Skotar stóðu fyri skotum

Fótbóltur: Føroyska legan hevði ilt við at gleðast yvir tepra tapið, men iðraði seg heldur um, at virðingin fyri skotunum hevði verið alt ov stór í fyrra umfarinum

Munurin á teimum stóru fótbóltstjóðunum í Europa, sum hava eina rúgvu av fulltíðar yrkisspælarum at velja ímillum, og teimum smáu, sum manna síni lið við amatørum og sum til fyri stuttum hava verið mett at vera kanónføði og sum oftast hava tapt við nógvum málum, minkar stútt og støðugt. Tað vísa úrslitini í nýggju EM-undankappingini, og fyri føroyingar er tað hugaligt at staðfesta, at okkara landslið eigur part í menningini.

Tað eru ikki so mong ár síðani, at tað aftur og aftur varð staðfest, at vit vóru við fyri at læra, og at øll úrslit, sum vístu tap minni enn 4-0, vóru at gleðast um.

Síggja vit burtur frá kiksinum í Estlandi fyri góðum fýra mánaðum síðani, so stuðlar úrtøkan í hinum fýra dystunum undir staðfestingina av, at vit eru uppií: Bosnia-Føroyar 1-0, Føroyar-Kekkia 0-1, Litava-Føroyar 0-0 og Skotland-Føroyar 2-1. Fýra dystir og málmunurin er 1-4. Tað hevði verið mett at vera veldugt, tá Føroyar fyri fýra árum síðani vóru í Glasgow og taptu 5-1.

Men tað sigur seg sjálvt, at tá úrslitini eru av hesum slagi, og tapini aftur og aftur eru so tepur, sum tað ber til, so er tað væl skiljandi, at spælarar, venjari, tey, sum eru kring landsliðið og í FSF, teir átta hundrað føroyingarnir, sum vóru í Aberdeen, og tann fjøldin av føroyingum frammanfyri sjónvarpið heima á landi ? ivaleyst størri brotpartur av samlaða fólkatalinum, enn tað nakra aðra staðni í heiminum er ið hyggur at fótbólti ? sita við blandaðum kenslum eftir tepra tapið móti Skotlandi.

At tapa 1-2 móti Colin Hendry, Billy Dodds, Alan Johnston og hvat skotarnir undir leiðslu av í Bretlandi og kring allan fótbóltsheimin sera kenda Craig Brown, er einki at siga til.

Men alíkavæl iðra føroyingar seg um, at tað ikki eydnaðist hósnáttina klokkan eitt korter til trý at lætta úr floghavnini í Edinburgh við einum stigi ? í hvussu so er!

Tí sannleikin er, at føroyingarnir høvdu dygdirnar til at taka stig frá skotum. At tað ikki eydnaðist kunnu okkara spælarar bara takka sær sjálvum fyri. Í 2. hálvleiki var avrikið tað besta á longu landsliðsferðini. Tá settu føroyingarnir so avgjørt dám á fótbóltsspælið. Eftiransingarnar vóru tættar og sannførandi, taklingarnar vóru avgjørdar, og tá føroyingarnir høvdu vunnið bóltin, varð hann ikki tveittur burtur. Í staðin vóru føroyingarnir kaldir, bólthaldarin tordi at hyggja seg um og taka støðu til, um hann skuldi draga sjálvur, ella um hann skuldi senda til ein av fleiri viðspælarum, ið bjóðaðu seg til, og í øllum trimum røðum ? í verjuni, á miðvøllinum og harvið eisini í álopinum spældu okkara menn og sparkaðu ikki.

Tað var ein sonn fragd at fylgja við í hesum, og tað spurdust møguleikar burturúr. Skotarnir inni á vøllinum vóru skelkaðir, og í pressubúrunum og á áskoðaraplássunum bitu tey negl og hugdu at klokkuni.

Tað eydnaðist at minka um leiðsluna hjá heimaliðnum, men tá var tíðin so langt liðin, at tað var ikki tíð til at javna. Men tað er einki at liggja omaná, at rákið var tann vegin, at skuldi eitt mál komið afturat, so var mest upplagt, at tað kom ígjøgnum hjá nýggja málverjanum, Neil Sullivan, heldur enn hjá Jákupi Mikkelsen.


Tveittu burtur

Tað var útgangsstøðan undan hesum seinna umfarinum, sum gjørdi, at Føroyar ikki fingu stig. Fyrsta korterið hekk tað ikki so galið saman, men so datt framrættaða spælið sundur, og leikluturin hjá okkara monnum var ? eftir at teir høvdu sent bóltin langt og óneyvt ? at renna aftaná mótstøðumonnunum, sum vórðu ov illa ansaðir.

Men Skotland megnaði ikki at spæla seg til nógvar upplagdar møguleikar. Í veruleikanum var tað soleiðis, at tað í 1. hálvleiki bara eina ferð var neyðugt hjá Jákupi Mikkelsen at vísa sínar dygdir (niðri við stólparótina, tá Burley royndi seg úr spískum í høgru).

Gamaní øktist trýstið móti málinum, sum fyrra umfarið leið, og føroysku markeringarnar vóru ov vánaligar, men hugflogið hjá skotum var ikki serliga stórt. Teir royndu at senda høgar bóltar í brotsteigin, og onkuntíð tóktist tað ivasamt, um tað skuldi vera høvuðsterka miðverjan hjá okkum ? tað var bara í nógvu hornasparksstøðunum og frísparksstøðunum stutt uttanfyri brotsteigin, tá stóru miðverjarnir komu frá, at skotarnir hóttu í høvuðspælinum ? ella málverjin, sum skuldi taka sær av innleggunum, sum fyrrapartin av fyrra umfarinum serliga komu úr høgru, har Alan Johnston lá heilt úti á strikuni (seinni fór hann í vinstra borð, har Pól Thorsteinsson í 2. hálvleiki hevði gott tak á).

Bæði tey skotsku málini vóru ivasom. Føroysku spælararnir vóru heilt upproyttir, tá tað eftir 20 minuttir kom hol á. Tveir bóltar vóru á vøllinum, tá Blackburn miðvallarin Billy McKinlay, sum ikki kom inn eftir steðgin, tí hann var eitt sindur skaddur, stakk fram ímillum til felagan á sentrala miðvøllinum, Craig Burley. Hann var púra leysur og potaði hegnisliga í síðunetið.

At teir 30 sekund undan steðginum øktu tóktust vera tað, sum skuldi fáa føroysku ballónina at skrædna. Málið var sera óheppið. Óli Johannesen fekk hælin á innlegg úr vinstru, bólturin sigldi omanfyri Jens Kristian Hansen og snýtti Jákup Mikkelsen, og bjargingarmaðurin hjá skotum móti Estlandi, Billy Dodds, stútaði í málið.


Føroyski stoltleikin

Men føroyska ballónin skrædnaði ikki. Eftir skilagott hvíldarprát og bornir fram av framúrskarandi føroysku áskoðarafjøldini fóru føroyingar til verka í seinna umfarinum, sum mundi vera eitt tað besta, føroyska landsliðið nakrantíð hevur víst.

Eftir 58 minuttir fingu føroyingar fyrsta hornasparkið, tað sást heilt týðuliga, at skotska miðverjan var sein, og at skotar høvdu slept rætta hugburðinum, og tað gjørdi tað ikki verri, at føroyski venjarin valdi at seta tveir frískar menn inn.

Og eftir besta føroyska álopið eydnaðist tað at minka um munin, tá tað restaði fimm minuttir. John Petersen, sum í 2. hálvleiki var sannur brandur, dró langt og spældi til eitt sindur skadda Sámal Joensen. Hann stakk í brotsteigin til Toda Jónsson, álopsmaðurin lyfti hegnisliga uppum Colin Hendry, sum sparkaði føroyska toppskjúttan niður, og kypriotiski dómarin dømdi brotsspark.

John Petersen var ísakaldur úr ellivu metrum, tá hann bíðaði til málverjin var farin til høgru fyri seg sjálvan, og síðani setti innaru síðuna á.

John Hansen legði góð innlegg úr vinstru, onkrar spentar hornasparksstøður vóru í skotska brotsteiginum, men tíðin var ov stutt, og heimafólkið slapp við kaldasveittan.

Føroyska landsliðið er betri, enn tað nakrantíð áður hevur verið, men tað var bara í 2. hálvleiki, tá skotarnir ikki megnaðu at fáa eitt einasta hornaspark, at tað sást, og so fekst úrtøkan ikki burturúr, sum tað lá í luftini, at tað hevði borið til at fingið.

Úrslitið var væl og virðiliga heiðurligt, og tað var sera hugaligt, at tað fyri fyrstu ferð í hesi undankappingini bar til at fáa mál, men úrslitini hjá landsliðnum síðani summarsteðgin hava havt við sær, at hvørki spælararnir, venjarin ella aðrir føroyingar til fulnar duga at fegnast um úrslitið. Føroyingar fóru úr aldudalinum í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki bar avrikð boð um leikligar hæddir, men tíverri rakk úrslitið ikki tindinum, ið var í eygsjón.