Teir hava ikki verið undir størri trýsti

Fótbóltur: Føroyski liðformaðurin hevur ongantíð áður fingið sinadrátt í fótbólti

Tá tað restaði ein lítil løta lá føroyski liðformaðurin, Jens Kristian Hansen, sum saman við Henningi Jarnskor spældi fyri 25. ferð á landsliðnum, eftir á válinum. Tað mundi vera fyri at draga tíðina út og taka eitt sindur av trýstinum, mundu tað vera fleiri, sum hugsaðu, men aftaná greiddi Jens Kristian Hansen sjálvur frá:

? Eg hevði sinadrátt og eina øgiliga pínu, men tíbetur var tað ikki neyðugt at fara á børuna, sum teir komu við. Hatta var ógvuliga strevið, og vit spældu ikki væl, men úrslitið var gott, og tað er hugaligt at fara til Skotlands við einum javnleiki í viðførinum.

Óli Johannesen var mest royndi maðurin á vøllinum ? nú hevur hann spælt 35 landsdystir og er bara ein aftanfyri Jan Dam, sum er triðovastur (Jens Martin Knudsen, 44, og Allan Mørkøre, 38, eru teir ovastu) ? og aftasti verjuspælarin var samdur við Jens Kristiani Hansen í, at trýstið var stórt.

? Vit vóru alla tíðina væl skipaðir. Eg var frammi við, tá vit høvdu okkurt hornasparkið, men eg haldi, at hetta man vera fyrsta ferðin, at eg so at siga ongantíð havi verið frammanfyri miðstrikuna í vanligum spæli.

Triði maðurin í miðverjuni eitur Hans Fróði Hansen. Hann er serliga sterkur í luftini, og tað tóktist at ganga væl:

? Teir vóru nærgangandi heilt leingi, men tá teir fóru at senda skrábóltar í brotsteigin í staðin fyri at halda fram við at spæla seg til baklinjuna og leggja innfyri, kendi eg tað sum at vit høvdu alt at siga í brotsteiginum, og í 2. hálvleiki vóru teir ikki serliga vandamiklir.


Tveir skaddir

Pól Thorsteinsson, sum stóð seg væl í høgra borði, varð borin av vøllinum, og meðan hann fekk viðgerð, vórðu Jan Dam og Jóhannes Joensen sendir at hita upp.

? Eg fekk eitt spark yvir beinið, men tíbetur bar tað til at spæla víðari, og hóast eg havi pínu nú, so rokni eg avgjørt við, at tað fer at bera til at spæla mikukvøldið.

Hvat hendi, tá tú fekk góðu sendingina frá Henningi Jarnskor?

? Eg var um at gerast leysur, men verjuspælarin togaði meg niður, og so spurdist tíverri einki burturúr.

Sámal Joensen hevði eisini trupulleikar aftaná:

? Eg veit ikki, hvat hetta er. Tað er okkurt við skinnabeininum, sum plágar. Eg hevði trupulleikar frammanundan, og eg fái viðgerð, men eg haldi ikki, at hetta fer at bila mikukvøldið.

Sámal Joensen, sum eftir átta minuttir hevði fyrstu føroysku skotroyndina ? royndin fór langt við síðuna av ? bjargaði á strikuni, tá 13 minuttir vóru farnir, og hann helt sjálvur, at tað var ikki langt frá, at hann gjørdi brotsspark:

? Men teir spældu so nógv sjónleik í brotsteiginum hjá okkum, at dómarin trúði einki uppá, at vit nakrantíð vóru orsøk til ,at teir fóru um koll.