átaka sær favoritt-leiklutin í FM-stríðnum. Í mun til grannarnar, so hava teir í øllum førum verið í bæði Runavík og Klaksvík, og eisini hava teir leikt dystirnar á Toftum og í Vági, har HB oftani hevur tað [...] fótbóltsspælinum, sum hittust í Gundadali sunnudagin. Í fjør vóru HB og NSÍ eisini tey bæði fremstu liðini í landskappingini, og nú tey aftur togast um at koma heilt fram í oddin, var tað tí við stórum [...] blandingin av ymsum dygdum eisini vera í lagi í álopspartinum, og so leingi sum Martin Christensen heldur fram við sínum arbeiðsavriki á miðvøllinum, er saknurin í Rógva ikki so stórur her, sum tað annars
barnaárunum er hetta nógv, men tá ið komið er upp í vaksnamannaliðið, er javnvág komin í. Tá eru t. d. barnaárini ein felgas ogn, sum ikki er merkt av einum ávísum ársmuni. Tá ið leitað verður aftur í tíðina, [...] minnist bara 1. ørindi: Nú Andenes er farin, so keðiligt tað er, og Tetis er komin ístaðin, men tað kanska sama ger. Ein ungur lærari av Strondum kom inn í myndina í 1954. Arnold var komin til Fuglafjarðar [...] øll hesi ár í hesi gongd, og hetta er fyrimyndarligt. Ja, sekstifimm ár eru farin í tíðarinnar hav. Hetta er ikki smávegis, og havi eg bara nomið við okkurt hissini, sum rann mær til hugs í kurvastólinum
og kanska eisini tí liðið í ár als ikki tykist hava somu styrkina sum liðið, ið í fjør vann sær bronsumerki í bestu norsku deildini. Hinvegin er einki at dylja yvir, at júst móti norskum feløgum og norskum [...] Knudsen frammanfyri Henrik Larsen fekk staðfest, at so leingi hann er millum aktivu leikararnar í Føroyum, so er hann sjálvskrivaður í landsliðshópinum. Ein annar av leikarunum, sum eisini skraði framúr [...] Eftir steypasigurin í fjør fekk NSÍ fyri fyrstu ferð møguleikan at royna seg í europeiskum høpi, og var hósdagurin settur sum dagurin, har felagið skuldi upp til próvtøku í so máta. At tað var norska Lyn
meira í so máta. Spurningurin er tó, um plássið hjá John á landsliðnum ikki er eitt vet longri frammi á vøllinum, har leikligu dygdirnar koma betri til sín rætt, og har kravið um arbeiðsavrik ikki er eins [...] vunnið sær fast sæti í føroyska álopinum, men megnaði eins og Christian Høgni ongan tið heilt at sannføra um sítt virði hesaferð. Kanska er størsti veikleikin í føroyska álopspartinum í løtuni, at vit ongan [...] taka á sín kappa, tá hann fór heilt skeivur av hornasparki. At hetta var spell, er einki at ivast í. Ikki minst tí Jákup í aðrar mátar stóð ein góðan dyst, og eisini hevði onkra bjarging, sum kundi verið
fet upp móti heiðursmerkjunum. Seinast var Jónstein Petersen leikbannaður, men hann er tøkur aftur, og eftir spælið, sum hann sýndi í UEFA-Cup dystinum móti Lyn er einki at ivast í, at hann er ein styrkur [...] Runavíkar. Hetta er nú komið upp á pláss, og einki er at ivast í, at tað júst er einum vandamiklum álopsmanni, sum NSÍ hevur sóknast eftir í ár. Bæði Helgi og Sonni L. Petersen hava verið raskir, og verið [...] uppeftir á talvuna. Her er NSÍ eitt av liðunum, sum veruliga tykist hava fingið fótin fastan í oddinum, og tí er einki at ivast í, at talan verður um trupla uppgávu hjá VB. Liðið er tó væl mannað. Eingi leikbann
nátúrlig avgerð hjá talvsambandinum, eftirsum Flóvin er suvirent tann næsti í røðini í føroyskari telving, tá rating viðvíkur. Á feskasta ratinglista, sum er at finna á www.faroechess.com, hevur John Arni 2425 [...] 2329. Tann triði á listanum er føroyameistarin Martin Poulsen við 2265 ratingstigum. Flóvin hevur í summar sum altíð verið aktivur við talvborðið, hesaferð í Politiken Cup í Keypmannahavn við góðum úrsliti [...] Talv Í samband við at DSU (danska talvsambandið) fyllur 100 ár, verður NM telvað á flatlondum í ár. Legendan Bent Larsen, sum nú er vorðin 68 ár, verður frásøgumaður til kappingina, soleiðis at áhugaði
ikki færri enn 150 mál! Unglingin legði bragdliga fyri í Lyn, men er síðani fánaður burtur í einki. Fyri tað mesta er hann als ikki sloppin upp í part á besta liðnum hjá Oslo-felagnum, men hóskvøldið fekk [...] Oslo) Tað var ikki sørt av ófriði í Lyn dagarnar undan seinna UEFA Cup-dystinum móti NSÍ, sum varð spældur hóskvøldið. Illa hevur gingist norsku bronsuvinnarunum frá í fjør í landskappingini, og tað stóð langt [...] spælararnir vóru í flestøllum lutum omaná, og hóast NSÍ í løtum fekk skapt nakað fram eftir vøllinum, stóð mangan á í verjustøðunum, har Lyn serliga væl dugdi at spæla seg ígjøgnum í síðunum. Hetta stóðst
rent seg í trupulleikar. Alivinnan er sum kunnugt í kreppu, rækjuflotin hevur í longri tíð havt trupulleikar og eisini vísa fiskaprísirnir seg ikki frá síni bestu síðu í hesum døgum. Hetta er alt við til [...] Tryggari búskapur Hinvegin er greitt, at føroyski búskapurin er á væl tryggari grund í dag, enn í 80?unum. Eitt nú eru peningastovnarnir væl fyri, samlaða uttanlandsskuld føroyinga er broytt til stóra uttanlandsogn [...] undirskot ella yvirskot, so vísti Helgi Abrahamsen í grein í undanfarnu viku á trupulleikan við at gera fíggjalóg við undirskoti fyri komandi ár. Hinvegin hevur formaðurin í Búskaparráðnum ? Herman Oskarson
spurdust eisini burturúr. Helgi L. Petersen og Karsten From høvdu eisini havt onkrar av hesum í part, tá tað um miðjan hálvleikin eydnaðist Helga at fáa bóltin í kassan. Uppspælið kom í vinstru, haðani Jónstein [...] Fyrsta europeiska ævintýrið hjá Runavík endaði við brestin, tá teir fyrr í vikuni vóru fyri einum syngjandi 6-0 tapi í útidystinum móti norska Lyn. Tí var setningurin fyrst og fremst at reisa seg sálarliga [...] bakkanum at syngja um, at tað bert er ein Sjúrður Jacobsen. At tað so sambært telefonbókini á netinum eru í minsta lagi fimm, var tó ikki nakað, sum teir mundu leggja stórvegis í. Á vøllinum var bert hin eini
verða lægst styrkismettur í tílíkum høpi er avbjóðandi og mennandi, og ein kann nærum bert yvirraska. Flóvin er kendur sum ein sannur stríðsmaður, ið neyvan fer at lata trý tap í byrjanini av kappingini [...] (2560). Í opna frábrigdinum í sponsku byrjanini, leikti Flóvin eitt petti óneyvt, og skjótt fekk íslendarin avgerandi fyrimun. Flóvin stríddist manniliga í eyðkendum stíli, men mátti lúta í endatalvinum [...] uppá tíð í taptari støðu, men tendensurin var góður í talvinum og boðar tað frá góðum komandi umførini. Í triðja umfarinum sat enn ein íslendskur stórmeistari yvir av Flóvini. 47 ára gamli Helgi Olafsson