eftirløn og trygging. Alt hetta á sama hátt sum aðrir starvsbólkar. Og tá kommunan nú fyri stuttum avgjørdi, at dagrøktarar skulu fáa løn fyri at ansa egnum børnum, var tað í veruleikanum okkara uppskot - nevndini [...] tvey børn at ansa, kunnu tey fægstu klára seg við. Hetta hevur kommunan nú skilt er rímuligt og neyðugt, eisini um tað skuldu fáa fólk at átaka sær hetta arbeiði. Dagrøktarnir ynsktu fyri 4 árum síðani at
høvdu vit havt minst 4 eldrasambýli í Tórshavnar kommunu. Vit skulu minnast til, at tað í dag ein ein sera stórur tørvur á hesum økinum, og nú ein meir og meir tosar um at eldrarøktin skal leggjast út til [...] Tað er ongin loyna, at út frá kanningum, ið eru gjørdar eitt nú í Norðoyggjum, so er eitt pláss á einum eldrasambýli 50% bíligari enn á einum røktarheimi. Fyrimunurin við hesari loysn er eisini tann, at [...] fyri at nøkta ein stóran part av tí tørvi, ið er í dag, við at keypt/bygt nøkur eldrasambýlir, har fólk við vanligum ellisbrekum kundu fingið eitt pláss. Somuleiðis er eisini tann fyrimunur við eldrasambýlum
málið er, at tænastustigið skal hækka. Ein stórur partur av servitanini er nú savnaður á einum stað, og endamálið er, at fólk skulu kunna fáa skjótt svar uppá fyrispurningar. Hetta verður eisini við til at
ur, og tað er ikki tí, at fólk meina tað illa, men tað verður bara hildið at vera rætt, at børnini alla tíðina skulu fáa at vita, hvønn veg tey skulu venda, og hvat tey skulu gera. Venjingarnar skuldu [...] fótbólt, men mær dámar ikki, at tað verður lagt so nógv upp til, at sjálvt tey smæstu skulu vinna. Sjálvandi skulu vit eisini hava vinnaramentalitetin, men vit nýtast ikki at leggja so stóran dent á hann [...] felagið eftir fýra árum spældi seg úr 3. deild og upp á toppin í 1. deild, og hann er framvegis við, nú sandingar meira stríðast fyri lívinum í 1. deild enn heiðursmerkjum. 31 ára gamli Eli Hentze er ein
Heystfrítíðin hjá skúlunum er flettingartíð. Nógvastaðni sæst ljós í vikuskiftishúsunum, nú fólk eru komin av størru plássunum út á smábygdirnar at ganga fjall og fletta. Telefonin ringir. Tað eru fjallboð [...] verið eftir teimum nú í nakrar dagar. Á rættini verður avtalað, áðrenn farið verður til gongu, hvussu gerast skal. Nógv er fólkið. Eyðsýnt er, at skúlarnir hava frí, og eisini er fólk komið aðrastaðni at [...] arbeiðsligar, nú vombin er burtur. Fótamørurin verður loystur. Veðurlamb er, so hvítanýruni verða tikin frá, áðrenn hann verður lagdur á fatið, har netjan longu liggur. Kokan verður klovin. Ansast skal nú eftir
ferðandi skal vera burtur minst eina sunnunátt. Ferðin skal í mesta lagi vara ein mánað, og minst tvey fólk skulu ferðast saman. Forsølan av ferðaseðlum til hetta tilboðið er frá 16. oktober til 3 december. Hitt [...] Føroyum til Danmarkar fram til jóla. Prískappingin millum flogfeløgini á Føroyarutuni heldur fram. Nú bjóðar Maersk Air føroyingum tvinni sløg av bíligum ferðum. Maersk Air sigur í tíðindaskrivi mikudagin [...] ellivu ár. Børn undir tvey ár fáa 90% avsláttur. Treytir fylgja tó við tilboðnum. Ferðaseðlarnir skulu vera keyptir í seinasta lagi sjey dagar, áðrenn farið verður. Tað er ikki gjørligt at broyta ferðaseðilin
na fyri at sleppa undan ferðslutøppi, bara tí fólk skulu í sín peningastovn. Nú hevur steðgiforboðið verið í nakrar dagar, men enn bendir einki á, at fólk ætla sær at broyta gamlar vanar. Hvønn dag standa [...] áðrenn fólk byrja at geva forboðnum gætur. Sami trupulleiki er eisini við handilin hjá Gunleivi á Landavegnum. Munurin har er bara tann, at einki parkeringspláss er nærindis handlinum. Tá fólk skulu keypa [...] Vanligt hevur verið, at fólk bara seta bilin frá sær sum best ber til beint uttanfyri avgreiðslurnar hjá peningastovnunum í J.C. Svabosgøtu ella sjúkrahúsvegnum, har tey skulu avgreiða síni peningaviðurskifti
Oyndarfirði: Viking Fisk í Oyndarfirði hevur eini 10- 15 fólk til arbeiðis. Og tey eru útlendingar. Flestu teirra úr Thailandi. Viking Fisk byrjaði at arbeiða fisk i Oyndarfirði í februar mánað, sigur [...] síðan er tað hent, at norðmenn saman við Vestlax hava keypt Norex, og allur fiskurin haðani verður nú arbeiddur á Vestsalmon í Kollafirði. Tí fór Viking fisk undir at keypa hvítan fisk á uppboðssøluni [...] hesi fólkini hava fullgott arbeiðs- og uppihaldsloyvi, sum er galdandi eitt ár. Tá tað árið er úti, skulu loyvini endurnýggjast hvønn mánað. Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, heldur tað
skuldi tað verið liðugt longu nú, men ymiskir trupulleikar hava stungið seg upp. Tað ber ikki til bara at fara í hagan at seta støðir og antennur upp, sum einum lystir. Tað skulu fleiri ymisk loyvi til, og [...] Funningsfirði: Fartelefonnetið riggar ikki í Funningsfirði. Fólk í Funningsfirði siga, at tað er steindeytt. Føroya Tele veit um trupulleikan og arbeiðir við at loysa hann. Um einki samband er tað sama [...] fullveldi í Funningsfirði. Í øllum førum tey, sum ætla at nýta fartelefonina. Tí hon virkar ikki. Fólk í Funningsfirði, sum Sosialurin hevur hitt, siga, at tey hava gjørt var við trupulleikan hjá Føroya
leggur nakrar yvirskipaðar upplýsingar um evnið fram. Haðani kunnu fólk so leita sær nærri inn á eitt ávíst evni. Endamálið er, at fólk skulu brúka upplýsingarnar, og tað hevur ofta skortað fyrr. Hetta er [...] eisini er hon at fáa á fløgu. Undanfarin ár hevur Árbókin verið í so stór og tung at fáast við. Hetta er nú tikið til eftirtektar, og í ár er hon minni enn áður. Eisini eru síðurnar tynri. Bókstavirnir eru eisini