Afganskur leiðari myrdur

Burhanuddin Rabbani, sum hvur staðið á odda fyri friðarsamráðingunum við Taliban í Afghanistan, doyði í dag, tá ein sterk bumba brast uttan fyri hús hansara í høvuðsstaðnum Kabul.

BBC sigur, at Rabbani skuldi hava fund við tvey umboð fyri Taliban, tá bumban brast, men tað er ikki greitt, um teir vóru har.

Rabbani var forseti í Afghanistan í umleið ein mánað í 2001, tá Taliban-stýrið var rikið frá. Í seinastuni hevur hann staðið fyri samráðingunum við Taliban um frið, og eygleiðarar siga, at morðið er eitt beinleiðis álop á friðartilgongdina í tí illa krígsplágaða landinum.