- Eg var av grovastu egnarum

- Mínir førleikar byggja í fyrsta lagi á lívsins skúla og á tær royndir, eg havi gjørt mær. Hesar kundi eg neyvan lisið mær til, sigur Hjørdis Viberg, stjóri á Posta. Hjørdis Viberg, sum er stjóri á Posta, vaks upp í Runavík. Hon er elst av einum systkinaflokki, sum telir seks. Foreldrini eru Brynhild og Petur á Royheyggi.

- Eg byrjaði at egna sum heilt ung, kanska eini 10 ára gomul, og eg haldi, eg var av grovastu egnarum, sigur hon og brosar.

Sum stór smágenta, lá hugurin til egning og at tjena pening.

- Ja, eg tímdi so væl, at eg stundum stóð til reiðar á bryggjuni at velja mær teir bestu stamparnar, tá bátarnir komu aftur av útróðri.

Hjørdis Viberg hevur drúgvar royndir innan postvirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Eftir fimm ár í Grønlandi, gjørdi hon av at flyta heimaftur til Føroya. Her fekk hon arbeiði hjá Postverki Føroya, og eftir at hava verið eitt ár í Føroyum, tók hon avgerð um at siga farloyvi, hon hevði hjá Post Danmark, frá sær og vera verandi í Føroyum.

- Árini á Posta hava verið sera avbjóðandi, lærurík, spennandi og fjølbroytt, sigur hon.

Í 2007 tók Hjørdis við starvinum sum rakstrarstjóri hjá Posta, og síðan oktober 2010 hevur hon myndað fyritøkuna sum stjóri.

Sjálv sigur hon, at ein broyting frá at vera rakstrarstjóri til at vera stjóri er, at hon er farin úr innanríkisráðnum til uttanríkisráðið, sum hon brosandi tekur til.

- Eg trívist væl við míni uppgávu, sum er nýggj hvønn dag. Okkara mál eru ikki smávegis, og tað skulu tey heldur ikki verða.

Hjørdis Viberg leggur dent á, at Posta vil gera mun í føroyska samfelagnum, sum hon tekur til.