Aftur ein skottilburður í USA

Tvey fólk doyðu, og fleiri vórðu særd, tá ein maður fór at skjóta eftir fólki uttan fyri ein handli í Kansas City. Løgreglan sigur, at maðurin sat í bili sínum uttan fyri handilin. Alt í einum tók hann eina byrsu og skjeyt tvey fólk, sum vóru í einum øðrum bili. Minst tvey onnur vórðu særd.

Løgreglan var skjót á staðið, og ein av løgreglumonnunum skjeyt byrsumannin so meint, at hann doyði.

Tilburðurin fekk fólk at minnast tann blóðuga skottilburðin í einum skúla í Virginia fyri skjótt tveimum vikum síðani, tá ein maður skjeyt 32 fólk og síðani seg sjálvan.