Royna at finna loysn

Men tað er upp til semingsmenninar at kalla partarnar saman aftur

Jan Müller


Hóast hann ikki sleppur til arbeiðis í Fíggjarmálastýrinum á Argjum, so er hann kortini til arbeiðis, fíggjarmálaráðharrin

-Eg ætli mær ikki at liggja á tí latu síðuni, og tí eru eg og onnur við mær eru til arbeiðis, hóast arbeiðsplássið er blokerað. Tað er nógv vit kunnu gera uttan at vera í Fíggjarmálastýrinum sigur Karsten Hansen, sum vísir á, at líka síðani verkfallið byrjaði hevur man roynt at finna eina loysn.

-Fyrr ella seinni verður ein semja, og hon kann einsvæl vera fyrr enn seinni, og tað skal ikki verða nakað dulsmál, at vit arbeiða fram ímóti at finna eina semju.

Karsten Hansen er ikki ósamdur við løgmann, sum í Sosialinum í dag sigur, at her kann kortini blíva talan um ein drúgvan arbeiðssteðg, nú báðir partar søgdu nei til semingsuppskotið. -Men eg trúgvi framvegis uppá, at vit finna eina semju. Og fyri mína skuld kann hon einsvæl vera nú sum um eina viku.

Men fyrsta fyritreytin er so tann, at partarnir kunnu tosa saman.

-Men onkur má geva seg fyri at koma til eina semju?

-Tað er rætt, men tað má nú vera upp til semingsmenninar, hvat skal henda. Sjálvandi kunnu partarnir halda fram við at spæla fornermaðir, men tað tænir ongum endamáli.

Karsten Hansen heldur annars, at tølini, sum koma fram frá hinum partinum í miðlunum, eru burturvið og vísir á, at semingsuppskotið samanlagt gevur 3,5% um árið. -Tú fær so ongantíð tað fulla talið fyrsta árið leggur hann aftrat.

Karsten Hansen vísir annars á, at blokadan av Fíggjarmálastýrinum er ólóglig. -Tað er ólógligt at forða fólki í lógligum ørindum at fara til arbeiðis.

Fíggjarmálaráðharrin hevur tó ongar ætlanir um at senda løgregluna eftir blokadufólkunum.

-Tað hevur annars ljóðað, at tú skal hava sagt, at verða krøvini hjá Starvsmannafelagnum gingin á møti, so leggur tú frá tær sum fíggjarmálaráðharri?

-Tað er ikki mín persón hetta málið snýr seg um. Nú er verkfall, og tað er hesum loysast skal upp fyri. Um eg pakki saman loysir einki verkfall. Eg havi fingið eina uppgávu at røkja og ætli mær eisini at gera tað, sum eg haldi er rætt sigur Karsten Hansen.