- Eg varð koyrdur út fyri meining um samkynd

Finnur David Hentze Pihl sigur, at hann varð koyrdur út úr Tórshøll, tí hann helt, at samkynd skulu sleppa at ættleiða børn.

Finnur David Hentze Pihl følir seg illa viðfarnan eftir eina hending í Tórshøll sunnumorgunin, har hann metir, at hann varð koyrdur á dyr fyri at hava ta meining, at samkynd skulu sleppa at ættleiða.

Finnur hevur gjørt vart við hendingina á Facebook, og rættiliga stórt kjak er staðist burtur úr í viðmerkjarateiginum.

Finnur og ein kenningur høvdu verið í morgunball, og tá leið út á morgunin fóru teir oman í Tórshøll, tí klokkan var farin av 11, og har var opið.

Í morgunballinum høvdu teir báðir kjakast, um hvørt tað var rætt, at samkynd skuldu sleppa at ættleiða børn, ella um børn heldur skuldu vera foreldraleys. Finnur hevði ta støðuna, at sjálvandi skuldu samkynd sleppa at ættleiða børn, meðan kenningurin helt tað øvugta.

Hóast teir báðir vóru ósamdir, so var eingin trupulleiki. Teir høvdu "hvør sína politisku meining", sum Finnur málber seg.

Komnir inn í Tórshøll helt kjakið áfram.

- Vit spurdu so barrvørin spurningin fyri at fáa eina meining aftrat. Barrvørurin vísti seg so at vera eigarin, og hann gjørdi bara gjøldur burtur úr okkum og segði, at hann vildi heldur, at børn vóru foreldraleys enn at hava tvey foreldur av sama kyni.

- Eg spurdi hann, um hann meinti hatta í álvara, men hann svaraði, at "um hatta er tað, sum tú heldur, so skalt tú út". Eg vildi sjálvandi ikki fara út fyri at hava eina politiska meining.

Finnur sigur, at barrvørurin fekk síðani vaktin, ið eisini sat uppi við barrina, at taka um seg og koyra seg á dyr.

Finnur sigur seg vera skelkaðan, at tílíkt enn fer fram í Føroyum. Hann hevði tí ringt til løgregluna fyri at vita, hvat kundi gerast, men har var eingin hjálp at heinta, sigur hann.

Trýst HER og les hvat leiðarin í Tórshøll hevur at siga um málið