NSÍ fekk »Lyn-kursus« í fótbólti

Ein og sami maður skjeyt øll seks málini, tá Lyn vant burtur úr NSÍ á Ullevaal Stadion í Oslo hóskvøldið. Styrkin og skjótleikin vóru stóri munurin á liðunum, og tey seks málini vóru eisini veruligi munurin á liðunum.

(Sosialurin, Oslo) Tað var ikki sørt av ófriði í Lyn dagarnar undan seinna UEFA Cup-dystinum móti NSÍ, sum varð spældur hóskvøldið.
Illa hevur gingist norsku bronsuvinnarunum frá í fjør í landskappingini, og tað stóð langt um leingi øllum greitt, at nú mátti okkurt gerast, ið kundi venda gongdini.
Seinnapartin mikudagin tók so venjarin, Teitur Þórðarsson, mest avgerandi stigið av øllum, tá hann segði seg úr starvi, tí hann ikki vildi standa fyri, so liðið fekk ment seg og onkursvegna skuldi sleppa upp úr aldudalinum aftur.
Ikki fyrr enn hósdagin, sama dag sum Lyn skuldi spæla móti NSÍ, høvdu spælararnir fingið sannført leiðsluna um, at teir sjálvir vildu taka leiðsluna av liðnum.
Tommy Berntsen, sum spælir í miðverjuni, varð av spælarunum valdur at vera venjari, og sær til hjálpar uttan fyri síðulinjuna skuldi hann hava ein annan spælara, Axel Kolle, sum annars hevur verið skaddur leingi. Eisini danski Steven Lustü hevur ein leiklut í nýggju venjaraskipanini.

Sterkari og skjótari
Spurningurin var so, hvussu hetta fór at ávirka avrikið hjá Lyn í UEFA Cup-dystinum móti NSÍ, tí tað kundi verið ymist, ið spurdist burturúr.
Ein møguleiki var, at hetta lamskotna liðið hvørki fekk eitt ella annað at hanga saman, og at tað tí kanska kundi vera ein kjansur hjá runavíkingum enn eina ferð at koma heiðurliga burtur úr tí.
So var ein annar møguleiki, at spælararnir nú langt um leingi kundu fáa tingini at glíða sum á skinnarum, og at teir kundu sleppa at spæla tann fótbóltin, teir kanska ikki hava kent seg at sloppið, meðan Teitur Þórðarsson hevur sitið við róðrið.
Tá teir 90 minuttirnir vóru farnir hóskvøldið á Ullevaal Stadion í Oslo, vísti tað seg við sjey tumma seymi at verða staðfest, at Lyn ikki fall í nakra grøv, men spældi sum eitt ódnarveður, so NSÍ ikki fekk fótin fyri seg á hesum sinni.
Illa ber til at sleppa undan orðaspæli, tá dysturin skal lýsast, tí her var í veruleikanum talan um eitt »Lyn-kursus« í fótbólti, sum NSÍ fekk í dystinum, ið endaði við tennissiftunum 6-0 til norðmenninar.
NSÍ-venjarin, Jógvan Martin Olsen, royndi seg við einari 4-3-3 spælskipan, ið skuldi leggja trýst á aftastu verjuketuna hjá Lyn, men tað var nokk so skjótt greitt, at hetta fór illa at bera til.
Og hóast NSÍ skifti til tað meira vanliga og kenda 4-4-2 eftir ikki so langari tíð, var tað heldur ikki nóg mikið til at gera seg galdandi.
Til tað var liðið hjá Lyn so mikið nógv betri, sterkari, skjótari og í allar mátar effektivari enn liðið hjá NSÍ.

Gulir glottar
Hóast spælararnir hjá NSÍ royndu og royndu, so fingu teir ikki bilbukt við sterku norsku mótstøðuna, ið hevði munin á so at siga øllum økjum og so at siga alla tíðina.
Onkrir glottar vóru tó, og serliga fyrrapartin av dystinum royndi NSÍ at seta ígjøgnum við onkrum royndum á Lyn-málið, men uttan at fáa aðra úrtøku burturúr enn okkurt hornasparkið, tá málverjin bjargaði.
Tá Jónstein Petersen smeyg sær fram við fleiri Lyn-spælarum og at enda varð koyrdur um koll beint uttan fyri Lyn-brotsteigin níggju minuttir inn í dystin, royndi Sjúrður Jacobsen seg við frísparki, ið tó endaði í norska verjumúrinum.
Ian Højgaard hevði tíggju minuttir seinni eina góða skotroynt beint uttan fyri brotsteigin, eftir at Sonni L. Petersen fyrst var farin ígjøgnum í høgru síðu, og bólturin umvegis Gert Langgaard og Rúna Rasmussen endaði hjá Ian, sum trekti fram við tveimum norðmonnum og síðani skjeyt.
Fimm minuttir seinni slapp Sonni aftur ígjøgnum í høgru síðu og legði innfyri til bróðurin, Helga L. Petersen, sum var komin í fría støðu heilt tætt Lyn-málinum, men innleggið lá ov aftarlaga til, at Helgi kundi fáa beint bóltin í málið.
Beint fyri steðgin sendi Brynjolvur Nielsen bóltin fram til Sonna, sum var púra fríur, men ikki fekk komið sær nóg skjótt í skotstøðu, og tí spurdist einki burtur úr tí.
At enda var Sonni eisini upphavið til enn ein møguleika, tá hann fekk smoygt sær fram gjøgnum vinstru síðu og spælt inn í brotsteigin til Helga, sum tó vendi eitt sindur skeivt og nokk ikki visti, hvussu leysur hann var. Hann sendi út frá málinum til Kára Hansen, sum kom stormandi, men skotið frá honum fór við síðuna av málinum.
Onkrir av hesum møguleikunum vóru størri og onkrir smærri, men undir vanligum umstøðum hevði eisini onkur av teimum givið mál. Men móti Lyn bar ikki til, og við tíðini hvarv helst eisini trúgvin uppá, at tað kundi bera til, tí mótstøðan var so øgilig.

Seksfaldur málskjútti
Hinvegin átti Lyn eina ørgrynni av heilum og hálvum málkjansum, og endaliga úrslitið á máltalvuni kundi ? um heilt illa vildi til ? sæð uppaftur verri út hjá NSÍ.
Tað mundi tó vera nóg ringt, at dysturin skuldi tapast við tennissifrunum 6-0 ? og at tað so enntá var ein og sami maður, ið skjeyt øll málini hjá Lyn.
Eldar Hadzihmemedovic eitur hann og er bara 18 ára gamal. Hann er úr Bosnia og kom til Norra saman við familjuni fyri sjey árum síðani. Fyri tveimum árum síðani tryggjaði Lyn sær hann frá einum minni felag, Bærum, har Hadzihmemedovic hevði skorað ikki færri enn 150 mál!
Unglingin legði bragdliga fyri í Lyn, men er síðani fánaður burtur í einki. Fyri tað mesta er hann als ikki sloppin upp í part á besta liðnum hjá Oslo-felagnum, men hóskvøldið fekk hann møguleikan ? og tók hann so sanniliga eisini.
Við trimum málum hvørju megin hálvleikssteðgin syrgdi hann við tveimum ektaðum »hat-trickum« fyri, at Lyn samanlagt kom víðari við einum 9-1 sigri. Fyrri dysturin móti NSÍ, sum var á Svangaskarði fyri tveimum vikum síðani, endaði 3-1 til Lyn.
Allarhelst fekk Eldar Hadzihmemedovic eisini skrivað navn sítt í europeisku fótbóltssøguna hóskvøldið, tí menn vita bara um ein annan spælara, sum í einum europeiskum dysti hevur skotið seks mál.
Tað var Mascarenhas, sum skoraði seks ferðir fyri Sporting Club, tá portugisiska felagið afturi í 1963 vann heili 16-1 á Apoel av Kypros í einum Europa Cup-dysti. Men honum eydnaðist tó ikki at skjóta tvífalt »hat-trick«.

Kaldasveitti og marra
Sjálvandi er tað ikki hugaligt at tapa so stórt, sum NSÍ gjørdi tað hóskvøldið, men tað tóktist eftir dystin vera breið semja millum allar, at hetta nokk var veruligi munurin á liðunum báðum.
Norsku spælararnir vóru í flestøllum lutum omaná, og hóast NSÍ í løtum fekk skapt nakað fram eftir vøllinum, stóð mangan á í verjustøðunum, har Lyn serliga væl dugdi at spæla seg ígjøgnum í síðunum.
Hetta stóðst av, at NSÍ ikki í nóg stóran mun fekk fylt holini, samstundis sum norski skjótleikin ofta fekk runavíkingarnar at síggja yvirspældar út í støðum, har teir annars plaga at standa stinnir. Tað sigur nokk eisini nakað um, at munur var á monnum.
Ta einu løtuna í seinna hálvleiki vóru runavíkingar sannførdir um, at málverjin hjá Lyn, Ali-Al Habsi, fór at verða útvístur, tá hann leyp upp uttan fyri Lyn-brotsteigin og tók bóltin niður við hondunum.
Sonni L. Petersen var runnin í góða støðu og hevði við rættiliga stórari vissu fingið bóltin, sum hann annaðhvørt sjálvur kundi skotið móti málinum ella spælt inn til Helga, sum var púra leysur mitt fyri.
Estlendski dómarin hugsaði tó øðrvísi um hendingina og valdi at sekta omanska landsliðsmálverjan við gulum korti, heldur enn at geva tað reyða, sum er vanliga revsingin til ein málmann, sum við »hondbólti« uttan fyri egnan brotsteig tekur málmøguleika frá mótstøðuliðnum.
Tí fingu vit ongantíð at vita, um NSÍ við ellivu monnum móti tíggju kundi gjørt ein vørr, ið møguliga hevði pyntað um úrslitið. Kanska hevði tað eydnast og kanska ikki.
Í øllum førum man lítið vera at ivast í, at tað, sum NSÍ-ararnir við bæði kaldasveitta og marru fyrst og fremst fara at minnast dystin fyri, er bosniski unglingin, Eldar Hadzihmemedovic ? samstundis sum seksfaldu tónarnir »Heja Lyn!« fara at runga í oyrunum_