Vitan á Vaglinum

Fyri at havnaborgarar kunnu sleppa undan at renna runt á ymsum stovnum hjá kommununi, hevur býráðið nú tikið stig til eina avgreiðslu, sum kann taka sær av mestsum øllum málum

Nýggja avgreiðslan lat upp týsmorgunin klokkan 9, og hon veður nevnd Snarskivan, har allir borgararnir kunnu venda sær við trupulleikum og ivamálum. Hetta er galdandi fyri mál, sum ikki krevja umfatandi málsviðgerð. Snarskivan er í gamla posthúsinum við síðuna av býráðnum.

Býráðið væntar, at Snarskivan fer at lætta munandi um hjá málsviðgerðum og málið er, at tænastustigið skal hækka. Ein stórur partur av servitanini er nú savnaður á einum stað, og endamálið er, at fólk skulu kunna fáa skjótt svar uppá fyrispurningar. Hetta verður eisini við til at minka um fjarstøðuna millum borgaran og kommununa.

Snarskivan verður opin mánadag, týsdag, mikudag og fríggjadag frá kl 9.00 til 16.00. Hósdag er opið frá 9.00 til 18.00. Telefonavgreiðsla verður somu tíðir.