Andlát
Adolf V. Hansen doyði sunnukvøldið í Danmark, 66 ára gamalur. Saman við konuni, Marnu og dóttrini, Bjørg, búðu tey í eini góðari íbúð uttanfyri Århuus. Adolf og Marna eiga eisini børnini, Fríðrik og Mariann. Bjørg er rættiligur eftirnølari, 21 ár yngri enn Mariann.
Í sínari tíð var Adolf nógv frammi í kjakinum her á landi og øll tey, sum ikki eru alt ov ung, vita, hvør maðurin var. Adolf gjørdist kendur sum formaður í Meginfelag Útróðrarmanna og var verkfalsleiðara undir stóra útróðrarverkfallinum í 1976.
Seinni gjørdist hann eisini løgtingsmaður, og her gjørdi hann sína ávirkan galdandi á fleiri økjum, ikki minst innan fiskivinnuna, sum var hansara hjartamál.
Men hvør var nú hesin, Adolf, og hvussu var hann sum persónur millum tey, sum stóðu honum nærmast?
Sosialurin hevur tosað við Marina Bláhamar, ið vaks upp saman við Adolfi í heiminum hjá foreldrum hennara, Mariu og Fríðrik Bláhamar í Vestmanna.
Adolf var næstyngstur av stórum barnaflokki á Toftum. Foreldur hansara vóru, Hansina og Anthon, og Hansina var systir Fríðrik.
Tá ið Adolf var tvey ára gamal, gekk mamman við tí yngsta, sum er Harry Hansen. Samstundis høvdu Fríðrik og Maria mist sítt fyrstafødda, og tóku tey tá Adolf til fosturs.
Marin sigur, at hon og hini systkini kallaðu Adolf stórabeiggja, tí hann hevur altíð verið teirra stóribeiggi.
- Vit vóru jú ikki fødd, tá ið mamma og pápi tóku hann til fosturs; tí hevur Adolf altíð verið beiggi okkara, og hann hevur altíð verið ein góður beiggi, sigur hon.
Áðrenn vit siga meira um eginleikarnar hjá Adolfi sum menniskja, fara vit góð 10 ár aftur í tíðina.
Raktur av
ferðsluvanlukku
Adolf, konan og dóttirin fluttu niður til Danmarkar at búgva fyri góðum 10 árum síðan, og her fekk Adolf kjans sum stýrimaður umborð á ferju.
Men tey høvdu ikki búð leingi niðri, tá ið ein ferðsluvanlukka broytti alt lívið hjá familjuni.
Vanlukkan hendi, meðan Adolf sjálvur koyrdi, og konan sat við síðuna av. Tey fingu ein lastbil inn í síðuna á bilinum, og Adolf fekk stóran skaða í høvdið. Marna slapp frá vanlukkuni við smærri snuddum.
Í langa tíð stóð um lív hjá Adolfi, og tey vistu ikki, hvønn veg tað fór at bera. Men so við og við byrjaði hann at koma fyri seg aftur, og seinni árini hevur hann eftir umstøðunum havt tað hampiliga gott. Tó merkti vanlukkan hann øll árini, ið eftir vóru. Adolf hevði ilt við at minnast tað, sum fyrigekk í dag. Hinvegin hevði tað gamla, ið var farið fram í hansara lívi fyri vanlukkuna, sett seg rættiliga fast.
Marin sigur, at Adolf vildi gerast frískur aftur, og hann gjørdi nógv fyri at náa hesum máli.
- Eg vil siga, at hann var komin hampiliga væl fyri seg aftur eftir longu og drúgvu sjúkraleguna; hann gekk og hinkaði og kláraði seg rímiliga væl, eisini við bussunum í býnum. Adolf visti, at hann var ikki tann sami, og hann visti, at hann var vorðin gloymskur, men hann dugdi væl at bera tað. Hann gjørdi nakað fyri, at minnast tað, ið hann skuldi minnast. Ringdi tú og spurdi um eitthvørt, so skrivaði hann niður. Hann var humoristiskur og kundi flenna at sær sjálvum.
Marin sigur, at Adolf gekk ongantíð og grenjaði; hann var í góðum lag og hevði sanniliga sínar framtíðarætlanir.
- Fyri at menna seg sjálvan, gjørdi hann venjingar, gekk til talv og var gongutúrar. Hann hevði eisini fingið sær bøkur heiman úr Føroyum til tess at fríska fólkanøvn, staðarnøvn og árstøl uppaftur. Hetta hjálpti honum at fáa minnið aftur.
Hon sigur, at tá ið flestu vónaðu, at Adolf rættiliga fór at koma fyri seg aftur, fekk hann ein blóðtøpp, sum nú umsíðir gjørdi enda á honum.
- Tað gekk bara fram á hjá honum, til hann fekk blóðtøppin og noyddist á eitt heim, tí hann gjørdist so óhjálpin.
Marin sigur, at kona Adolf, Marna, var ógvuliga nógv um mannin, og nú hann var noyddur at vera á stovni, búði hon næstan hjá honum.
- Hon eigur nógv rós uppiborið fyri tað, hon hevur verið um mannin øll árini, síðan hann gjørdist sjúkur og nú endaði á stovni. Eg trúgvi neyvan, at nakar hevði klárað hetta so væl sum hon, sigur Marin.
Hjartagóður
og gávumildur
- Sum ungur fór Adolf til skips, og tá ið hann kom aftur, hevði hann altíð okkurt við aftur til okkara. Hann var hjartagóður, gávumildur og góður við familjuna. Vit fingu bæði dukkur og brøv frá honum, tá ið teir seldu uttanlands. Eisini sum tilkomin, kom hann altíð við góðum gávum til føðingardagar og onnur høvi, tá ið høvi beyðst.
Marin sigur, at familjan í Føroyum vitjaði fleiri ferðir í Århuus og Adolf, konan og dóttirin vitjaðu í Føroyum hvørt ár og annað hvørt ár.
- Altíð var hann trúfastur og kom inn á gólvið. Honum dámdi so væl at vera ímillum fólk, og skemtingarsamur og positivur var hann sum fáur.
Sum yrkjari er Adolf nokk ikki so væl kendur, men Marin sigur, at hann var úrmælingur at yrkja til veitslur og brudleyp, og ofta varð heitt á hann um eina yrking til serstøk høvi.
- Vit minnast Adolf fyrst og fremst sum ein góðan og trúfastan stórabeiggja. Nú hann er deyður, verður hann jarðaður í Føroyum. Tað ynskti hann sjálvur, sigur Marin Bláhamar at enda.