Skriftmál okkara er ungt í mun til onnur, og tí hevði leiðin til at fáa Orð Guds á okkara máli eisini verið long. Vit skulu her bert vísa á nakrar mílasteinar á leiðini.
Á donskum kom Nýggja Testamentið fyrstu ferð út í 1524 og øll Bíblian í 1550. Á íslendskum kom Nýggja Testamentið í 1540 og Bíblian í 1584.
Hetta íslendska »Nýja testamenti« Odds Gottskálkssonar, meta menn, er fyrsta bókin, sum er prentað á íslendskum, og sum enn er til skjals.
Fyrsta glæman
Í samrøðu segði Christian Matras, professari, at tá í tíðini lógu føroyskt og íslendskt so nær hvørjum øðrum málsliga, at tey kundu metast á leið sum sama málið. Og sum dømi um hetta kunnu vit hóskandi her vísa til tað kenda Jóh. 3.16. frá Odds umseting í 1540:
»Því að svo elskaði Guð heiminn að hann gaf út sinn eingetinn son til Þess að allir Þeir á hann trúa fyrirfærust eigi, heldur að Þeir hafi eilíft líf.«
Og sama skriftstað soleiðis sum Victor umsetti tað eini 400 ár seinni:
»Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.«
Síðani tá vórðu royndir gjørdar at umseta bíbliupartar til føroyskt, so sum »Evangelium Sankta Matteusar« umsett av J. H. Schrøter í 1823.
Aðrir royndu eisini seinni, men í 1937 hendi tað, at tvær umsetingar av Nýggja Testamenti blivu fullførdar og komu út um somu tíð. Onnur av Victor Danielsen og hin av Jákup Dahl.
Fyrsta umsetingin.
Í 1939 hevði Victor umsett alla Bíbliuna til føroyskt, og var hon farin til prentingar í Oslo. Fyrsti rættlestur var avrikaður, men tá varð sambandið slitið av krígsávum, og so gjørdist einki meir.
Kríggið broytti so mangt, og m.a. eisini málið nakað, og tí hendi tað, at Victor tók sær aftur um reiggj at endurumseta alla Bíbliuna av nýggjum. Og hóast trot var á mongum vørum eisini eftir krígslok, eydnaðist tað Jens av Reyni, gjøgnum ein vinmann í Bretlandi, at útvega nóg mikið av indiapappíri, soleiðis at farast kundi undir prentingina av Bíbliuni í Føroyum.
Prentsmiðjan á Dagblaðnum fór undir prentingina við maskinum og tólum, sum av fakfólki varð dømd til at miseydnast¸men so varð ikki.
Í 1948 var bókin liðug prentað í 5000 eintøkum. Eitt bókbindarí í Edinburgh tók sær av at binda bókina inn , og tann 19. mars 1949 lógu so 20 eintøk av tí fyrstu Bíbliuni á borðinum. Hjástaddir vóru m.a. Andrew Sloan og Victor Danielsen. Victor signeraði tær flestu av bókunum, og handaði sínum hjálparmonnum tær við stórum takksemi til Harran, sum so trúfastur hevði staðið aftan fyri verkið.
Hin Føroyski Bíbliugrunnurin
Innsavningin av peningi til útgávuna av Bíbliuni byrjaði tann 1. september 1939 í samkomum og millum einstaklingar.
Tann 28. november 1948 varð Hin Føroyski Bíbliugrunnurin stovnaður og yvirtók innistandandi peningin, góðar 27.ooo kr., umframt prentaða tilfarið. Grunnurin er sjálveigandi stovnur við tí høvuðsendamáli at prenta og útgeva Bíbliuna ella partar av henni á føroyskum máli og øðrum málum við.
Bíbliuumsetarar.
Victor Danielsen ( 1894-1961) hevði frá ungum av alsk til móðurmálið og serstakt hegni til at lata skrivligu verk síni í ein lættfatiligan og livandi málbúnað - eina skaldsliga lind, sum kemur klárt til sjóndar í avrikum hansara bæði í bundnum og óbundnum máli. Sum sannur evangelistur, var tað honum umráðandi, at boðskapurin bleiv fataður av teim sum lósu og hoyrdu.
Flestu lond um okkara leiðir hava fleiri umsetingar av Bíbliuni. Og vit eru so heppin at hava tvær. Tann seinna kom í 1961. Nýggja Testamentið, Sálmarnar, Prædikarin og Orðtøkini, o. u. ein triðing av Bíbliuni, hevur Jákup Dahl (1878-1944) umsett, og hinar partarnar hevur Kristian Osvald Viderø (1906-1991) latið úr hondum.
Bíbliuútgávur.
Fyrst í 1970-unum varð Bíblian í umseting Victors endurskoðað; men bara nakrar fáar málsligar tillagingar vóru gjørdar.
Bíblian fæst í trimum vanligum støddum (lummastødd, meðal og stórari). Í 1987 varð ynskið frá eldri og sjónveikum gingið á møti, og bleiv Bíblian við stórari skrift prentað í 2000 eintøkum.
Í 1992 varð Nýggja Testamentið lisið inn á 15 ljóðbond, sum tað tekur góðar 20 tímar at lurta eftir.
Bíbliugrunnurin hevur higartil givið Bíbliuna út í umleið 44.000 eintøkum umframt ein hóp av Nýggja Testamentum.
Til seinast skal viðmerkjast, at Bíblian nú er skrivað á teldutøkan tekst, og verður um ikki so langa tíð at fáa á fløgu saman við umsetingum á øðrum málum eisini.
Í stórum takksemi yvir, at virksemið hevur eydnast so væl higartil, og at Harrin hevur kenst við verk sítt.
Tórshavn tann 18. mars 1999
Hin Føroyski Bíbliugrunnurin