Eftir steypasigurin í fjør fekk NSÍ fyri fyrstu ferð møguleikan at royna seg í europeiskum høpi, og var hósdagurin settur sum dagurin, har felagið skuldi upp til próvtøku í so máta.
At tað var norska Lyn, sum gjørdist mótstøðuliðið, hevði sum so bæði fyrimunir og vansar. Fyrimunir, tí hetta ikki viðførdi nakrar ovurstórar ferðaútreiðslur, tá farið verður Noregs, og kanska eisini tí liðið í ár als ikki tykist hava somu styrkina sum liðið, ið í fjør vann sær bronsumerki í bestu norsku deildini.
Hinvegin er einki at dylja yvir, at júst móti norskum feløgum og norskum fótbólti sum heild hevur tað ofta verið sera tungt hjá føroyskum leikarum. Eitt nú hava tey bæði havnarfeløgini fingið av at vita á sínum noregsferðum, eins og føroyska manslandsliðið heldur ikki man minnast Noreg sum nakað lætt mótstøðulið.
Royndu at spæla
Undan dystinum vóru boðini frá NSÍ-venjaranum, Jógvan Martin Olsen, at hansara menn skuldu tora at spæla fótbólt. Tora at vera við til at mynda dystin, og so mátttu teir bara síggja, hvussu langt hetta kundi bera.
Og fyrstu trý korterini var eisini eyðsæð, at tað var júst hetta, sum runavíkingarnir royndu. At mótstøðumenninir leikliga vóru omaná, tóktist sum so ikki at órógva heimaliðið, sum í sínum lag royndi at spæla seg niðaneftir vøllinum.
Tað viðførdi so hinvegin eisini, at Lyn kom fram til fleiri heilar og hálvar møguleikar. Við spælskipanini, sum í útgangsstøði líktist einari 4-5-1 royndu teir at toyggja spælið út í borðini, har Per Egil Swift og Johan Guðmundsson fleiri ferðir brutu ígjøgnum. Antin við tøttum dragingum, ella við skjótum samanspæli, har bólturin eftirfylgjandi varð sendur í tómrúmuni, sum serliga í høgra verjuborði hjá NSÍ vóru stór.
Í Jens Martini hava runavíkingar tó ein vanliga tryggan aftasta skansa, og fleiri ferðir gav hann eisini royndir uppá, hví hann nú í nógv ár hevur verið fast innbúgv á landsliði okkara.
Tað mátti bresta
Um miðjan fyrra hálvleik gekk tó galið. Enn ein nærgangandi roynd hjá Lyn endaði við hornasparki, og tá hetta varð sent innfyri, fekk NSÍ ikki vart fyri. Bólturin endaði hjá Ole-Bjørn Sundgot, sum fekk beint hann í málið. Og so kundu norsku áskoðararnir við vøllin klappa. Onkur teirra enntá somikið ógvusligt, at eitt neyðbluss endaði á vøllinum, soleiðis at dysturi mátti steðgast eina løtu, samstundis sum norski áskoðarin varð leiddur út av leikvøllinum.
Runavíkingar fullu tó ikki í fátt, og fáar minuttir eftir hetta fingu teir kanska besta møguleikan í dysitnum. Eitt skjótt kontra varð sett ígongd, og við eini langari diagonal-sending varð Jónstein Petersen leiktur leysur. Heldur enn at seta kós beint móti málinum ivaðist hann nakað, áðrenn ferð varð sett á, og hetta gav verjuni møguleika at kroysta hann nakað úteftir. Og tá skotið so loksins kom, hevði møguleikin at spælt Helga L. Petersen blankan helst verið betra valið.
Einstakar aðrar ferðir var eisini vandi á ferð framman fyri norska málið, men stutt fyri hálvleik varð allur ivi um úrslitið burturbeindur. Runavíkingar royndu at seta rangstøðufelluna, men hetta miseydnaðist, soleiðis at Johan Guðmundsson heldur fór sjálvur avstað, og eftir at hava rundað Jens Martin setti hann bóltin í netið.
Og tað var sum so tað. Seinna umfarið var skjótt greitt, at runavíkingar høvdu nýtt tað mesta av orkuni. Spælið var als ikki á sama støði eftir steðgin, og áskoðarin mundi leingi sita við varhuganum av, at mótstøðumenninir ikki gjørdu so øgiliga nógv meira enn tað, sum teimum nýttist at gera. Vandi var ofta á ferð, men fram til 80. minutt tóktist tó, at 2-0 skuldi gerast endaliga úrslitið. Tá endaði eitt væl spælt álop tó við, at Helgi Sigurðsson tætt inni undir málinum kundi økja um munin.
Men runavíkingar fingu seinasta orðið. Ein stór misskiljing í norsku verjuni førdi til, at ein returbóltur ikki varð ruddaðu burtur. Helgi L. Petersen var rangstaddur, men hann gav greið tekin um, at hann ikki var partur av spælinum, og so kundi Jústinus R. Hansen einsamallur við málverjanum senda í kassan. Hetta kveikti lív í lítla herin av guliganz, sum høvdu leitað sær niðan á Svangaskarð, og seinastu minuttirnar royndu teir eisini at seta dám á, men í veruleikanum mundu eisini teir ásanna, at runavíkingar so ikki koma víðari í hesi royndini. Í øllum førum ikki uttan at ein sensatión av teimum heilt stóru verður at síggja í Oslo um tvær vikur.
Fingu staðfest seg
Víðari luttøku høvdu runavíkingar tó neyvan roknað við sjálvir. Heldur var fremsta málið at gera ein góðan figur, sum tikið verður til, og yvir høvur má eisini sigast, at hetta eydnaðist hampuliga væl. At tapa móti einum betri liði er ongan tíð nøkur skomm, og tað var eitt betri lið, sum runavíkingar her hittu.
Skulu nakrir einstaklingar nevnast, so slepst ikki uttanum, at Jens Martin Knudsen frammanfyri Henrik Larsen fekk staðfest, at so leingi hann er millum aktivu leikararnar í Føroyum, so er hann sjálvskrivaður í landsliðshópinum. Ein annar av leikarunum, sum eisini skraði framúr hendan dagin, var uttan iva Jónstein Petersen. Hann telist kanska ikki millum størstu bóltsnillingarnar á liðnum, men hann staðfesti í øllum førum, hvussu nógv skjótleikin hevur at siga í altjóða fótbólti. Tá runavíkingar gjørdu um seg, var tað aloftast í hansara borði, at hetta hendi, og meira enn tí einu ferðina noyddist mótstøðan at steðga honum á slíkan hátt, at dómarin sá seg noyddan at floyta og koma við formanandi orðum.
Men sum heild, so má sigast, at eingin dumpaði fullkomuliga til royndina. Liðið fekk víst, at teir væl kunnu vera við í føroysku umboðanini komandi árini, og við lága miðalaldrinum á liðnum í huga kann hetta væl gerast oftani. Ikki minst, um tað eisini eydnast liðnum at finna ein kvalifiseraðan avloysara til Jens Martin, tá hann einaferð velur at leggja handskarnar á hillina.
Dysturin í tølum
NSÍ-Lyn 1-3 (0-2)
UEFA-Cup dystur á Svangaskarði
811 áskoðarar
0-1: Ole-Bjørn Sundgot, 22
0-2: Johan Guðmundsson, 38
0-3: Helgi Sigurðsson, 80
1-3: Jústines R. Hansen, 87
Dómari: Igor Egorov (RUS)
NSÍ: 1. Jens Martin Knudsen ? 15. Brynjálvur F. Nielsen, 10. Óli K. Hansen, 19. Messias Pereira, 18. Sjúrður Jacobsen (3. Jústinus R. Hansen, 84.) ? 7. Ger Langgaard, 5. Kári Hansen (4. Rúni Rasmussen, 79.), 6. Ian Højgaard, 8. Jónstein Petersen ? 17. Sonni L. Petersen (13. Andy Ó. Olsen, 54.), 12. Helgi L. Petersen
Gult kort: Kári Hansen, 13, Jónstein Petersen, 55, Helgi L. Petersen, 70
Á beinkinum uttan at verða skiftur inn: 16. Jákup E. Hansen, 2. Áki L. Hansen, 9. Høgni S. Højgaard, 20. Bjarni Danielsen.
Venjari: Jógvan Martin Olsen
Hjálparvenjari: Trygvi Mortensen
Liðleiðari: Dan M. Olsen
Fysioterapeutur: Marjun Thomassen
Umboðsmaður: Dánjal Jákup Højgaard
Lyn: 26. Ali Al-Habsi ? 2. Frode Hansen, 16. Kristian Onstad, 5. Stevan Lustü, 21. Jakob Augustsson ? 7. Johan Guðmundsson (25. Pål Rustadstuen, 71.), 11. Jonny Hansen, 6. Ole-Bjørn Sundgot (15. Eldar Hadzimehmedovic, 82.), 17. Thomasz Sokolowski, 8. Per Egil Swift (19. Yngvar Håkonsen, 64.) ? 9. Helgi Sigurðsson
Gult kort: Steven Lustü, 29
Á beinkinum uttan at verða skiftur inn: 1. Thomas Andrew Ødegaard, 10. Jan Derek Sørensen, 24. Espen Schjerven
Venjari: Teitur Þórdarsson
Hjálparvenjarar: Sture Fladmark og Espen Granli
Fysioterapetur: Geir Kaasene
Massørur: Tom Erik Jørgensen
Liðleiðari: Rune Tonning