ODDAGREIN: Løgmaður sparir 0 krónur

Tá politikararar viðgera sínar egnu løn­ir, so eru tvey grundleggjandi við­ur­skifti, teir altíð hava í huga:

Um talan er um lønarbatar, so fevn­ir lógarbroytingin altíð um tey, sum nú eru í skipanini. Men er talan um løn­ar­lækk­ing ella eitthvørt, sum ikki er teim­um til fyrimunar, so verð­ur lóg­in galdandi fyri tey, sum verða vald næstu ferð.

Soleiðis er eisini við upp­skot­i­num hjá løg­­manni um broytt løn­ar- og eft­­i­r­løn­ar­við­ur­skifti hjá lands­­stýr­­is­­fólki.

Løgmaður kendi sær áneyðir mán­a­­dag­­in at senda út tíðindaskriv frá Løg­mans­skriv­stov­uni, har hann í stórari yvirskrift segði, at »Lands­stýr­is­fólk fáa verri sømdir«.

Tað sær sjálvandi ikki pent út, at løg­maður hækkar sína egnu løn 30 prosent, meðan hann ikki unn­ar pen­sjón­ist­unum neyðars 200 krón­ur í hækk­ing.

Men er tað nú rætt, at Kaj Leo Holm Jo­hannesen og hansara fólk í Tinga­nesi fáa verri sømdir? Løg­mað­ur stend­ur til at fáa eina klekki­liga løn­ar­hækk­ing úr 58.527 krón­um upp í 76.085 krónur. Tað er ein mun­ur upp á 17.558 krónur.

Løgmaður leggur miðlarnar und­ir ein­ans at vilja gera rámandi yv­ir­skrift­ir og ikki seta seg ordliga inn í upp­skotið, sum hevur stórar spar­ing­ar við sær, sigur løgmaður.

Men lat okkum hyggja, hvussu nógv tað sparir, um vit taka verandi mann­ing í Tinganesi sum dømi:

Løgmaður hevur longu vunnið sær fulla pensjón upp á 60 prosent av løg­mans­lønini frá tí hann fyllir 67 ár. Hann fær kortini lønarhækking upp á 17.558 krónur um mánðin. Spar­ing­in í pensjón til løgmann er 0 – skrivað NULL – krón­ur.

Tað sama er galdandi fyri Johan Dahl, fyri Bjørn Kalsø, fyri Jørgen Nicl­a­sen, fyri Jacob Vestergaard, fyri Kar­sten Hansen og fyri Anniku Ol­sen – treytað av, at hon situr í lands­stýrinum í eitt ár afturat.

Løgmaður og hansara mann­ing hava tryggj­að sær síni pen­sjóns­við­ur­skfiti,­ áðr­enn tey bera uppskot­ið nið­an í ting­ið. Lands­kass­in spar­ir ikki eina krónu í pensjónskrónum til hesi lands­stýr­is­fólk. Men tað kundi lands­kass­in gjørt, um løg­mað­ur hevði ver­ið fyrr á sjóv­ar­fall­i­num og bar uppskotið níðan í ting­ið longu í 2008, tá hann tók við sum løg­mað­ur. Upp­skotið lá klárt í skuffuni hjá hon­um, tá hann tók við. Og hann hev­ur síðani fingið tvey álit afturat.

So heldur enn at leggja miðanar undir at vera óseriøsar, so átti løg­mað­ur at av­greitt hetta málið á ein virð­i­lig­an hátt.