Steðgiforboð í J.C. Svabosgøtu

Ferðsluruðuleiki er ofta í J.C. Svabosgøtu uttanfyri Sparikassan og Føroya Banka, og tað hevur ferðslunevndin hjá býráðnum nú gjørt nakað við

Tórshavn: Vanligt hevur verið, at fólk bara seta bilin frá sær sum best ber til beint uttanfyri avgreiðslurnar hjá peningastovnunum í J.C. Svabosgøtu ella sjúkrahúsvegnum, har tey skulu avgreiða síni peningaviðurskifti.

Hetta hevur havt við sær, at tað ofta er torført at sleppa ígjøgnum við bili, um bilar standa parkeraðir á báðum síðum á vegnum. Eisini koyrir bussleiðin tann vegin, og tá er mangan trongligt.

Hetta er heilt óneyðugt, tí beint hinumegin vegin eru parkeringsbásar við plássi til fleiri bilar. Høvdu fólk tímað at sett bilin í ein bás ístaðin fyri at parkera úti á vegnum, hevði eingin stórvegis trupulleiki verið. Men um fólk sleppa frá at ganga fjøruti metrar, tá tey kunnu ganga tjúgu, so velja tey heldur at fara um garðin, har hann er lægstur, sjálvt um tað samstundis er lógarbrot.

Ferðslunevndin í býráðnum hevur tí gjørt av at seta steðgiforboð í gildi allan vegin eftir J.C. Svabosgøtu frá brekkuni niðan á Frælsi til skipasmiðjuna fyri at sleppa undan ferðslutøppi, bara tí fólk skulu í sín peningastovn.

Nú hevur steðgiforboðið verið í nakrar dagar, men enn bendir einki á, at fólk ætla sær at broyta gamlar vanar. Hvønn dag standa bilar parkeraðir á vegnum beint undir skeltinum við krossinum, sum sigur frá at her er ikki loyvt at steðga. Tað verður óivað neyðugt hjá løgregluni ella parkeringsvørinum at leggja leiðina framvið, áðrenn fólk byrja at geva forboðnum gætur.

Sami trupulleiki er eisini við handilin hjá Gunleivi á Landavegnum. Munurin har er bara tann, at einki parkeringspláss er nærindis handlinum. Tá fólk skulu keypa verður bilurin eisini settur so nær handlinum sum gjørligt. Hetta er til stóran ampa fyri ferðsluna og fyri fólk, sum búgva har um leiðir, og ofta eru bilar fyri innkoyringarnar hjá fólki, hóast gular strikur eru gjørdar.