjørnugongd á himnaboga- Tá settist mark ímillum var og er. Hetta markið ímillum var og er, - hvar er tað? Tað er eitt sera abstrakt hugtak. Her liggur helst størsta orsøkin til 2000 ræðsluna, - óttin [...] Alt burturkastið, ið liggur og rekst er ikki tespiligt á at líta. Hetta er ein stórur trupulleiki ella kanska rættari ein óvani, ið vit føringar hava, og her er neyðugt at broyta hugburð. Um tit fara [...] harðastir í Føroyum, rýmir tað til heitari lond.- Nei, ikki er tað av teirri orsøk, at tjaldrið fer av landinum. Orsøkin er heldur tann, at tjaldrið er heimsborgari. Tað vil royna sínar veingir og kennir týdningin
Sofia Asunción Clara er fødd í Chile, men hevur búð í Danmark síðani 1974. Hon hevur fleiri ferðir verið í Føroyum til Summartónar. Upptøkurnar á nýggju fløguni eru tiknar upp í Meksiko og Finnlandi. Á [...] hjá Jan Maegaard. Okkurt av hesum verkum hevur verið framført í Føroyum, tá harpuleikarin vitjaði her í sambandi við Summartónar. Øll verkini eru skrivað til Sofie Asunción Claro, sum hevur spælt harpu