Vánaligt veður ávirkar tjóðardagshaldið í Grønlandi

Grønlendingar hátíðarhalda í dag tjóðardagin, men vánaligt veður hevur elvt til, at fleiri tiltøk eru avlýst í høvuðsstaðnum Nuuk.

Grønlendska flaggið varð vundið á stong kring Grønland í sambandi við tjóðardagin, men vánaligt veður hevur elvt til, at nøkur tiltøk í Nuuk eru avlýst. Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Frá klokkan 08.00 lokala tíð varð grønlendska flaggið vundið á stong kring landið, og soleiðis varð tjóðardagurin settur.

 

Sambært Sermitsiaq skuldu millum annað kappingar í grønlendskum tjóðarbúnaði haldast í Paamiut, Nuuk og Ittoqqortoormiit.

 

Men í Nuuk eru bæði búnakappingin og kópaveiðan avlýstar vegna vánaligt veður.

 

Í Sisimiut er kortini kaffimikkur á skránni, og aðrastaðni verða gudstænastur, felags máltíðir og dansur á skránni.

 

Fríðrikur kongur og Mary drotning hava sent grønlendingum eina heilsan í sambandi við dagin.

 

– Dagurin fellur sum siður er á longsta degi á árinum, og vit vóna, at teir ljósu tímarnir verða ein vakur og hátíðarligur karmur um tey mongu hátíðarhaldini í og uttan fyri Grønland, skriva tey í einum uppslagi á Instagram.

 

Kongshúsið hevur eisini deilt eina mynd av kongshjúnunum saman við teimum yngstu børnunum, tvíburunum Josephine prinsessu og Vincent prinsi, frá vitjan í Sisimiut í 2024.

 

Eisini danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, hevur ynskt grønlendingum ein góðan tjóðardag.

 

– Tá trýstið á tykkum veksur, standa tit fast. Tit verja hvønn annan, land tykkara og virðir tykkara. Eg eri errin av felagsskapinum millum lond okkara, sigur hon í einari fráboðan.

 

Grønlendski tjóðardagurin varð innførdur í 1985. Júst henda dagin í 2009 fekk Grønland sjálvstýri, og síðani 2016 hevur dagurin eisini verið almennur flaggdagur í Danmark.

 

/ritzau/

 

Grønlendska flaggið varð vundið á stong kring Grønland í sambandi við tjóðardagin, men vánaligt veður hevur elvt til, at nøkur tiltøk í Nuuk eru avlýst. Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix