liðformaðurin, Jens Kristian Hansen, sum saman við Henningi Jarnskor spældi fyri 25. ferð á landsliðnum, eftir á válinum. Tað mundi vera fyri at draga tíðina út og taka eitt sindur av trýstinum, mundu tað [...] ikki, at hetta fer at bila mikukvøldið. Sámal Joensen, sum eftir átta minuttir hevði fyrstu føroysku skotroyndina ? royndin fór langt við síðuna av ? bjargaði á strikuni, tá 13 minuttir vóru farnir, og [...] Hansen sjálvur frá: ? Eg hevði sinadrátt og eina øgiliga pínu, men tíbetur var tað ikki neyðugt at fara á børuna, sum teir komu við. Hatta var ógvuliga strevið, og vit spældu ikki væl, men úrslitið var gott
Henning Jarnskor, GÍ ? 6. Sámal Joensen, GÍ, 8. Julian Johnsson, Kongsvinger, 11. John Petersen, B36 ? 9. Uni Arge, Aarhus Fremad (17. Jákup á Borg, B36, 87.), 10. Todi Jónsson, FCK Á beinkinum uttan at verða [...] Litava-Føroyar0-0 EM-undankappingardystur á Zalgirio stadion í Vilnius leygardagin 10. oktober 1998 kl. 20.00 Litava: 1. Gintaras Stauce, MSV Duisburg ? 10. Aurelijus Skarbalius, Brøndby, 5. Virginijus [...] Grazvydas Mikulénas, Polonija (17. Orestas Buitkus, Baltika, 46.), 11. Edgaras Jankauskas, FC Brugge Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Vaidotas Zutautas, Kareda, 13. Deividas Semberas, Dinamo Moskva
í annaðkvøld, verður á Svangaskarði grundlógardag, 5. juni 1999, og mótstøðuliðið verður Skotland. Teir spælararnir, sum ? um teir síggja gult í annaðkvøld ? verða leikbannaðir á heimavølli móti Skotlandi [...] Skotlandi, eru Jens Kristian Hansen, Sámal Joensen, Óli Johannesen og John Petersen. Allan Mørkøre hevur eisini eitt gult kort á kontoini, men hann er ikki við í Skotlandi, og tí er tað heilt víst, at hann [...] Tvær ferðir hevði dómarin gula kortið á lofti yvirfyri føroyskum spælarum. Miðverjarnir Jens Kristian Hansen og Óli Johannesen sóu gult, men saldoin hjá báðum var blonk frammanundan, og tí ber tað til
lesnaðurin. Á netinum Men hvussu komu tey í samband við Føroyar? - Vit kendu lítið og einki til Føroyar, sigur Andrea, men á alnótini, internetinum, komu vit í samband við danskar ferðamannastovur og á tann hátt [...] Tourist á netinum, men tað eydnaðist okkum ongantíð at fáa heimasíðuna heilt fram, greiðir Andrea frá. Fryntligur maður Fyrstu náttina vóru tey á Hotel Føroyum, men síðani ynsktu tey at búgva á ?Bed & breakfast [...] tey koma frá. Andrea er glaður fyri, at hann var á kanningarferð á alnótini, tí annars hevði hann ikki sitið sum ferðamaður í Føroyum í dag. Tey, ið vilja á samband við Andrea, kunnu skriva til hansara.:
klokkan 18.30 skuldu teir venja á vøllinum, har teir skulu spæla í kvøld klokkan 20.00. Lagið er sera gott á spælarunum. Tað kendist heilt væl á venjingini í fvyrrakvøldið. Sámal Joensen og Pól Thorsteinsson [...] trupulleikar í fyrrakvøldið, og allir átjan koyrdu á. Ein stórur partur av venjingini var, at trý lið spældu á lítlum vølli við stórum málum. Tvey lið vóru á vøllinum í senn, og tað var lagt upp til, at teir [...] venjarin, Craig Brown, hevur verið biðin um at vísa á onkran spælara, sum hann heldur vera sera vandamiklan á føroyska liðnum, so ivaðist hann ikki, men vísti á Toda Jónsson, og tað var eisini eftir álopsmanninum
síggja til, at venjingarferðin skal verða avlýst, staðfesti HB miðverjin. Sámal píndist Á miðjuni sást tað eitt sindur til, at Sámal Joensen hevur verið plágaður av bruna í skinnabeininum í fleiri vikur, [...] liðformaðurin Jens Kristian Hansen og metmaðurin á liðnum, Óli Johannesen, sum avgjørt stóðu sterkastir í myndini av øllum. ? Vit kendu ikki tað trýstið á okkum, sum vit gjørdu, tá vit spældu í Glasgow fyri [...] kom á vøllin. Undan dystarbyrjan hevði Allan Simonsen umhugsað at seta Pól Thorsteinsson inn í miðverjuna og at lata Jóhannes Joensen, sum sostatt hevði fingið sín fyrsta landsdyst, fáa plássið á høgra
minuttir kom hol á. Tveir bóltar vóru á vøllinum, tá Blackburn miðvallarin Billy McKinlay, sum ikki kom inn eftir steðgin, tí hann var eitt sindur skaddur, stakk fram ímillum til felagan á sentrala miðvøllinum [...] spælarar bara takka sær sjálvum fyri. Í 2. hálvleiki var avrikið tað besta á longu landsliðsferðini. Tá settu føroyingarnir so avgjørt dám á fótbóltsspælið. Eftiransingarnar vóru tættar og sannførandi, taklingarnar [...] í verjuni, á miðvøllinum og harvið eisini í álopinum spældu okkara menn og sparkaðu ikki. Tað var ein sonn fragd at fylgja við í hesum, og tað spurdust møguleikar burturúr. Skotarnir inni á vøllinum vóru
formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, floksins vegna legði fyri tingið uppskot um misálit á Sámal P. í Grund, landsstýrismann. Í viðmerkingum sínum til misálitisuppskotið nevndi uppskotsstillarin [...] fyri hesi farleið. Við øðrum orðum, so legði Javnaðarflokkurin fram uppskot um misálit á landsstýrismannin Sámal P. í Grund, tí hann tók stig til at privatisera skotlandssiglingina. Hesum kundi eingin [...] ongantíð at síggja Smyril á Vági, sum vanligt var, áðrenn fullveldissamgongan varð skipað. Lættari er at skilja, at henda gongd hevur minni týdning fyri tingmann, sum ikki býr á hesum leiðum, men bert vitjar
komið aftur á búskap okkara, og vit kundu havt tað so deiligt. Men nú hevur fólkið valt nýggjar menn inn á ting. Saman við øðrum hava teir skipað eina samgongu, sum hevur samtykt at seta á stovn føroyskt [...] at hann í hesum máli hevur bæði beinini á jørðini. Og tað skal undra meg stórliga, um Sambandsflokkurin ikki um heilt stutta tíð verður nógv tann størsti flokkur á Føroya løgtingi. Blokkurin er prístals [...] sum landsstýrið ætlar at seta í verk. Her verður hugsað um at seta á stovn hitt føroyska fullveldið. Vit hoyrdu fyri stuttum, at Sámal Petur í Grund, fyrrv. landsstýrismaður, sigur, at hann mistók seg,
næsta mann á málskjúttaralistanum (Jákup Símun Simonsen, ið ikki var á vøllinum móti Kyndli), sum fekk seks mál. H71 legði hart út, og tá fimm minuttir vóru spældir, høvdu teir longu lagt seg á odda 5-0 [...] spældi væl úti á vonginum, har John Zachariasen hevði sera trupult við at halda honum. Jákup Símun skeyt seks mál og fekk fleiri brotskøst og vísti, at H71 hevur fleiri streingir at spæla upp á enn bert mannin [...] ini. H71 vísti, at tað ber til at vinna á VÍF ? meir enn so ? og sunnudagin gjørdu teir alt rætt. Vestmenningar fóru heim aftur við ongum. Teir vóru ongantíð á odda í dystinum og fingu ikki so mikið sum