Flóvin umboðar Føroyar

Norðurlandameistaraskapurin í talvi verður leiktur 6-17. septembur í Århus. Flóvin Tór Næs er føroyska umboðið, eftir at John Arni Nilssen mátti geva avboð

Talv

Í samband við at DSU (danska talvsambandið) fyllur 100 ár, verður NM telvað á flatlondum í ár. Legendan Bent Larsen, sum nú er vorðin 68 ár, verður frásøgumaður til kappingina, soleiðis at áhugaði kunna fylgja gondini í øðrum høli við fyrsta danska stórmeistaranum sum høvuðsnavn. Larsen er kendur fyri gjøllar, lættar og skemtingarsamar frásøgur um ymisku talvini.
Telvað verður í døgunum 6-17. septembur. Tólv telvarar og ellivu umfør, allir móti øllum.

NM-hópurin:
GM Hannes Stefansson2560, Ísland
GM Helgi Olafsson2498, Ísland
GM Evgeni Agrest2605, Svøríki
GM Jonny Hector2538, Svøríki
GM Einar Gausel2533, Noreg
IM Kjetil A. Lie2440, Noreg
IM Tomi Nybäck2483, Finnland
FM Heikki Lehtinen2362, Finnland
FM Flóvin Tór Næs2330, Føroyar
GM Curt Hansen2618, Danmark
GM Lars Schandorff2525, Danmark
IM Davor Palo2510, Danmark

Fremsti norðurlendingur í løtuni, danin Peter Heine Nielsen (2636), luttekur ikki. Sterkasti norðmaður, Simen Agdestein (2571) er ikki, eins og fremsti íslendingurin Jóhan Hjartason (2640), serliga aktivir meira og luttekur tí ikki.
Einar Gausel er hinvegin eitt spennandi navn. Hann fer nevnliga komandi vetur at telva við føroyska talvfelagnum í Keypmannahavn, har hann kemur at manna fyrsta borðið framanfyri John Arna Nilssen á øðrum borði.

Flóvin kann bíta frá sær
Tá okkara fremsti telvari John Arni gav avboð, varð skjótt boð send eftir 25 ára gamla Flóvin Tór Næs. Hetta var ein nátúrlig avgerð hjá talvsambandinum, eftirsum Flóvin er suvirent tann næsti í røðini í føroyskari telving, tá rating viðvíkur. Á feskasta ratinglista, sum er at finna á www.faroechess.com, hevur John Arni 2425, meðan Flóvin hevur 2329. Tann triði á listanum er føroyameistarin Martin Poulsen við 2265 ratingstigum.
Flóvin hevur í summar sum altíð verið aktivur við talvborðið, hesaferð í Politiken Cup í Keypmannahavn við góðum úrsliti. Hann fer sjálvsagt at fáa tað torført sum lægst rataði í Århus. Allir vilja vinna á honum, og fær Flóvin tí til dømis ongan skjótan javnleik, um hann ynskir at spara seg, sum vanligt er í drúgvum kappingum. Men Flóvin hevur dygdir sum treiskleika, tol og eisini er hann eftirhondini ein royndur telvari, hóast unga aldurin. Mangan hevur Flóvin fingið góð úrslit móti væl sterkari telvarum, harav stórmeistarum.

Normmøguleikar
Ífylgju altjóða talvdómaranum Mogens Nielsen, sum er vælkendur á føroyskum leiðum, er IM-norm kravið hjá Flóvini 4,5 stig av ellivu møguligum. Hetta ljóðar kanska í fyrstu syftu sum ein yvirkomilig uppgáva hjá Flóvini, men vit muga ikki gloyma mótstøðu hansara; sjey stórmeistarar, tríggir altjóða meistarar og einum Fide-meistara (FM), sum tað kallast.
Føroyska umboðið skal sum sagt í eldin 6. septembur, og herfrá verður ynskt honum góðar talvdagar í Århus.