Miðlar: Eingin yvirlivandi eftir flogvanlukkuna í Russlandi

Umleið 50 fólk vóru umborð á einum flogfari, sum datt niður nærhendis býnum Tynda í russiska Amur-landslutinum.

Eingin av teimum umleið 50 fólkunum, sum vóru við flogfarinum, hevur yvirlivað eina flogvanlukku í Eysturrusslandi, skrivar almenna tíðindastovan Tass og vísir á fyribils upplýsingar.

Tað er ikki váttað av russiskum myndugleikum, at tey umborð eru deyð.

Fyrr hósdagin mistu loftferðslumyndugleikarnir í Russlandi sambandið við ferðafólkaflogfarið, sum er eitt An-24.

Russiska tíðindastovan Ifax boðaði síðani frá, at vraklutir vórðu funnir í Amur-økinum.

Samstundis segði eitt neyðhjálparfólk, at ein tyrla hevði funnið flogfarið, og at eldur var í skrokkinum.

Enn er ikki staðfest, hvussu nógv fólk vóru umborð á flogfarinum, sum skuldi til býin Tynda í Amur-landslutinum.

Lokalguvernørurin, Vasily Orlov, sigur, at sambært fyribils tølum vóru 43 ferðafólk - teirra millum fimm børn - og seks starvsfólk í flogfarinum. Tað er 49 fólk.

Russiska neyðhjálparmálaráðið sigur, at talið er nærri 40.

Flogfarið hvarv av radarskermum, tá tað nærkaðist Tynda.

Niðurdotna flogfarið verður brúkt av flogfelagnum Angara, sum hevur heimstað í Sibiria.

 

Ritzau/Reuters