Flóvin í hørðum streymi

Trý umfør eru leikt í Norðurlandameistaraskapinum, sum verður leikt í Århus, og enn hevur umboð okkara ikki fingið stig. Øll trý talvini hava verið móti stórmeistarum

Talv

Ikki óvæntað hevur havnarmaðurin Flóvin Tór Næs havt trupulleikar ímóti sterku norðurlendsku mótstøðuni. At verða lægst styrkismettur í tílíkum høpi er avbjóðandi og mennandi, og ein kann nærum bert yvirraska.
Flóvin er kendur sum ein sannur stríðsmaður, ið neyvan fer at lata trý tap í byrjanini av kappingini ávirka gongdina nakað serligt næstu átta umførini, sum eftir eru at telva. Sjálvandi setur tað nøkur nátúrlig spor, so sum eyka nervar, og at hinir telvararnir fyri einhvønn prís vilja vinna á tær. Men sjálvsálit Flóvins er við vissu ikki knekkað. Og enn eru bert trý umfør leikt, og kappingin tí illa nokk farin av bakkastokki.

3 x stórmeistarar
Flóvin legði út við svarta fólkinum móti íslendska stórmeistaranum Hannes Stefansson (2560). Í opna frábrigdinum í sponsku byrjanini, leikti Flóvin eitt petti óneyvt, og skjótt fekk íslendarin avgerandi fyrimun. Flóvin stríddist manniliga í eyðkendum stíli, men mátti lúta í endatalvinum við tveimum finnum minni.
Sunnudagin hevði havnarmaðurin hvíta fólkið móti GM Heikki Kallio (2471), sum yvirtók plássið hjá landsmanninum IM Tomy Nybäck (avboð vegna sjúku). Hetta varð eitt spennandi og opið talv, hóast Flóvin valdi tí heldur stillu byrjanina, lukkaða frábrigdið í sisilionskum. Á heimasíðuni hjá kappingini, www.skak-nm.dk, stendur: ?Flóvin havde muligvis overtaget en overgang, men gik i begyndende tidnød galt i byen og tabte materiale, og i træk 40 overskred han?. Flóvin tapti sostatt uppá tíð í taptari støðu, men tendensurin var góður í talvinum og boðar tað frá góðum komandi umførini.
Í triðja umfarinum sat enn ein íslendskur stórmeistari yvir av Flóvini. 47 ára gamli Helgi Olafsson hevur seinastu tíggju árini ikki verið serliga aktivur, men valdi at broyta um hetta í fjør. Hann hevur seinasta árið fingið mong góð úrslit, og er tí í veruleikanum helst nakað sterkari enn hansara ratingtal á 2498 sigur okkum. Flóvin kom tíðliga undir stórt trýst við svarta fólkinum, og hevði tapta støðu í miðspælinum.


Støðan eftir 3. umfar:
GM Hector (2538)Svøríki3,0
GM Olafsson (2498)Íslandi2,5
GM Stefensson (2560)Ísland2,0
GM C. Hansen (2618)Danmark2,0
GM Agrest (2605)Svøríki2,0
GM Kallio (2471)Finnland1,5
IM Palo, (2510)Danmark1,5
GM Gausel (2533)Noreg1,0
FM Lehtinen (2362)Finnland1,0
GM Schandorff (2525)Danmark1,0
IM Lie (2440)Noreg0,5
FM Flóvin Tór Næs (2330)Føroayr0,0

Flóvin hitti eftir evstamark týsdagin størsta danska talentið í løtuni, 17 ára gamli IM Davor Palo. Kappingina endar 17. septembur.