Fáa fartelefon í Funningsfirði

Fólk í Funningsfirði hava leingi fýlst á, at tey ikki fáa brúkt fartelefon. Av Føroya Tele verður sagt, at nú verður trupulleikin heilt skjótt loystur

 

Funningsfirði: Fartelefonnetið riggar ikki í Funningsfirði. Fólk í Funningsfirði siga, at tað er steindeytt. Føroya Tele veit um trupulleikan og arbeiðir við at loysa hann.

Um einki samband er tað sama sum fullveldi, so hava tey fullveldi í Funningsfirði. Í øllum førum tey, sum ætla at nýta fartelefonina. Tí hon virkar ikki.

Fólk í Funningsfirði, sum Sosialurin hevur hitt, siga, at tey hava gjørt var við trupulleikan hjá Føroya Tele og hava fingið lovað, at hann verður loystur. Men tað dregur rættiliga nógv út, siga tey.

Jens Julian Reinert, sum hevur ábyrgdina av basisstøðunum til fartelefonnetið hjá Føroya Tele, váttar, at Føroya Tele veit um trupulleikan. Hann sigur, at júst hatta økið stendur heilt frammalaga á arbeiðsætlanini hjá Føroya Tele.

Arbeiðið við at fáa sambandið til Funningsfjarðar og økið har á leið at virka, er í gongd, sigur hann. Eftir upprunaætlanini skuldi tað verið liðugt longu nú, men ymiskir trupulleikar hava stungið seg upp.

Tað ber ikki til bara at fara í hagan at seta støðir og antennur upp, sum einum lystir. Tað skulu fleiri ymisk loyvi til, og tað kann viðhvørt vera leingi at fáa tey til vega.

Kári Thorsteinsson, sýslumaður í Eysturoy, er formaður í friðingarnevndini fyri Eysturoyar Sýslu. Hann sigur, at hjá friðingarnevndini liggur einki slíkt mál í løtuni. Og hann væntar heldur ikki, at tað fer at verða nakar sum helst trupulleiki at fáa loyvi til at seta eina stong upp, um søkt verður um tað.

Slíkar umsóknir hava verið fyrr, og tær hava altíð verið játtaðar, sigur hann. Nevndin plagar at fara á staðið fyri at tryggja sær, at ikki okkurt heilt óvanligt er, sum ein slík antenna kann skaða. Men tað hevur hann enn ongantíð verið úti fyri, sigur formðaurin í friðingarnevndini.

Ein støð er sett upp Millum Fjarða, sum skuldi virka sum ein roynd at vita, hvussu hon kláraði økið, sigur Jens Julian Reinert á Føroya Tele. Men tað vísti seg tíverri, sigur hann, at hon røkkur bara einum parti av økinum, teir høvdu ætlað og vónað, at hon skuldi klára. Og til Funningsfjarðar røkkur hon als ikki.

Økið er soleiðis háttað, sigur hann, at ógvuliga ringt er at senda í umráðnum. Dalurin er so skeivur og krókutur, og nógv fjøll eru fyri, so tað ber øgiliga nógvastaðni uppfyri. Um ein støð verður sett á eitt fjall onkustaðni, kemur bara eitt annað fyri, áðrenn bylgjan er komin upp á pláss, sigur Jens Julian Reinert.

Og hann sigur, at tað er heldur ikki bara á leiðini kring Funningsfjørð, at hesin trupulleikin er. Tað eru nógvar bygdir, sum einki GSM samband hava. Onkustaðni hevur bara partur av bygdini samband og so framvegis.

Og umstøðurnar í Føroyum eru soleiðis háttaðar, at summar bygdir helst ongantíð fara at fáa GSM fartelefonsamband yvirhøvur, sigur Jens Julian Reinert á Føroya Tele.