Tí um vit ikki gera okkara ávirkan galdandi, so kunnu vit heldur ikki vísa okkara misnøgd.
Hyggja vit í bakspegilin – og út frá honum meta um framtíðina, so verður tað ein sambandsløgmaður, sum fer at skipa samgongu. Um ikki, so ein javnaðarløgmaður ella fólkafloksløgmaður. Hesir flokkar eru teir einastu, sum eftir tey 18 løgtingsvalini hava skipað tær sekstan samgongurnar, vit hava havt síðani tá. 12 løgmenn hava verið, fimm sambandsmenn, fýra javanðarfólk og tríggir fólkafloksmenn.
Sambært øllum sólarmerkjum verður tað Sambandsflokkurin, sum dregur longsta stráið leygardagin. Ilt er at gita, hvør næstur verður. Sambært fólkatingsvalinum verður Javnaðarflokkurin næstur. Men veljarakanningar síðani tá hava givið Fólkaflokkinum so mikið góðan viðburð, at hann tekur bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkin.
Soleiðis kunnu vit siga, at Sambandsflokkurin hevur besta trumfin at fáa løgmann. Verður hann størstur, so er møguleikin enn meira upplagdur. Men alt veldst sjálvandi um, hvør samgonga verður skipað. Halda Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fram, so er tað so líka til ? um samgongan verður stuðlað við Sjálvstýrisflokki ella Framsókn.
Men um makrelsamgongan sá dagsins ljós sum landsstýrissamgonga millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, so kann væl hugsast, at Aksel Johannesen verður løgmaður sum eitt kompromis millum loysing og samband. Tjóðveldi kann ikki stuðla einum sambandsmanni til løgmann, og Sambandsflokkurin kann ikki velja ein tjóðveldismann til løgmann.
Hitt alternativið er, at Fólkaflokkurin fær løgmann í eini fullveldissamgongu ? sum helst verður ein »fullveldi-light« samgonga, tí Tjóðveldi stendur einsamalt við fullveldisætlanini. Hendan samgongan var óhugsandi við høvuðkambum, sum vóru. Men nýggj fólk eru ? so júst við at velja Jørgen Niclasen til løgmann, kann Tjóðveldi vinna tokka Fólkafloksins hesaferð ? stuðlaður av Sjálvstýri og Miðflokki.
Eins og áður, so fær Tjóðveldi heldur ikki løgmann hesaferð, og tí eru møguleikarnir tríggir: Kaj Leo Johannesen, Aksel V. Johannesen ella Jørgen Niclasen (ella Jacob Vestergaard?)