3 av okkara fremstu badmintonleikarum fara í dag til Íslands at taka lut í stóru kappingini Pro Kennex Icelandic Open 1999. Kappingin verður á Akureyri um vikuskiftið, og er hetta ein tann størsta badmintonkappingin í Íslandi yvirhøvur.
Venja undir týskum landsliðsvenjara
Tá ið landsliðið kemur Akureyrar í dag, sleppa tey ikki at taka sær av løttum. Longu í kvøld skulu tey venja undir fyrrverandi týska landsliðsvenjaranum Gunther Huber.
Føroyska ferðalagið telur 15 fólk. Teir 13 leikararnir eru: Erland Poulsen, Ragnar Rasmussen, Absalon Eysturoy, Herman Eysturoy, Regin Hammer, Rani í Líð, Kim Jensen, Jørgen Enghamar, Ingun Hansen, Guðrun Jacobsen, Elsa Thorkildshøj, Gurið Poulsen og Annika Berg. Haraftrat eru so venjarin, Gunnar Mohr Gregoriussen, og ferðaleiðarin Jógvan Jacobsen við í ferðalagnum.
Túrurin hjá føroyska bruttohópinum til Íslands er ein liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar, sum verða á Gotlandi seinni í ár. Somuleiðis kann sigast, at túrurin er eitt gott høvi hjá leikarunum at fáa pussað formin, nú tað stundar til føroyameistarakappingina.
Ungdómslandsliðið avstað í apríl
Sum vit fyri kortum skrivaðu her í blaðnum, so er landsliðsarbeiðið í badminton rættuliga virkið. Í komandi mánaða fer føroyska ungdómslandsliðið til Flúðir í Íslandi, har liðið skal verða við í eini kapping í døgunum 17-18 apríl.
Landsliðsvenjarin Absalon Eysturoy arbeiðir í løtuni við einum bruttohópi upp á 25 ungfólk, men nøkur av hesum skulu so sílast frá, áðrenn farið verður til Íslands.
Tey 25 ungfólkini, sum eru í bruttohópinum, eru: Gentur 12-14 ár: Guðrun Poulsen VÍF, Fríða Næs VÍF, Una Nielsen VÍF, Elisabeth Petersen VÍF, Margith Djurhuus VÍF, Tórunn Andreasen VÍF, Elin Hansen HBF og Herbjørg Jøkladal ÍF. Dreingir 12-14 ár: Niclas Eysturoy HBF, Tummas Hans Rubeksen HBF, Gunnar Poulsen HBF, Jákup á Lakjuni ÍF, Ørvar Jacobsen ÍF, Atli Petersen ÍF og Karl Johan Djurhuus VÍF. Dreingir 14-16 ár: Hanus Eliasen ÍF, Jonhard Hansen ÍF, Leivur á Lakjuni ÍF, Dánial Vang ÍF, Aksel Poulsen HBF og Bjartur Lamhauge HBF. Gentur 16-18 ár: Hjørdis Klein HBF, Elisabeth Iversen HBF, Annbritt Jensen HBF og Bjørg Lamhauge HBF.
Íslandstúrurin hjá ungdómslandsliðnum er ein liður í fyrireikingunum til europameistaraskapin fyri juniorar í komandi ári, har ætlanin er, at føroyskir badmintonleikarar skulu verða við.
Ójavnt við venjingarnøgd
Ein av teimum ungu badmintonleikarunum, sum vónar at sleppa við til Íslands í næsta mánaða, er 15 ára gamli Leivur á Lakjuni úr Fuglafirði. Hann er ein av teimum mongu fuglfirðingunum, sum eru við í hópinum.
Leivur sigur, at í Fuglafirði venja tey bert badminton einaferð um vikuna, tí hvørki pláss ella peningur er til meira. Venjingin er bert í ein tíma, so vit hava ikki tær bestu umstøðurnar at fyrireika okkum í, sigur Leivur. Tískil er tað gott hjá okkum at sleppa til Havnar at venja í vikuskiftunum viðhvørt, sigur Leivur og leggur aftrat, at hann, sum nógvir av hinum fuglfirðingunum í hópinum, hevur fótbóltin framman fyri badminton, hóast honum dámar serstakliga væl at spæla badminton.