Eldrasambýlini ein góð loysn

At Tórshavnar kommuna bert hevur eitt eldrasambýli, vísir í høvuðsheitum eitt sindur um, hvussu ein raðfestir tey ymisku økini.

Tað er ongin loyna, at út frá kanningum, ið eru gjørdar eitt nú í Norðoyggjum, so er eitt pláss á einum eldrasambýli 50% bíligari enn á einum røktarheimi.

Fyrimunurin við hesari loysn er eisini tann, at tey somu starvsfólk, ið hava gingið til brúkaran úti í heimunum, fylgja við inn á sambýlið, og ger tað tað lættari hjá teimum gomlu at fella til.

Grundtankin við sambýlum er tann, at tað skal líkjast so nógv sum møguligt einum vanligum heimi. Um rætt varð borið at, so høvdu vit havt minst 4 eldrasambýli í Tórshavnar kommunu.

Vit skulu minnast til, at tað í dag ein ein sera stórur tørvur á hesum økinum, og nú ein meir og meir tosar um at eldrarøktin skal leggjast út til kommunurnar, so skuldi møguleikin verið sera stórur fyri at nøkta ein stóran part av tí tørvi, ið er í dag, við at keypt/bygt nøkur eldrasambýlir, har fólk við vanligum ellisbrekum kundu fingið eitt pláss.

Somuleiðis er eisini tann fyrimunur við eldrasambýlum, at tey gomlu sleppa at verða við í øllum tí dagliga, eftir førimuni, soleiðis at tey fáa nýtt síni evnir.

Sjálvandi skuldu sum áður nevnt verið minst 4 eldrasambýlir í Havn, tí tá fleiri av teimum smáu kommununum í landinum klára at reka sambýli eiga vit sum størsta kommuna eisini at raðfesta hetta øki so tað munar.


Ása Olsen, valevni

Sjálvstýrisfloksins

til býráðsvalið