stormur, og eg spýði í fleiri dagar og trúði, at eg doyði. Men tað gjørdi eg ikki og fór at trívast á sjónum. Drago flutti yvir á Polarhav, tá skipið kom sum nýbygningur í 1990. Í 2004 fór hann umborð [...] gera umborð, sigur Drago skálkaliga og flennir so hjartaliga. Hann hevur trívist væl í Føroyum, her hann nú hevur búð í skjótt 30 ár. Drago var bert 25 ár, tá hann kom, og tí kennir hann seg nú meira sum [...] sjálvur - heim til Føroyar at vitja í ein mánað. Vit komu, og higartil er hesin eini mánaðin, sum steðgurin skuldi vara, vorðin til nærum 30 ár. Tað sigur Drago, sum býr í Fuglafirði, har hann hevur familju
tónleikarum, í Londum. Bert tveir tónleikaskúlar eru av hesum slag í heiminum. Annar í Londum og hin í Los Angeles. Tað eru yrkislærdir, kendir tónleikarar innan rytmiskan tónleikaheimin í USA, sum hava [...] gera nakað fyri at røkka málinum. Ein avbjóðing -Tað kann gerast í Føroyum, men tað er meira stimbrandi og læruríkt at fara burtur. Tú kemur í annað umhvørvi, har ótrúliga nógv eru um boðið, og har tú veruliga [...] sigur Naclas. Hann heldur, at í Føroyum er lættari at vera hoyrdur, av tí at landið er so lítið. Tað er positivt, men tað krevur hinvegin, at ein er ógvuliga støðufastur í verki, um ein skal koma víðari
postvirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Eftir fimm ár í Grønlandi, gjørdi hon av at flyta heimaftur til Føroya. Her fekk hon arbeiði hjá Postverki Føroya, og eftir at hava verið eitt ár í Føroyum, tók hon [...] hon hevði hjá Post Danmark, frá sær og vera verandi í Føroyum. - Árini á Posta hava verið sera avbjóðandi, lærurík, spennandi og fjølbroytt, sigur hon. Í 2007 tók Hjørdis við starvinum sum rakstrarstjóri [...] byggja í fyrsta lagi á lívsins skúla og á tær royndir, eg havi gjørt mær. Hesar kundi eg neyvan lisið mær til, sigur Hjørdis Viberg, stjóri á Posta. Hjørdis Viberg, sum er stjóri á Posta, vaks upp í Runavík
Tað sigur Lars Olsen, sum er komin í eitt minni ódnarveður, eftir at hann á landsliðstíðindafundinum pástóð, at allir spælararnir hjá Kasakstan spæla í Russlandi. Tað ger ongin av teimum. Føroyski lan [...] Kasakstan spæla í Russlandi. - Eg var mismæltur og tað var ikki tað eg meinti. Eg er keddur av at eg havi sagt tað, men eg veit sjálvandi at tað ikki er so, sigur Lars Olsen, sum var í Kasakstan við føroyska [...] hósdagin, tá hevði hann heldur ikki fingið við, at landsliðið hjá Kasakstan er úttikið til dystin móti Føroyum. Tað kundi in.fo annars boða frá longu týsdagin. Er Lars Olsen ov lítið fyrireikaður, ella er hetta
hevur í farna ári verið í Noregi í sambandi við byggingina av Kristin-pallinum. Í veruleikanum er hesin stóri framleiðslupallurin bygdur í tveimum heimspørtum: Undirparturin er bygdur hjá Samsung í Suðurkorea [...] arbeiðsmegi eisini kom við í byggingina av hesum pallinum. Jákup Sigurð arbeiddi umborð frá juni í fjør til í farna mánaði. Síðstir inn ? fyrstir út Heilt síðani hann byrjaði í arbeiðinum hevur Jákup Sigurði [...] ikki einsamallur í hesum, men arbeiði saman við nógvum øðrum fólkum, sigur hann. Arbeiðið hjá Jákup Sigurð er av slíkum slagi, at teir bara eru við í hesum í ávísar tíðir. - Tað er í veruleikanum so, at
hevur í farna ári verið í Noregi í sambandi við byggingina av Kristin-pallinum. Í veruleikanum er hesin stóri framleiðslupallurin bygdur í tveimum heimspørtum: Undirparturin er bygdur hjá Samsung í Suðurkorea [...] arbeiðsmegi eisini kom við í byggingina av hesum pallinum. Jákup Sigurð arbeiddi umborð frá juni í fjør til í farna mánaði. Síðstir inn ? fyrstir út Heilt síðani hann byrjaði í arbeiðinum hevur Jákup Sigurði [...] ikki einsamallur í hesum, men arbeiði saman við nógvum øðrum fólkum, sigur hann. Arbeiðið hjá Jákup Sigurð er av slíkum slagi, at teir bara eru við í hesum í ávísar tíðir. - Tað er í veruleikanum so, at
staðist burtur úr í viðmerkjarateiginum. Finnur og ein kenningur høvdu verið í morgunball, og tá leið út á morgunin fóru teir oman í Tórshøll, tí klokkan var farin av 11, og har var opið. Í morgunballinum [...] tílíkt enn fer fram í Føroyum. Hann hevði tí ringt til løgregluna fyri at vita, hvat kundi gerast, men har var eingin hjálp at heinta, sigur hann. Trýst HER og les hvat leiðarin í Tórshøll hevur at siga [...] Finnur David Hentze Pihl følir seg illa viðfarnan eftir eina hending í Tórshøll sunnumorgunin, har hann metir, at hann varð koyrdur á dyr fyri at hava ta meining, at samkynd skulu sleppa at ættleiða. Finnur
Tað tók sína tíð, áðrenn Mowi í Føroyum kundu staðfesta, at korona, sum byrjaði at gera um seg kring heimin á vári í 2020, í størri mun ávirkaði sølu og prísir á laksi. - Okkara marknaðir vóru fyri so [...] Mikkelsen, stjóri í Mowi Føroyar. Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar síðsta fríggjadag, var stórt serblað um vinnu, og her er nógv forvitnisligt og viðkomandi vinnutilfar at lesa. Í serblaðnum verður [...] ítøkiliga var, sum hendi kring páskirnar, tí tá herjaði korona framvegis í fleiri londum kring heimin. Og soleiðis er enn í dag. Stjórin í Mowi Føroyar heldur fyri, at koronu-farsóttin fyri teirra viðkomandi
brotið í fleiri støðum, og soleiðis endaði eg á høkjum í langa tíð. Í hesi tíðini fekk Mortan so sína sjóvinnuútbúgving og í 1964, meðan hann gekk í skúla, giftust hann Ruth. - Liðugur við skúlan í 1966 [...] fleiri góðar túrar og havi eisini fingið upp í bátin. Tað mesta, eg havi havt í útróðrarbátinum, er 10.000 pund av upsa. Onkuntíð havi eg roynt upp í einar 3-4 dagar í senn, og eg havi eisini verið úti á Føroyabanka [...] vikuna í januar og royndu har yviri í januar, februar, mars – og kanska út í hálvan apríl. Heimafturkomin fóru skipini til Grønlands, har tey gjørdu einar tveir saltfiskatúrar. Um heystið var liðugt í Grønlandi
Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum í dag. Les eisini stórt tema um sálarliga tilbúgving í Føroyum, les samrøðu við føroyska sendiharran í Danmark um uttanríkispolitiskar vónir og væntanir fyri 2017 [...] Blaðið verður at fáa í handlunum í Havn í dag og kring landið í morgin. - Um eg tosi ella flenni, fái eg ilt. Tað følist sum tenninar detta úr og høvdið sprongist. Pínan byrjar í høvdinum og fer gjøgnum [...] taka ein í álvara. Eg vil bara fáa hjálp til at blíva frísk, sigur Marika Skipanes, ið følir seg slepta á fjall eftir eitt ferðsluóhapp fyri trimum árum síðan. Tað var eitt ljóst summarkvøld í 2013, tá