Hørputónar

Plátufelagið Tut hevur givið út fløgu við harputónleikaranum Sofia Asunción Clara úr Chile

Sofia Asunción Clara er fødd í Chile, men hevur búð í Danmark síðani 1974. Hon hevur fleiri ferðir verið í Føroyum til Summartónar.

Upptøkurnar á nýggju fløguni eru tiknar upp í Meksiko og Finnlandi. Á fløguni eru 4 verk. Harpan hjá Kristian Blak. The Hand, Unveiled og Ophelia in the Garden hjá Lars Graugaard. Jeu Mosaïque, op.99 hjá Jan Maegaard.

Okkurt av hesum verkum hevur verið framført í Føroyum, tá harpuleikarin vitjaði her í sambandi við Summartónar.

Øll verkini eru skrivað til Sofie Asunción Claro, sum hevur spælt harpu á altjóða støði, síðani 1979.

Tutl hevur ætlanir um 3 klassiskar fløgur afturat í 1999