Aftur ein hópneyðtøka í India

Løgreglan har norðuri í India hevur tikið seks menn í sambandi við eina hending tann 11. januar, tá ein 29 ára gomul kvinna bleiv neyðtikin.

Løgreglan sigur, at kvinnan var í einum bussi á veg at vitja verforeldrini, tá hon bleiv burturflutt til eini hús í býnum Amritsar. Har neyðtóku seks menn, teirra millum bussførarin, kvinnuna. Aftaná fóru teir í bussin við kvinnuni og settu hana av uttan fyri bygdina, har verforeldrur hennara búgva.

-Seks menn eru handtiknir og ákærdir fyri at hava neyðtikið eina 29 ára kvinnu um náttina tann 11. januar, sigur løgreglutalsmaðurin Raj Jeet Singh.

Tann 16. desember neyðtóku og bukaðu nakrir menn eina indiska kvinnu. Hon doyði seinni av løstunum.