Men Javnaðarflokkurin boðar nú við stórum stavum frá, at málið ikki verður lagt fram á ting í hesum valskeiðinum.
Tað varð annars boðað frá í ólavsøkurøðu løgmans, at leiðslurnar á sjúkrahúsunum skuldu leggjast saman. Hetta er eisini viðgjørt í landsstýrinum, og samtykt á landsstýrisfundi í apríl. Sambandsflokkurin hevur gjørt somu samtykt á landsfundi í Skopun í vár, so tí er tað kanska ikki so løgið, um onkur freistast til at halda, at málið er viðgjørt innanhýsis í samgonguni.
Men so er ikki – í øllum førum ikki sambært Javnaðarflokkinum, sum í samtyktini leygardagin staðfestir, at sjúkrahúsverkið umfatar og skal umfata øll trý sjúkrahúsini. Men fyri at kunna varðveita og styrkja øll sjúkrahúsini, heldur flokkurin tað verða neyðugt at fremja nakrar bygnaðarligar broytingar.
Og hesar broytingar heldur flokkurin eiga at verða »væl viðgjørdar og kjølfestar í álitisfullum samstarvi við leiðslur, starvsfólk og øll sum varða av hesum týdningarmiklu stovnum«.
Av tí at hetta tekur tíð, so sigur Javnaðarflokkurin nú, at málið verður IKKI lagt fram á ting í hesum valskeiðinum.
Hetta er so ein máti at sleppa undan tí eljustríði, sum flokkurin skuldi ígjøgnum, um hann veruliga ætlaði at fáa hetta málið framt. Tað sum tykist løgið er, at at eitt slíkt kontroversielt mál verður borið fram so stutt undan tveimum valum, tá flokkurin veit, at hetta er at leggja eina granat undir flokkin, og at gera tað beint upp undir tvey val, tað er alt annað enn smart.
Spurningurin er so bara, hví flokkurin arbeiðir soleiðis, ella um landsstýrisfólkini hjá flokkinum ikki tosa saman. Fyri veljaran er er slíkt ørkymlandi.
Niðurstøðan má tí vera, at Aksel V. Johannesen – við stuðli frá landsstevnu floksins – vann hetta stríðið við John Johannessen, sum varð settur upp á pláss ella tikin av ræði.
Javnaðarflokkurin hevur sett sítt trúvirðið í veð uppá, at ætlaðu broytingarnar við at leggja sjúkrahúsleiðslurnar saman ikki verða framdar í hesum valskeiðinum, og tað er eitt lyfti, sum hann ikki kann renna frá, og tí kunnu vit eisini staðfesta, at hesin parturin av ólavsøkurøðu løgmans ikki verður framdur.









