Á tíðindafundi fríggjamorgunin varð nýggja Árbókin fyri Føroyar 2000 sýnd fram fyri fjølmiðlum og øðrum áhugaðum. Bókin er í ár gjørd í nýggjum sniði, eisini er hon at fáa á fløgu.
Undanfarin ár hevur Árbókin verið í so stór og tung at fáast við. Hetta er nú tikið til eftirtektar, og í ár er hon minni enn áður. Eisini eru síðurnar tynri. Bókstavirnir eru eisini minni, men hetta ger ikki bókin verri at arbeiða við - heldur tvørturímóti. Nýggja sniði ger bókina lættari at handfara og nýta í arbeiði. Umframt at bókin er í nýggjum sniði, eru eisini undirtekstir á enskum, og tað er fyrstu ferð.
Herman Oskarson frá Hagstovuni sigur, at teirra uppgáva er at bara framleiða upplýsingar. Árbókin fer ikki í dýbdina við evnunum, men leggur nakrar yvirskipaðar upplýsingar um evnið fram. Haðani kunnu fólk so leita sær nærri inn á eitt ávíst evni.
Endamálið er, at fólk skulu brúka upplýsingarnar, og tað hevur ofta skortað fyrr. Hetta er ein uppgáva hjá teimum at gera tilfarið lættari at nýta.
Upplýsingarnar, sum eru framleiddar, eru eisini komnar út á fløgu. Fløgan er ikki í sama líki sum bókin, og við fløguni eru fleiri møguleikar at arbeiða við tilfarinum enn í bókini. Har eru upplýsingarnar meira nágreiniligar. Árbókin verður í fyrsta ikki umfari løgd út á alnetið.
Ein onnur fløga varð eisini sýnd fram, og tað var "Hagtøl um landamørk 2000". Hetta er ein felags útgáva hjá hagstovunum í Føroyum, Grønlandi, Álandi, Danmark, Noregi, Íslandi, Svøríki og Finlandi. Hvørt land hevur tveir datagrunnar - ein á enskum og ein á egnum máli. Harumframt eru tveir felags norðurlendskir grunnar. Í grunnunum er rúgvismikið tilfar um nógv ymisk viðurskifti. Henda fløgan kostar 500 krónur, og atgongd kann eisini fáast fyri 100 krónur gjøgnum alnetið.
Niels Petersen frá Skúlabókagrunninum, sum stendur fyri útgávuni av bókini, greiddi frá, at hetta samstarvið millum Hagstovu Føroya og Skúlabókagrunnin byrjaði í 1994, og fyrsta útgávan kom í 1995. Síðani er Árbókin komin á hvørjum ári. Hetta er tískil sætta útgávan, og triðju ferð at hon eisini fæst á fløgu.
Niels Petersen sigur, at Árbókin er grundarlag undir nógvum øðrum tilfari, sum verður givið út til undirvísing í bæði fólka- og miðnámsskúlunum. Útgávan er eisini ætlað teimum, sum hava áhuga í føroyskum samfelagsviðurskiftum.
Skúlabókagrunnurin hevur givið út lærubøkur til landalæru, søgu og samtíð, samfelagsfrøði og kunningartøkni. Tær eru allar gjørdar við Árbókini sum grundarlag.
Árbókin kostar 150 krónur, og fløgan kostar 200 krónur.