Tað sigur Lars Olsen, sum er komin í eitt minni ódnarveður, eftir at hann á landsliðstíðindafundinum pástóð, at allir spælararnir hjá Kasakstan spæla í Russlandi. Tað ger ongin av teimum.
Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, sigur við Sosialin, at hann orðaði seg skeivt, tá hann segði at næstan allir spælararnir á landsliðnum hjá Kasakstan spæla í Russlandi.
- Eg var mismæltur og tað var ikki tað eg meinti. Eg er keddur av at eg havi sagt tað, men eg veit sjálvandi at tað ikki er so, sigur Lars Olsen, sum var í Kasakstan við føroyska liðnum fyri áleið einum mánaði síðani.
Lars Olsen sigur víðari við Sosialin, at tað hann meinti var, at landsliðið hjá Kasakstan spælir eins fótbólt og Russland, sum hann víðari vísur á er ein gamal partur av Sovjetsamveldinum.
Landsliðsvenjarin hevur fingið nógvan kritikk fyri ikki at vera nóg fyrireikaður. Tá Sosialurin tosaði við hann hósdagin, tá hevði hann heldur ikki fingið við, at landsliðið hjá Kasakstan er úttikið til dystin móti Føroyum.
Tað kundi in.fo annars boða frá longu týsdagin.
Er Lars Olsen ov lítið fyrireikaður, ella er hetta talan um at hann bara var mismæltur?