Høgni Hoydal sum so nógvir aðrir framfýsnir poltikkarar vil sjálvandi eisini sleppa at skriva søgu. At maðurin hevur ambitiónir, tað kunnu vit ikki siga hann ringan fyri, men hann má sjálvsagt ansa sær, at søguskrivingina ikki verður eitt mál í sær sjálvum.
Í einari grein her í vikuni við heitinum ?Tann søguligi møguleikin? letur Høgni Hoydal okkum vita, at tað er nú, vit hava ein søguligan møguleika til at gerast fíggjarliga óheftir av danska ríkisstuðulinum. Hann gevur lesaranum ta fatan, at møguleikin er søguligur og avmarkaður til tíðina her og nú. Men lat okkum hyggja eitt sindur nærri at hansara søguliga uppfatan.
Hví ikki longur brúka sunna fornuft?
Søguligi pástandurin hjá Høgna Hoydal er, at av tí at vit í 1998 guldu einar 900 mió. kr. í rentum og avdráttum, og ríkisstuðulin var um tað sama, so eru vit førir fyri at fíggja raksturin av føroyska samfelagnum við inntøkum, skaptum í føroyska samfelagnum. Onkur hevur kanska hug at siga ?hokus, pokus_? er tað so lætt, hví hava vit ikki so fyri langari tíð síðani tikið stigið?
Finnbogi Ísakson, sum tann royndi taktikkarin hann er, var tann fyrsti, sum undir einari fíggjarlógarviðgerð kom við hesum fantastiska roknistykki. Men nú hevur so Høgni Hoydal tikið hetta framaftur. Nokk so løgið, nú hann hevur mannað arbeiðsbólk til júst sama arbeiðið, at hann sum arbeiðsgevari hjá sama bólki, konkluderar upp á forhond.
Fyri 1999 sigur hann, at úrslitið verður á leið tað sama sum fyri 1998. Orsøkin er, at ein seria av lánsbrøvum fellur til gjaldingar við árslok upp á 570 mió. kr Men sambært somu fíggjarlóg, skulu 270 mió. kr. av hesum lánsbrøvum endurfíggjast, og tí skal talið 570 mió. kr. verða 300 mió. kr.
So koma tvey ár, sum ikki tæna søguliga møguleikanum hjá landsstýrismanninum, tí avlopið av ríkisstuðulinum aftaná rentur og avdráttir liggur um 600 mió. kr. Men tað koma nógv ár aftaná hesi..
Øll vita vit, at avtalan frá juni í fjør sigur, at føroyingar skulu ?bert? gjalda 323 mió. kr í rentum og avdráttum komandi 20 árini av skuldini til ríkiskassan.
So koma tvey ár, sum ikki tæna søguliga møguleikanum hjá landsstýrismanninum, tí avlopið av ríkisstuðulinum aftaná rentur og avdráttir liggur um 600 mió. kr. Men tað koma nógv ár aftaná hesi.
Tað er eitt sindur ørkymlandi at vita sær, at jú meira vit gjalda í rentum oog avdráttum (t.v.s. jú meira vit skylda) tess lættari verður tað at gerast fíggjarliga óheftir. Ja, skili tað hvør, ið vil.
Hetta er og verður ?hokus, pokus?
Lat okkum taka eitt annað dømi. Maður og kona hava bæði inntøku, men so umsíðir so kann konan einsamøll við sínari løn fíggja rentur og avdráttir av húsunum, meðan inntøkan hjá manninum fer til dagliga raksturin hjá húskinum. Um vit brúka Høgnasa teori, so skuldi vit kunna sagt, at nú nýtist teimum ikki longur inntøkurnar hjá konuni, tí maðurin klárar allar tær dagligu útreiðslurnar.
Men tað er bara so, at húsalánini eru ein veruleiki í nógv ár, og hvør veit kanska verður aftur neyðugt at hækka okkurt lán til viðlíkahald, keypa bil o.l. Um vit kundu stungið av frá lánunum, so hevði Høgni havt grein í sínum orðum, men tað hvørki kunna ella vilja vit.
Og løgið fer tað at verða, um ikki føroyska samfelagið aftur fer at hava brúk fyri lántøkum.
Øll sunn fornuft sigur, at mótsattu fortreytirnar áttu at verið munandi meira søguliga og realistiskar. Jú, minni vit skylda, jú, minni vit gjalda í rentum og avdráttum, tess fíggjarliga fræls eru vit.
Men Høgnasa teori er tann mótsatta, og tað kanska ger hana søguliga.
Vit kundu vent málið á høvdið og spurt, hvat nú um eingin ríkisstuðul var, og vit framhaldandi skulu gjalda hesa skuldina? Hana renna vit væl saktans ikki undan? Tá høvdu vit verið noyddir at farið beinleiðis inn á føroysku inntøkusíðuna á fíggjarlógini eftir hesum hundraðtals milliónum við teimum ræðuligu fylgjum, sum tað hevði ført við sær.
Ríkisstuðulin er ein innbygdur partur av landsins inntøkum. Hann fer í stóran mun til lønir o.l., og vit vita, at multiplikatoreffektin (samlaða ávirkanin av blokkinum) liggur uppá uml. 2,5. T.v.s. at taka vit 100 mió. kr. burtur av ríkisstuðulinum, so skulu vit finna 250 mió. kr. í tilsvarandi sparingum fyri at viga upp ímóti minkingini. Hvat nú við roknistykkinum?
Fotrtreyitirnar broytast, og samfelagið krevur broytingar.
Síðan sigur landsstýrismaðurin, at forrestin so hava vit ?ónormalar? umstøður beint nú við nógvum fiski, góðum prísi og lágari rentu. Ja, tað er rætt. Fíggjarlógin hevur í dag eitt yvirskot upp á einar 400 mió. kr. Hvat nú tá umstøðurnar broytast? Og vit vita, at tær fara at broytast. Havt hendir tá við yvirskotinum?
Men hesar ?ónormalu? umstøður eru ikki politiskt skaptar. Tær skyldast tveimum orsøkum. Fyrst og fremst náttúruni og marknaðinum. Hvørgum av hesum hava vit ávirkan á.
Hvar eru forrestin tey politisku tiltøkini til tess at satsa vinnupoltiskt? Meirinntøkurnar í samfelagnum í dag eiga vit poltikkarar hvørki lut ella deil í.
Heldur ikki nevnir landsstýrismaðurin við einum orði allar tær uppgávur, sum enn liggja á láni í samfelagnum fyri at fáa tað uppaftur á eitt nøkulunda rímiligt støði. Hvussu nógvar milliónir krónar kunnu ikki brúkast bara til at lyfta alt tænastustøðið upp til eitt vanligt norðurlendskt støði?
Hetta, sum Høgni Hoydal hevur ført fram, er ørvitistos og uttanumtos, so tað stendur eftir. Og eg tori at siga, at hetta er beinleiðis ábyrgdaleyst og skaðiligt. So er tað sagt.
Men eina minking av ríkisstuðuilinum tosa fleiri um eisini vit í Javnaðarflokkinum.
Javnaðarflokkurin hevur givið sítt boð uppá, hvussu ríkisstuðulin skal minkast. Hann skal minkast í takt við ein øking í okkara tjóðarinntøku. Ein vøkstur í okkara egnu framleiðslu. T.v.s. at so hvørt vit kunnu staðfesta, at føroyska samfelagið ber vøkstur við sær, so hvørt kunnu vit tosa um minking av ríkisstuðulinum, sum kann verða ein ávísur partur av hesum sama vøkstri.
Tað kann kanska tykjast løgið, at landsstýrismaðurin, sum hevur sett ein arbeiðsbólk til at útgreina øll hesi viðurskiftu, nú áðrenn bólkurin er liðugur konkluderar við sínum fantastiska úrsliti. Men uttan iva kemur arbeiðsbólurin við nøkrum, sum er eitt sindur meira kvalifiserað enn tað, sum landsstýrismaðurin diskar upp við.
Jóannes Eidesgaard.