Vetrardvali
Oljufeløgini, sum leita eftir olju undir Føroyum, eru nú farin í vetrardvala og hesa vikuna hava tey riggað av.
Tað hevur ført eitt sindur av virksemi við sær ymsastaðni í Føroyum, eisini á Tvøroyri, har tilbúgvingarmiðstøðin er.
Týsdagin var hjálparskipið í frálandsvinnuni, Stril Safety, á Tvøroyri og skipaði tilbúgvingarútgerð upp.
Stril Safety hevur ligið til reiðar úti á oljuleiðunum við tilbúgvingarútgerð, skuldi eitt óhapp hent, sum kravdi, at olja varð tikin upp av sjónum. Nú er útgerðin so aftur løgd á goymsluna hjá OSR- Føroyar (Oil Spill Response), á Tvøroyri.
OSR er felagið hjá Paula Einarsson á Tvøroyri, sum hevur fingið sáttmálan við tey fýra samtøkuni, sum leita eftir olju undir Føroyum um at tilbúgving.
Tvs, at OSR skal vera til reiðar við útgerð at basa eini oljudálking, skuldi eitt óhapp hent.
Síðani í summar hevur OSR havt útgerð umborð á hjálparskipinum Stril Safety, sum hevur ligið við pallarnar, til reiðar at tikið upp, skuldi olja likið á sjógv.
Nú skal útgerðin goymast á Tvøroyri, til farið verður aftur undir boringarnar, væntandi næsta summar. Og tá kemur so aftur eitt skip á Tvøroyri eftir útgerðini og leggur seg hjá boripallinum úti á leiðunum.
Tá verður tað Agip, sum fer at leita eftir olju undir Føroyum.
OSR ikki í dvala
Hóast útgerðin nú er løgd á goymslu fyri veturin, merkir tað ikki, at arbeiðið hjá OSR liggur stilt.
Í næstum fær OSR tilbúgvarútgerð, sum skal umborð á Brimil. Tað er útgerð, sum Brimil skal hava til at basa møguligari oljudálking undir landi, um eitt óhapp skuldi hent, sum førir slíka dálking við sær, sum Vaktar- og Bjargingartænastan hevur ábyrgdina av.
Spurningurin er, um útgerðin verður sett upp umborð á Brimli, so at hon altíð er tøk. Men er tað ikki pláss til at hava útgerðina standandi umborð á Brimli og at hon tískil fer at forða manningini í arbeiðnum annars, er ætlanin at rigga til, so at útgerðin kann standa á landi, men at hon kann fáast umborð og setast á dekkið í eini knappari vending.
Talan er m.a. um útgerð, sum sýgur olju upp av sjónum.
Annars fær OSR eisini í næstu framtíð eisini tveir treylarar við ymsari útgerð, sum verður sett upp á plássum í landinum, har tað er skjótt at koma eftir henni. Annar treylarin skal setast í Runavík og hin antin í Havn ella í Klaksvík. Frammanundan stendur ein treylari á Tvøroyri.
Hetta eru treylarir, sum eru pakkaðir við útgerð, og sum skjótt kunnu koyra á staðið, um oljudálking tekur seg upp framvið landi, ella inni á firðum.
Somuleiðis er ætlanin at halda skeið fyri fólki kring landið í at brúka útgerðina. Men annars er tað tað vanliga arbeiði at halda at røkja útgerðina, sum veturin skal brúkast til.