annars í allar mátar, ikki minst yvir fyri ógiftu brøðrum Lottusar í Rituvík. Tá Lotta, í juni mánað 1991, gjørdist sjúk og var bundin at song og koyristóli, bleiv sessur Adolfs í høgru síðu í bønhúsinum [...] andaðist Adolf Olsen í Søldarfirði, 91 ára gamal. Adolf var sonur Jóan Jakku Olsen, "Jóan Jakku í Ovaragerði" í Søldarfirði og seinnu konu hansara Malenu, ættað úr "Kúluni" á Toftum. Í fyrru giftu hjá Jóan [...] Jóan Jakku vóru fýra børn, tveir dreingir og tvær gentur. Í seinnu giftu vóru brøðurnir Óli, sum doyði í 1990, 75 ára gamal, og Adolf, sum nú sum tað seinasta av børnunum hjá Jóan Jakku legðist til hvíldar
Andlát Adolf V. Hansen doyði sunnukvøldið í Danmark, 66 ára gamalur. Saman við konuni, Marnu og dóttrini, Bjørg, búðu tey í eini góðari íbúð uttanfyri Århuus. Adolf og Marna eiga eisini børnini, Fríðrik [...] ár yngri enn Mariann. Í sínari tíð var Adolf nógv frammi í kjakinum her á landi og øll tey, sum ikki eru alt ov ung, vita, hvør maðurin var. Adolf gjørdist kendur sum formaður í Meginfelag Útróðrarmanna [...] konan sat við síðuna av. Tey fingu ein lastbil inn í síðuna á bilinum, og Adolf fekk stóran skaða í høvdið. Marna slapp frá vanlukkuni við smærri snuddum. Í langa tíð stóð um lív hjá Adolfi, og tey vistu ikki
læt lív í einari vanlukku við oynna Frøya, tá hann hin 1. januar í ár arbeiddi umborð á einum tænastubáti fyri norsku alifyritøkuna, SalMar, var 20 ára gamli, Adrian Røsand úr Kristisund kommunu í Møre og [...] løgreglan, sum nú í samráð við tey avvarðandi hevur almannakunngjørt navnið á manninum. Av eini ella aðrari orsøk gjørdist ungi maðurin kroystur millum bátin og eitt alibrúk, og hann doyði seinni av løstum [...] Alf Tore Sørheim, deildarstjóri í Sjóferðslustýrinum. Tað er eitt felag, sum rekur tænastubátar, FSV Group, ið eigur bátin, sum gjørdist partur av syrgiligu vanlukkuni í Noregi nýggjársdag. SalMar leigar
sum hvur staðið á odda fyri friðarsamráðingunum við Taliban í Afghanistan, doyði í dag, tá ein sterk bumba brast uttan fyri hús hansara í høvuðsstaðnum Kabul. BBC sigur, at Rabbani skuldi hava fund við [...] men tað er ikki greitt, um teir vóru har. Rabbani var forseti í Afghanistan í umleið ein mánað í 2001, tá Taliban-stýrið var rikið frá. Í seinastuni hevur hann staðið fyri samráðingunum við Taliban um [...] um frið, og eygleiðarar siga, at morðið er eitt beinleiðis álop á friðartilgongdina í tí illa krígsplágaða landinum.
hevur í eitt hálvt ár verið sjúkrasystir í Afghanistan eftir yvirgangsálopini tann 11. september í fjør. Hon er við í felagsskapinum »Læknar uttan landamørk«. Laura er fødd í Føroyum og hevur búð í Føroyum [...] gloymt í dag. Fólkið í norðurpartinum av Afghanistan býr í jørðholum. Tey búgva í klettunum í holum, sum eru gjørdar úr leiri. Nógv av húsunum eru krógvað soleiðis, at tey síggjast ikki aftur í landslagnum [...] Sumba og Fámijn. ? Eg eri hvørt ár í Føroyum minst eina ella tvær ferðir, sigur Laura Thomsen, sjúkrasystir. - Eg hevði eina gamla ommu í Sumba, men hon doyði meðan eg var í Afghanistan, tí hon var so sjúk
uppreistrarmenn í somaliska høvuðsstaðnum Mogadishu Nú eru aftur samanbrestir ímillum stjórnarhermenn og islamistiskar uppreistrarmenn í Mogadishu. Minst eitt fólk doyði í samanbrestunum í gjár. Tað hava [...] hjálp úr grannalandinum Etiopia. Tíðliga í ár tóku uppreistrarmenninir stórar partar av Somalia, men etiopiski stjórnarherurin rak teir burtur haðani. Bardagarnir í Mogadishu vísa kortini, at uppreistrarmenninir
Danmark misti aftur í dag ein hermann í Afghanistan Hermaðurin doyði, tá deild hansara kom í skotbardaga við Taleban-uppreistrarmmenn einar 20 kilometrar sunnan fyri býin Gereshk í Helmand-landslutinum [...] um har suðuri í Afghanistan. Tveir aðrir danskir hermenn vórðu særdir, men teir eru ikki í lívsvanda. Danmark hevur nú mist 15 hermenn í Afghanistan síðani 2002.
vanlukkur, sum ta, sum hendi sunnumorgunin. Aftur nú. Vegurin í lagi Ein 20 ára gamal maður doyði sunnumorgunin av ferðsluvanlukku á Vatnavegnum í Vágum. Á hesum vegastrekkinum fram við Leitisvatni eru fleiri [...] sýslumaðurin í Vágum. Hann heldur tó, at tey sum halda, at tað hevði verið eitt hugskot eisini at farið í studentaskúlar og tekniskar skúlar við ferðsluundirvísing, eru á rættari leið. Tað er í fínasta lagi [...] lagi, at farið verður út í barnaskúlarnar at læra børnini, hvussu ein eigur at bera seg at í ferðsluni. Men tað er hóast alt í studentaskúlaaldri og har á leið, at fólk fara at taka koyrikort. Og tá høvdu
Løgreglan har norðuri í India hevur tikið seks menn í sambandi við eina hending tann 11. januar, tá ein 29 ára gomul kvinna bleiv neyðtikin. Løgreglan sigur, at kvinnan var í einum bussi á veg at vitja [...] verforeldrini, tá hon bleiv burturflutt til eini hús í býnum Amritsar. Har neyðtóku seks menn, teirra millum bussførarin, kvinnuna. Aftaná fóru teir í bussin við kvinnuni og settu hana av uttan fyri bygdina [...] aðurin Raj Jeet Singh. Tann 16. desember neyðtóku og bukaðu nakrir menn eina indiska kvinnu. Hon doyði seinni av løstunum.
Eitt fólk doyði, og trý vórðu særd, tá ein maður fór at skjóta eftir fólki í býnum Beaumont í amerikanska statinum Texas í gjárkvøldið. Maðurin var í rættinum, tí hann var ákærdur fyri kynsligan ágang [...] einum barni. Í einum steðgi fór hann úr rættarhølinum og út í bilin, og ta næstu løtuna koyrdi hann í ring og skjeyt eftir fólki, sum hann kom framvið. Síðani setti hann bilin, fór inn aftur í dómhúsið og [...] frá løgregluni. Skottilburðir eru av og á í Texas. Í einum føðingardegi í fjør drap ein maður fimm fólk og særdi fýra onnur, áðrenn hann skjeyt seg sjálvan, og í desember skjeyt ein maður seks av sínum næstu