Manchester United endurvann meistaraheitið

Manchester United og Liverpool hava nú vunnið 18 meistaraheiti í part

Fótbóltur

 

Í einum ógvuliga keðiligum dysti á heimavølli ímóti Arsenal á Old Trafford leikvøllinum í Manchester leygardagin, eydnaðist tað Manchester United at vinna sítt triðja meistaraheiti á rað, og sítt átjanda meistaraheiti í alt.

Í mong ár hevur stóra viðhaldsfjøldin hjá Manchester United tráað eftir at javna talið av meistaraheitum hjá Liverpool. Tískil var frøin ovurstór, tá dysturin millum Manchester United og Arsenal var liðugur. Máltalvan vísti 0-0, og við sjey stigum frammanfyri Liverpool, var alt avgjørt.

Dysturin var einki verdur sum undirhald, og um nakar fer at minnast henda dagin á Old Trafford, so verður tað fyri steypahandina aftaná dystin, har heimafjøldin kundi fegnast um, at meistaraheiti var vunnið á heimavølli. Síðani 1993 hevur tað bara hent tvær ferðir út av 11, at Manchester United hevur vunnið meistaraheitið í einum heimadysti á Old Trafford.

 

Harða kappingin

Eingin ivi er um, at Manchester United og Liverpool eru tey nógv best umtóktu ensku liðini, bæði í Onglandi og kring heimin.

Í 1992 hevði Liverpool 18 meistaraheiti, og Manchester United hevði sjey. Tí hevði tað sera stóran týdning fyri Liverpool-viðhaldsfólk at steðga sigursgongdini hjá Manchester United, fyri at kunna vera mest vinnandi liðið í Onglandi. Liverpool gav eisini Manchester United ein skarpan gang hetta kappingarárið, og vann Liverpool báðar dystirnar ímóti Manchester United í hesum kappingarárinum. 2-1 á Anfield Road og 4-1 á Old Trafford.

Liverpool mundi fingið United úr fatninginum, aftaná 4-1 sigurin á útivølli. United tapti 2-0 ímóti Fulham beint aftaná, og tá tevjaði Liverpool blóð.

United kom fyri seg aftur við einum 3-2 sigri á heimavølli ímóti Aston Villa, tá tann blaðungi Federicio Maceda skeyt eitt sigursmál, sum heimafjøldin seint fer at gloyma. United byrjaði tá aftur at vinna sínar dystir, men Liverpool hevur pressað United við at vinna sínar dystir. Men leygardagin var seinasti møguleikin hjá Liverpool rokin.

Liðini eru jøvn í meistaraheitum, men Liverpool hevur enn betri hagtøl, tá tað kemur til at vinna europeisku meistarakappingina, Champions League. Liverpool hevur vunnið kappingina fimm ferðir, meðan United hevur vunnið kappingina tríggjar ferðir.

United fær tó høvið at vinna Champions League á fjórða sinni, tá teir spæla finalu ímóti FC Barcelona á olympiska leikvøllinum í Róm, mikukvøldið 27. mai. Tá talan er um sigrar í FA Cup steypakappingini, er talan um 11 sigrar til United, og sjey sigrar til Liverpool. Liverpool hevur hinvegin vunnið Liga Cup kappingina sjey ferðir, meðan United bert hevur vunnið ta kappingina tríggjar ferðir.

 

Ferguson og Giggs

Ein skoti og ein walisi eru ímyndin av avrikslistanum hjá Manchester United, báðumegin aldarskiftið. Seinasta meistaraheitið, er nummar 11 hjá venjaranum, Sir Alex Ferguson, og somuleiðis meistaraheiti nummar 11 hjá Ryan Giggs.

United hevði ikki meir enn fingið steypið í hondina, so meldaði Alex Ferguson út, at hann ætlar at vinna tað fjórða meistaraheiti á rað. Tað hevur einki enskt lið gjørt í søguni. Manchester United, Liverpool, Arsenal og Huddersfield eru einastu feløgini, sum hava vunnið meistaraheiti tríggjar ferðir á rað.

35 ára gamli Ryan Giggs tekur enn eitt tørn fyri Manchester United. Gamli vongurin er vorðin umskúlaður til at spæla meir sentralt, og sigast má, at waliski bóltsnillingurin, sum vitjaði Føroyar við walisiska landsliðnum afturi í 1993, hevur fingið sín annan ungdóm, sum fótbóltspælari. Giggs eigur nú eisini metið, sum spælarin sum hevur spælt flest dystir fyri Manchester United. Starvsfelagarnir í ensku liguni valdu eisini Ryan Giggs til ársins spælara. Mong tulkaðu tað, sum eitt herðaklapp fyri eina ótrúliga yrkisleið.

Nú bíðar Champions League finalan ímóti Barcelona, og sjálvt um United hevur vunnið bæði Premier League, Liga Cup og HM fyri felagslið, so verður Sir Alex Ferguson ikki nøgdur, um ikki europeiska meistaraheiti eisini kemur í hús. Skotin er harður og rættvísur, men eisini krevjandi. Sir Alex hevur nú vunnið 33 heiti við United, sum er eitt met, ið neyvan verður tikið.

 

Myndatxt

Mynd: Polfoto/AP