verður. Sambært fólkatingsvalinum verður Javnaðarflokkurin næstur. Men veljarakanningar síðani tá hava givið Fólkaflokkinum so mikið góðan viðburð, at hann tekur bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkin [...] og samband. Tjóðveldi kann ikki stuðla einum sambandsmanni til løgmann, og Sambandsflokkurin kann ikki velja ein tjóðveldismann til løgmann. Hitt alternativið er, at Fólkaflokkurin fær løgmann [...] Tjóðveldi stendur einsamalt við fullveldisætlanini. Hendan samgongan var óhugsandi við høvuðkambum, sum vóru. Men nýggj fólk eru ? so júst við at velja Jørgen Niclasen til løgmann, kann
arviðurskifti hjá landsstýrisfólki. Løgmaður kendi sær áneyðir mánadagin at senda út tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni, har hann í stórari yvirskrift segði, at »Landsstýrisfólk [...] hyggja, hvussu nógv tað sparir, um vit taka verandi manning í Tinganesi sum dømi: Løgmaður hevur longu vunnið sær fulla pensjón upp á 60 prosent av løgmanslønini frá tí hann fyllir 67 ár. Hann fær kortini [...] Kalsø, fyri Jørgen Niclasen, fyri Jacob Vestergaard, fyri Karsten Hansen og fyri Anniku Olsen – treytað av, at hon situr í landsstýrinum í eitt ár afturat. Løgmaður og hansara manning hava tryggjað sær
formaður Fólkafloksins, Thorstein Petersen, ið sum tann fyrsti longu í fýratiárunum tosaði um føroyskan landsbanka. Fólkaflokkurin var eisini partur av samgonguni, sum í 1978 bar lógina [...] fíggjarkervinum er ikki gott. Var tað gott, so hevði man gjørt tað í øðrum londum við. Hinvegin kann tað berast saman við eitt partafelag, har nevndarformaður og stjóri handla púra uttan [...] tað Landsbankin, sum stendur fyri skotum. Mikið politiskt stríð var upp gjøgnum sjeyti- og áttatiárini um at kjølfesta hendan stovnin, sum skal vera trygd og stýringsamboð soleiðis, at
lagt fram á ting í hesum valskeiðinum. Tað varð annars boðað frá í ólavsøkurøðu løgmans, at leiðslurnar á sjúkrahúsunum skuldu leggjast saman. Hetta er eisini viðgjørt í landsstýrinum, og [...] sambært Javnaðarflokkinum, sum í samtyktini leygardagin staðfestir, at sjúkrahúsverkið umfatar og skal umfata øll trý sjúkrahúsini. Men fyri at kunna varðveita og styrkja øll sjúkrahúsini, heldur [...] veð uppá, at ætlaðu broytingarnar við at leggja sjúkrahúsleiðslurnar saman ikki verða framdar í hesum valskeiðinum, og tað er eitt lyfti, sum hann ikki kann renna frá, og tí kunnu vit eisini
Dimmalættingar frá, at hansara blað frá í dag at rokna ger sum Sosialurin og krevur, at fult navn skal vera undir øllum lesarabrøvum. Hetta er alla æru vert, tí tað hoyrir ongastaðni heima, at [...] sum vit so mangan hava sæð í bløðunum fyrr og í Dimmalætting eisini seinastu 10 árini. Huldumannaskriving hoyrir ikki nútíðini til. Vit seta sera stóra æru í at prenta meiningar og hugsjónir hjá [...] vit á Sosialinum leggja stóran dent á. Vit vilja eggja og birta upp undir kjak, og tað hava vit m. a. eisini gjørt við kjaktorginum »Tinghelluni«, har serlig mál verða viðgjørd. Síðani blaðið flutti í
og Havnina. Men hetta man vera ein sannleiki við modifikatiónum, tí allarhelst er tað trupult at røkja tvey fulltíðar almenn størv sum tingmannastarv og borgarstjórastarv á Tvøroyri. Men tað [...] kanska serligar trupulleikar við at lata onnur fólk sleppa framat. Men allir politikarar hava varafólk, sum heldur enn fegin taka við sessinum, um tað so bara er fyri nakrar dagar. Okkurt bendir [...] at summi tingfólk himprast við at lata næsta fólk sleppa framat. Men tú fært ikki verið heilur allastaðni. Tí má ein maður sum Kristin Michelsen viðhvørt velja, hvar hann vil vera: Á tingi ella í
tey eru farin á húsagang. Søgur hava gingið um, at bæði Kaj Leo Johannesen og Jørgen Niclasen, sum eisini hevur verið virkin vinnulívsmaður, hava páført landskassanum tap gjøgnum virki [...] Hóast allir partafelagsroknskapir eru almennir, so eru búroknskapir ikki almennir. Ein búroknskapur er endaliga uppgerðin, tá eitt partafelag er farið á húsagang og likviderað [...] løgmaður, hví skuldu tíni partafeløg farið á húsagang, um tey svaraðu hvørjum sítt? Endamálið við hesi avdúking er ikki at leggja løgmann undir nakað kriminelt, tí tað er ikki kriminelt
hevur tað verið borið av mannamunni. Skriftmálið er í veruleikanum ein hóttan móti dialektum, tí eitt skriftmál einsrættar málið. Um vit bara lesa, so hvørva dialektirnar. Tað er kanska [...] sjálvandi skulu tey tað. Men útvarpið hitti eisini ein mann, sum hevði aðra hugsan. Hann »stóð av« (!!?) tá ið hann hoyrdi útvarpsmann av Eiði við síni fløtu eiðisdialekt greiða frá, at »Paal kom [...] hesi viðurskifti. Sjálvandi skulu allar dialektir verða eins góðar í øllum almennum høpi, bæði hjá leikum og lærdum. Og tað í fínasta lagi, at tíðindafólkini í útvarpinum og Rás2 nýta sítt egna
tingfólkatalið enn at lækka tinglønirnar. Tá slík uppskot, sum hetta, koma fram, so virkar tað sum um, at onkur vil velja onkran frá. Tað var væl skiljandi, at Gerhard Lognberg, sum útjaðarapolitikari [...] henda hátt? Og hvussu við javnstøðuni? Er veruliga nøkur matematisk hugsan aftanfyri, tá tingmannatalið skal skerjast til 25 ella 23? Vit halda tað ikki verða rætt at broyta hesi viðurskifti í tíð [...] verður tað uppaftur bíligari og effektivari við 15 ella 12 ella 9... Løgtingið hevur samtykt at endavenda øllum spurninginum um valskipanina, og herundir vælsaktans eisini spurninginum um, hvussu
monnum í Tinganesi. Tí hesir sjey garparnir í Tinganesi og tann eina kvinnan, tey fáa av sonnum ein skattalætta, sum merkist. Tey fáa tilsamans um 340.000 krónur í skattalætta um árið! Hetta [...] skattafríar krónur sínamillum í ár. Nú skulu vit verða tey síðstu at siga, at okkara politikarar fáa ov høga løn. Slakar 60.000 krónur til løgmann og slakar 50.000 krónur til ein landsstýrismann, tað [...] ur í Klaksvík fáa 13.500 krónur skattafrítt at koyra til Havnar fyri um mánaðin? Hví skal tað kosta meira hjá einum landsstýrismanni, enn hjá eini sjúkrasystir ella lærara ella arbeiðsmanni