Fótbóltur
Fyrsta europeiska ævintýrið hjá Runavík endaði við brestin, tá teir fyrr í vikuni vóru fyri einum syngjandi 6-0 tapi í útidystinum móti norska Lyn.
Tí var setningurin fyrst og fremst at reisa seg sálarliga, nú EB/Streymur kom á vitjan. Ein dystur, sum fyri NSÍ hevði alstóran týdning, um fylgjast skuldi við hinum oddaliðunum, sum leiktu sunnudagin.
Fyri EB/Streym hevði dysturin ikki minni týdning. Liðið hevur staðið seg væl í ár, og um talan kundi gerast um stig við Løkin, mundu fólk av álvara fara at tosa um møguleikan fyri europeiskum fótbólti. Prát, sum annars man hava verið veruleikafjart tey árini, sum felagsliðið higartil hevur verið í bestu deildini.
Lívligt við góðari ferð
Og tað var ein sannroynd, at báðir partar løgdu nógv fyri mánakvøldið. Ferðin varð alt fyri eitt sett hampuliga høgt, og tá bæði liðini royndu at breiða spælið út á vengurnar, soleiðis at sleppast kundi inn um fløtu verjurnar, gjørdist talan um rættiliga lívligt undirhald, har spælið hevði hug at ferðast aftur og fram.
Tað var tó heimaliðið, sum hevði størra trýstið á ketlunum hesa fyrstu løtuna. Serliga lá væl fyri hjá kvika Jónstein Petersen at renna seg inn um verjuna, og møguleikar spurdust eisini burturúr. Helgi L. Petersen og Karsten From høvdu eisini havt onkrar av hesum í part, tá tað um miðjan hálvleikin eydnaðist Helga at fáa bóltin í kassan. Uppspælið kom í vinstru, haðani Jónstein seindi innfyri. Ian Højgaard var fyrstur á harða innlegginum, og tá bólturin so brast í stólpan, kundi Helgi gera seinasta arbeiðið.
Hetta gav kanska runavíkingunum betri frið yvir spælið, og eina løtu tóktist eisini, sum um EB/Streymur fánaði nakað. Men bert eina løtu.
Dreymamál avgjørdi
Seinasta løtan av fyrra hálvleiki og at kalla allur seinni hálvleikur vóru nevnliga sera undirhaldandi. EB/Streymur hevði ongan hug at geva skarvin yvir. Heldur ikki eftir at Karsten From við sínum fyrsta málið fyri NSÍ hevði økt til 2-0 eftir horna. Eitt mál, sum annars varð feirað við manér, tá Karsten fyrst takkaði liðfeløgunum og síðani áskoðarunum.
Kanska átti hetta málið eisini at punktera gestirnar, men tað gjørdi tað ikki. NSÍ tók seg kanska eisini eitt vet aftur á vøllin, og so trýsti EB/Streymur. Møguleikarnir komu eisini, men hvørki Egil á Bø ella Marni Djurhuus fingu sett høvdið nóg væl á, tá teir í tveimum førum komu at standa væl fyri. Og so mundi tað eisini hjálpa væl hjá NSÍ, at Sorin Anghel ikki fekk verið við hjá EB/Streymi. Ikki tí at spælið út á vengurnar var nakað vánaligt hugskot, men til tíðir tóktist hetta nakað einstáttað, soleiðis at Óli Hansen og co. aloftast vóru hægstir, tá bóltarnir vórðu sendir inn.
Sum tíðin leið, so bendi alt eisini tann vegin, at NSÍ skuldi megna at ríða stormin av. Sjálvir høvdu heimamenninir eisini nøkur vandamikil kontra, tá EB/Streymur flutti alt meira fólk niðan, men tað var so ikki úr hesum, at seinasti seymurin varð settur í kistuna.
Uppspælið var av teimum meira róligu, og eingin mundi sum so gruna nakað, tá Sjúrður Jacobsen fekk bóltin. Staddur einar 35 metrar úti frá málinum gjørdi bakkurin tó ikki mætari enn at langa til, og so kundi gestirnir bara hyggja at, meðan bólturin streyk beina leið upp ímóti horninum, uttan at Gunnar á Steig hevði nakran møguleika at røkka honum. Eitt satt dreymamál, sum eisini fekk guliganz á bakkanum at syngja um, at tað bert er ein Sjúrður Jacobsen. At tað so sambært telefonbókini á netinum eru í minsta lagi fimm, var tó ikki nakað, sum teir mundu leggja stórvegis í. Á vøllinum var bert hin eini, og mál hansara hesaferð er heldur ikki eitt slíkt, sum tað koma serliga nógv av.
Gera sjálvir av
Og við sigrinum hevur NSÍ altso togað seg uppaftur í oddin. Teir hava framvegis møguleikan at gera seg galdandi í gullstríðnum, og fyri tað nógva kunnu teir eisini sjálvir gera av, hvussu langt teir skulu røkka. Ikki minst í teimum báðum komandi dystunum. Tá skulu teir fyrst á vitjan á Svangaskarði, fyri síðani at taka ímóti B36, og verður talan um stig her, so er nógv, sum bendir á, at teir í øllum førum skulu endurtaka silvurmerkini frá seinasta kappingarárið.
Hjá EB/Streymi var tapið hinvegin helst eitt beinleiðis farvæl til møguleikan at blanda seg heilt uppi í toppinum. Tað munnu tó vera fá, sum eru beinleiðis ónøgd um hetta, tí liðið hevur longu nú staðið seg betur enn nakrantíð áður. Og á pappírinum tykist møguleikin eisini vera, at liðið kann klintra í øllum førum nakað upp. Komandi umfarið taka teir ímóti oddaliðnum úr HB, og so eru dystir móti trimum liðum, sum øll eru stødd niðanfyri EB/Streym á talvuni. So hóast eitt farvæl til Europa, so bendir alt á metár kortini, og tað man nú heldur ikki vera so galið.
Dysturin í tølum
NSÍ-EB/Streymur 3-0 (1-0)
1-0: Helgi L. Petersen, 23
2-0: Karsten From, 50
3-0: Sjúrður Jacobsen, 81
Dómari:
Birgir Sondum. Hevði gott tamarhald á, og royndi ofta at samskifta við leikararnar við orðum, heldur enn kortum.
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Pereira, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard (Jústinus R. Hansen, 25), Kári Hansen, Ian Højgaard (Rúni Rasmussen, 64), Jónstein Petersen ? Karsten From (Sonni L. Petersen, 80), Helgi L. Petersen
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Gert Hansen, Andrzej Pacek, Egil á Bø, Bárður Olsen ? Marni Djuhuus, Marek Wierzbicki, Ronnie Samuelsen, Jákup Martin Joensen (Esmar Eiðisgarð, 76) ? Hans Pauli Samuelsen (Ingi Hansen, 46 (Teitur Joensen, 65)), Magni á Lakjuni