- Eg var við at gera ein risa oljupall

Gøtumaðurin Jákup Sigurð Strømsten hevur sum arbeiði at kanna sveisingar. Hetta arbeiðið førdi hann út á tann stóran oljupallin Kristin, sum skal latast eigarunum 25. mars.

-Eg havi sjálvandi ikki bygt henda stóra framleiðslupallin púra einsamallur. Men tað er kortini hugaligt at kunna líta aftur á og kunna siga, at eg eisini var við til at byggja Kristin-pallin, sigur Jákup Sigurð Strømsten.
Hann er ein av mongum føroyingum, sum hava valt starvsøkið sítt innan oljuvinnuna. Jákup Sigurð hevur fyri tað mesta arbeitt í Noregi, men eisini í Føroyum ger hann ymisk arbeiðir innan sítt øki.
Høvuðsuppgávan hjá honum hevur verið at gera kanningar av sveisingum, m.a. umborð á Kristin-pallinum ? hesum stóra oljurisanum, ið kostar 5,5 milliardir krónur og vigar um 70.000 tons.
Arbeiðið við pallinum er komið so væl áleiðis, at hann skal latast eigarunum í næsta mánaði.
- Jú, tað hevur verið stuttligt at verið við í byggingini, sigur Jákup Sigurð Strømsten.


Skifti hest
Tað hevur kortini ikki altíð staðið oljuvinna ovast í hugaheiminum hjá Jákup Sigurði.
Hann arbeiddi m.a. í sjey ár hjá Havsbrún í Fuglafirði. Men meðan hann arbeiddi har vaks hugurin so líðandi til at royna okkurt heilt annað.
Hann frætti ein dagin um nakrar aðrar føroyingar, sum høvdu hug at royna seg innan oljuvinnuna í Noregi. Hetta ljóðaði sera áhugavert hjá honum, og síðani bar leiðin til Noregs.
Hann kom væl fyri, og fekk sum eina av sínum uppgávum at ferðast út á boripallarnar, har hann arbeiddi lutvíst sum montørur og reparatørur.
Meðan hann arbeiddi í hesum, fekk hann kunnleika um at Amerada Hess lat stuðul til víðari útbúgving av føroyingum innan oljuvinnuna.
-Eg varð so spurdur um eg vildi taka nøkur av hesum skeiðum. Tað svaraði eg sjálvandi ja til, uttan at vit heilt 100% hvat hetta innibar.
-Eg varð so fluttur til Stavanger, har eg tók mína útbúgving tey næstu tvey árini. Hetta var sera áhugavert, tí ein legði stóran dent á dygdina, bæði tá talan var um tað praktiska og tað teoretiska, sigur hann.

Heppin
Jákup Sigurð Strømsten hevur í farna ári verið í Noregi í sambandi við byggingina av Kristin-pallinum.
Í veruleikanum er hesin stóri framleiðslupallurin bygdur í tveimum heimspørtum: Undirparturin er bygdur hjá Samsung í Suðurkorea og yvirparturin í Noregi, meðan nøkur av hinum modulunum í pallinum eru bygd á spanskari skipasmiðju.
Hetta ljóðar sum ein stór altjóða ætlan, og tað er í hesum høpi at vit finna ta føroysku arbeiðsmegina. Her finna vit nevniliga ein part av arbeiðsøkinum hjá Jákup Sigurði.
Hann er í dag í tænastu hjá PAM Offshore Service, sum er ein av mongu deildunum hjá Tórshavnar Skipasmiðju, sum nú hevur lagt saman við FJM í Runavík. Hansara arbeiðsøki umfatar m.a. kanningar av sveisingum og tjúkdarmátingar.
Í samband við byggingina av Kristin hevði AIC (Aker Inspection Consulting), har hann hevði tikið sína útbúgving, gjørt ein part av arbeiðinum. Tá so eitt nýtt útbjóðingarumfar varð gjørt, kom eitt annað felag inn í myndina. Hetta kallaðist RMI (Rogaland Materiale Inspection), og teir fingu so eisini arbeiðið.
Lukkutíð fyri Jákup Sigurð vendi RMI sær síðani til AIC við fyrispurningi, um teir høvdu nakra arbeiðsmegi tøka til byggingina. Soleiðis gekk tað til, at føroysk arbeiðsmegi eisini kom við í byggingina av hesum pallinum. Jákup Sigurð arbeiddi umborð frá juni í fjør til í farna mánaði.

Síðstir inn ? fyrstir út
Heilt síðani hann byrjaði í arbeiðinum hevur Jákup Sigurði dámað tað sera væl.
- Men eg eri tó ikki einsamallur í hesum, men arbeiði saman við nógvum øðrum fólkum, sigur hann.
Arbeiðið hjá Jákup Sigurð er av slíkum slagi, at teir bara eru við í hesum í ávísar tíðir.
- Tað er í veruleikanum so, at vit eru síðstir inn og teir fyrstu sum fara út aftur.
Arbeiðsøkið hansara fevnir eisini um Føroyar, her hann hevur samband við Norsk Veritas.
Ein partur av hesum arbeiðinum hevur m.a. verið at kanna oljutangarnar í Sørvági og Søldarfirði, sum nú hava mong ár á baki.
Her hevur ein ynskt at gera trygdarmátingar av teimum, fyri at vita um alt er í lagi ella um partar eru tærdir.
Jú, arbeiðsøkið hjá Jákup Sigurð Strømsten er víttfevnandi, bæði á sjógvi og á landi.

Ein stórur risi
Kristin framleiðslupallurin er veruliga ein stór konstruktión, og kostar eisini hareftir: Góðar 5,5 milliardir krónur. Hann vigar eini 70.000 tons og er góðar 80 metrar langur og 60 til breiddar.
Pallurin varð bygdur á fleiri ymiskum støðum, og tá hann so varð savnaður saman í fjør í einum norskum firði, var Jákup Sigurð til staðar. Hann skuldi her kanna eftir, at allar sveisingarnar vóru nóg væl gjørdar.
Sjálvt byggiarbeiðið hevur gingið eftir ætlan, og á jólum í fjør vóru eini 90% av byggingini liðug. Gongst sum ætlað, skal Kristin lætast eigarunum hin 25. mars í ár. Tá fer hann út á Haltenbankan vestan fyri Kristiansund í Noregi. Her skal hann virka sum framleiðslupallur.