tann týdning, sum Norðurlandahúsið hevur havt, og kemur at hava í framtíðini fyri føroyingar. -Eg haldi, at Norðurlandahúsið hevur virkað væl síðani tað kom. -Og í dag kann ein siga, at Norðurlandahúsið ikki [...] norðurlendska mentan, og at virka soleiðis fyri, at føroysk mentan eisini gjørdist kend í hinum Norðurlondum. - Eg haldi, at hetta arbeiðið hevur eydnast sera væl. Og eg vóni, at tað eisini fer at verða soleiðis [...] Danmarkar fyrrapartin ígjár. Hann er ættaður úr Svøríki, og væntar tí at hann fer at kunna geva sítt ískoyti til at vísa fram svenska mentan í Føroyum. Og øvugt! - Eitt stórt arbeiði hevur verið gjørt, til tess
misskiljing, at innkomuvegurin fer at ganga ígjøgnum ríðingarbreytina. Hann segði, at tunnilin kemur út oman fyri Oyggjarvegin og verður bundin í eina rundkoyring oman fyri Hotel Føroyar, at ein vegur verður oman [...] i tiltak har øll ítróttarfólk luttaka og hetta fer nú fram ólavsøkuaftan tá ólavsøkan verður sett. Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag kl. 15, og eru tað nógv sum hava tað sum fastan tátt [...] rinda fyri ítróttaranlegg, so hon er 100% goldin og gjørd av Føroya Ríðingarfelag. Ólavsøkuskrúðgongan byrjaði í 1941, tað vóru reiðfólk ið skipaðu fyri, og hetta árið gingu skotskir sekkjapípublásarar á
lærarin spurdi, hvør ið var vestasta oyggj í Føroyum. Kundu ikki gloyma Føroyar Tíðin hon gongur. Men Jørgen og Else gloyma ikki Føroyar, og tey sakna nógv teirra kenningar í Føroyum. Men tað gingu nógv ár, [...] trimum Clementsen-systrunum. Og Else leggur honum eina við, at hann kemur ikki aftur uttan at hava funnið fram til Gudrun, barnagentuna. Jørgen kemur at búgva hjá Lillian Nielsen, og hann greiðir henni frá sínum [...] Gudrun er flutt til Danmarkar, og Jørgen fær hennara adressu. Aftur “heim” til Føroyar Tá ið Jørgen heim aftur komin fer at vitja Else, letur hann henni ein brævbjálva og sigur, at hetta er til tín. Tá
soleiðis, at menn og menn og kvinnur og kvinnur ikki longur skuldu kunna kunna giftast í Føroyum. Men tað vóru tveir sambandsmenn – og øll, ið tó sótu í samgonuni millum Javnðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn – [...] endurskoðast, soleiðis at børn fáa rætt til bæði mammu og pápa, og rættindi og skyldur verða staðfest. Familjan er hornasteinurin í samfelagnum og eigur tí at fáa hægstu raðfesting í lógarverkinum [...] hetta vera »eitt etiskt mál« og lata tey, sum vilja, atkvøða fyri og øvugt, og ikki seta samgonguna upp á spæl, heldur Johan Dahl. – Men tey seta samgonguna upp á spæl, og tað haldi eg ikki vera í lagi
boringarnar, væntandi næsta summar. Og tá kemur so aftur eitt skip á Tvøroyri eftir útgerðini og leggur seg hjá boripallinum úti á leiðunum. Tá verður tað Agip, sum fer at leita eftir olju undir Føroyum [...] standandi umborð á Brimli og at hon tískil fer at forða manningini í arbeiðnum annars, er ætlanin at rigga til, so at útgerðin kann standa á landi, men at hon kann fáast umborð og setast á dekkið í eini knappari [...] treylarin skal setast í Runavík og hin antin í Havn ella í Klaksvík. Frammanundan stendur ein treylari á Tvøroyri. Hetta eru treylarir, sum eru pakkaðir við útgerð, og sum skjótt kunnu koyra á staðið,
forseta í Amarika, og hví. Og somuleiðis hvussu hetta stóra valið ávirkar framtíðina hjá Føroyum og teimum. Ingeborg Winter, Forkvinna í Føroya Arbeiðsmannafelag - Eg vóni at Obama vinnur – og hann vinnur stórt [...] metir at um Obama kemur til valdið, fer Amerika at byrgja seg sjálvt meira inni, og hetta er ikki til gagns fyri føroyska samfelagið. Til dømis var USA nógv meira innibyrgt í tríati árunum, og hetta gjørdi [...] stórt! Hann er demokratur og hevur heilt aðrar hugsjónir enn mótstøðukandidaturin. Hann er sosialt tilvitaður og vil veita betri kor til undirstættina. Og hevur ein heilt annan uttanríkispolitikk, vil steðga
seg um teir báðar William og Jørgen-Frantz, og hin greinin snýr seg um at ummæla í Føroyum. Tað ber til Ertandi leggur Jógvan Isaksen fyri við at staðfesta, at Anders And og Dante eru hvør sítt. Hetta [...] Men eins og aðrir ummælarar eri eg heftur, og kanska í størri mun enn teir, sigur Jógvan. Eg kenni jú flestu teirra. Harafturat eri eg forleggjari hjá fleiri. So her krevst reiðiligheit og sannføri í [...] gera nakað burturúr, og hesar greinar verða stundum savnaðar í bók og hava tí eina ávísa livitíð.Verri er við Útvarpinum, sigur Jógvan. Her verða hópin av bókum umrøddar um heystið og so er tað av. Kann
millum Manchester United og Arsenal var liðugur. Máltalvan vísti 0-0, og við sjey stigum frammanfyri Liverpool, var alt avgjørt. Dysturin var einki verdur sum undirhald, og um nakar fer at minnast henda dagin [...] Eingin ivi er um, at Manchester United og Liverpool eru tey nógv best umtóktu ensku liðini, bæði í Onglandi og kring heimin. Í 1992 hevði Liverpool 18 meistaraheiti, og Manchester United hevði sjey. Tí hevði [...] United, og sjey sigrar til Liverpool. Liverpool hevur hinvegin vunnið Liga Cup kappingina sjey ferðir, meðan United bert hevur vunnið ta kappingina tríggjar ferðir. Ferguson og Giggs Ein skoti og ein walisi
klínt nakað av máling á her og her, tí Thorshavn varð høvuðsumvældur í 2005. - Upprunaliga hevði Thorshavn spryd, og tað er nokk ætlanin at fáa tað sett á hann aftur. Sjálvandi fer neyvan at bera til at sigla [...] so hendi tað, at Thorshavn varð lýstur til sølu, og tað var ein munandi meiri takksom uppgáva at fara undir. - Vit gjørdu so av at leggja eitt boð inn, og tað endaði við, at vit fingu skipið, sigur Jóannes [...] samstundis, sum søgan verður varðveitt. Tað eru menn, sum sigla úti, ella handverkarar og onnur, sum fáa okkurt av savnast um og at putla við í frítíðini, samstundis sum vit varðveita ein part av siglingarsøguni
var hann á stóru fiskivinnu-og matvøruframsýningini í Brússel, og hann hevur eisini verið í eitt nú Hálandi, Skotlandi og Noregi. Borgarstjórin sigur, at tá Óli Samró kemur heimaftur av ferðini eystanfyri [...] verður neyðugt við miðvísum íløgum og strategiskum viðspæli frá eitt nú kommunum, segði búskaparfrøðingurin. Ítøkiligt arbeiði Samstarvið millum Farec International og Fuglafjarðar kommunu, sum formelt [...] at brúka konsulenthjálp, hevur nú við nýggjum samtyktum í vár ført til, at Óli Samró í dag fer til Japans og ávegis heimaftur eisini til Kina at leita eftir íleggjarum til eitt virki í Fuglafirði, sum