búsitandi á vestarumegin á Skálafjørðinum, og hon stóð seg avbera væl. Hon møtti væl í avgerandi løtunum, og hóast hon nakrar ferðir møtti bóltin í málið, átti hon týðandi leiklut í, at StÍF helt seg frammanfyri [...] frammanfyri allatíðina. Í hinum endanum hevði Anna Maria Berthelsen ofta lætt spæl á vinstra vongi. Hon fekk gott pláss, og tá hon so royndi seg móti málinum, var hon neyv og skoraði eisini sjey mál. Signhild [...] Signhild Petersen vísti í løtum at hon er frálíkur spælari, og onkur av teimum seks málunum, hon gjørdi, vóru góð. Hjá Stjørnuni snúði nógva av álopsspælinum seg um Joan Midjord Joensen, sum skoraði 10 av málunum
viku eru greinar, sum ikki eru serliga positivar, at lesa í donsku bløðunum. So seint sum í gjár hevði Jyllandsposturin grein um, at TVS hevur stórt undirskot ? Sjálvandi hava vit undirskot. Vit hava latið [...] at okkum. Kanska kemst tað av, at skrivandi pressan metir okkum verða ein kappingarneyta, og tí fer hon illa við okkum, heldur Preben Elkjær. Men er lív lagða TVS?? Tað veit eg ikki. Tað má tíðin fara at
Áarvegnum og eitt av høvdunum hevði roynt at fanga hana við sínu tungu, hevði hon bara latið staðið til og kanska golvað afturímóti...« Í endanum av kapittlinum hoyra vit um eina óvanliga pornografiska søgu [...] verður, rættuliga stuttlig, lýst. Hon er vágagella av rang, t.d. stendur (p. 14) »...Myrna var so æviga nøgd. Um so hitt níggjuhøvdaða djórið úr Jóhannes Opinberingini hevði komið trampandi niðan eftir Áarvegnum [...] Onnur skaldsøga Jóanes Nielsen er nú útkomin, og nevnist hon Páskaódnin. Kápumyndina hevur Marius Jóhannesen gjørt. Mentunnargrunnur Studentafelagsins stuðlaði útgávuni. Jóanes Nielsen f. 5/4 1953, hevur
at tá ið hon ein dagin hoyrir geykin láta ku-ku í trænum beint framman fyri sær, veit hon akkurát, hvat hon skal ynskja sær. Og hon er eisini sannførd um, at ynskið fer at gang aút. Tí verður hon als ikki [...] Alfa sigur okkum frá delfinlívinum. Hon veksur upp í einum stórum bólki. Tær vaksnu delfinirnar læra hana, hvussu hon skal verja seg fyri øðrum dýrum, og hvussu hon skal lívbjarga sær. Eins og í bókini [...] ikki bilsin, tá ið hon lítla løtu seinni kemur fram á ein stóran arbeiðshest fyri vogni, sum stendur har í nánd. Hetta má vera hennara hestur. Men hvar skal hon fara við honum? Hon er vís í, at mamman fer
000 sveisarfrankar í bót fyri, og tað svarar til knappar 40.000 føroyskar krónur. Eftir at Jan Dam hevði fingið reytt kort í dysti móti Malta á Svangaskarði, var talan um, at hann skuldi fáa fleiri dagar [...] líknandi mál, góvu teir fyrstu bótina til føroyskan fótbóltsspælarar nakrantíð. Bótin er so stór, at hon verður ikki bara goldin við einum bláum girokorti á Posthúsinum ein fríggjadag seinnapart, og tí fer [...] brustu fýrverk undir altjóða dysti. Bæði Ungarn og Jugoslavia fingu 50.000 krónur í bót fyri hetta, og hevði FIFA-umboðsmaðurin, sum var á Svangaskarði til dystin millum Føroyar og Kekkia, havt latið FIFA f
Lættur lesnaður Hann heldur, at frágreiðingin er ikki bert ætlað professionellum at lesa og brúka. Hon er løtt at lesa, og tað ber prógv um, at hvør maður kann lesa hana. -Hetta haldi eg er gott. Oljufeløgini [...] ikki breiða semju um hetta, so fær tú trupulleikar framyvir. Vit spurdu Jóhannus Hansen, um hann hevði verið nøgdur við verandi lógaruppskot, um hann umboðaði eitt útlendskt oljufelag! -Tað er eingin ivi [...] eftir nøkrum árum, so er vandi fyri, at áhugin fyri 2. útbjóðingarumfari verður nógv minni. -Tað hevði sjálvandi verið best, um marknatrætan varð loyst, áðrenn 1. útbjóðing varð lýst, men lógaruppskotið
kann hann ikki hava eftirlit, segði Finnbogi Ískason, og helt tað vera torført at skilja tankagongdina hjá samgonguni. Óli Jacobsen hevði aðra frágreiðing. Hann segði at viðtøkurnar hjá grunninum vóru danskar [...] at eitt broytingaruppskot kom við 3. viðgerð, bert tí at tað seinni vísti seg, at fíggjarnevndin hevði lagt fram mál, sum ikki var løgfrøðiliga í lagi. - Ætlanin hjá løgmanni var tá, at málið skuldi aftur [...] syftar við hesi avgerð. Tað kunnu koma fremmand fólk til, so sum vit kenna tað frá Fiskasøluni, ið hevði danskan nevndarformann, segði Jóannes Eidesgaard. Finnbogi Ísakson helt málið um Framtaksgrunnin vera
framførdu. Fjøldin visti ikki rættiliga, hvat hon kundi vænta sær. Onkur helt tað vera klassiskan jazz, meðan onkur annar hevði fingið ta fatan, at mentanarvikan bara hevði fólkatónleik at bjóða uppá. Tey høvdu [...] virtuosar á hvør sínum ljóðføri, sum so einsamallir stóðu á stóra pallinum í Norðurlandahúsinum. Tað hevði óivað frøtt onkran av mongu harmonikuspælarunum í landinum at hoyrt, hvat hesin snillingurin kundi
Ferðalegatið er 25.000 krónur. Virðislønin hevur verið latin fimm ferðir, og hetta er fyrsta ferðin, hon verður latin einum føroyingi. Tey smáu norðurlendsku londini eru væl umboðað í nevndini í NORDBO, og [...] útlondum mikudagin við tíðindunum. Hann fekk tó herfyri varhugan av, at okkurt var á vási, tí hann hevði frætt, at teir høvdu spurt í útvarpuinum eftir handritum hansara til sendingarnar. - Sjálvandi eri
tær stóru peningaupphæddirnar, sigur HB-málverjin. Eg ætli mær at fara til venjing sum vanligt, tá hon byrjar aftur, og verði eg við fyrsta kvøldið, ja, so veit felagið, at eg eri tøkur alt árið. Kunnu [...] saman við fólki, sum skilja tína støðu, er tað eingin trupulleiki. Og skuldi tað gjørst neyðugt, so hevði eg ivaleyst kunna keypt meg leysan frá sáttmálanum, tí tað verður neyvan nógv meiri enn ein súmbolsk