Maersk Air í prískapping

Maersk Air bjóðar føroyingum tvinni tilboð við bíligum ferðum til Danmarkar fram til jóla

1.500,- krónur, um tvey ferðast í felag. Ella jólaferð fyri 1.250,- krónur, eru tilboðini, Maersk Air bjóðar teimum, sum ferðast úr Føroyum til Danmarkar fram til jóla.

Prískappingin millum flogfeløgini á Føroyarutuni heldur fram. Nú bjóðar Maersk Air føroyingum tvinni sløg av bíligum ferðum.

Maersk Air sigur í tíðindaskrivi mikudagin, at felagið gevur kundum sínum 1.000 góðar grundir til at flúgva við teirra flogfari. Nevniliga ein avsláttur upp á kr. 1.000,- av APEX ferðaseðlaprísinum.

Tilboðið ber í sær, at í tíðarskeiðnum frá 23. oktober til 3. december, báðir dagar íroknaðir, ber til at ferðast millum Vágar og Kastrup og Vágar og Billund (ella hinvegin) t/r fyri kr. 1.500,-. Avsláttur upp á 50% verður latin børnum millum tvey og ellivu ár. Børn undir tvey ár fáa 90% avsláttur.

Treytir fylgja tó við tilboðnum. Ferðaseðlarnir skulu vera keyptir í seinasta lagi sjey dagar, áðrenn farið verður. Tað er ikki gjørligt at broyta ferðaseðilin, og heldur ikki verður peningurin afturgoldin, um ferðin verður avlýst. Sunnudagsreglan er galdandi. Tað vil siga, at tann ferðandi skal vera burtur minst eina sunnunátt. Ferðin skal í mesta lagi vara ein mánað, og minst tvey fólk skulu ferðast saman. Forsølan av ferðaseðlum til hetta tilboðið er frá 16. oktober til 3 december.

Hitt tilboðið, Maersk Air bjóðar føroyingum, er eitt jólatilboð. Maersk Air bjóðar kundum sínum at halda jól í Danmark bíliga. Soleiðis at skilja, at tað skal vera bíligt at ferðast ímillum Føroyar og Danmark. Tilboðið er galdandi frá 8. december í ár til 7. januar næsta ár, báðir dagar íroknaðir. Prísurin fyri ferðaseðilin hesa tíðina er kr. 1.250,-. Eisini her er avsláttur upp á 90% til børn undir tvey ár, og 50% til børn millum tvey og ellivu ár.

Eisini her fylgja treytir við. Eins og við fyrra tilboðnum skal ferðaseðilin vera keyptur sjey dagar, áðrenn fráferð. Tað ber ikki til at broyta ferðatíðirnar, eins og peningurin ikki verður afturgoldin, um ferðin verður avlýst. Tann ferðandi skal vera burtur minst sjey dagar, men ikki longri enn 21 dagar.

Maersk Air sigur í tíðindaskrivinum, at felagið fyrr í ár hevur havt tvey líknandi tilboð, sum góvu góð úrslit, bæði fyri ferðafólkini og flogfelagið. Tí verður við góðum treysi roynt aftur, sigur Maersk Air.