Amerikanska forsetavalið gjøgnum føroysk eygu

Lítil ivi hevði verið um hvør vann, høvdu Evropearar fingið hvør sína atkvøðu til amerikanska forsetavalið. Í Føroyum líkist undirtøku býtið grannalondunum, har Obama stendur nógv sterkastur

Amerika er uttan iva landið, í øllum heiminum, sum hevur størst ávirkan. Tískil hava forestavalið og leiðslan nógv at siga fyri einhvønn heimsbúgva. Men í hvussu stóran mun nemir hetta okkum føroyingar?

Nú valið av álvara byrjar at nærkast, eru ymiskir føroyingar spurdir um teirra hugsan. Hvønn tey ynskja at síggja sum næsta forseta í Amarika, og hví. Og somuleiðis hvussu hetta stóra valið ávirkar framtíðina hjá Føroyum og teimum.


Ingeborg Winter,

Forkvinna í Føroya Arbeiðsmannafelag

- Eg vóni at Obama vinnur – og hann vinnur stórt! Hann er demokratur og hevur heilt aðrar hugsjónir enn mótstøðukandidaturin. Hann er sosialt tilvitaður og vil veita betri kor til undirstættina. Og hevur ein heilt annan uttanríkispolitikk, vil steðga krígsleiðini.

Sjálv er hon spent um valið og fylgir væl við. Í tí vón at Amerika fer at leggja eina aðra kós og byggir eitt betri forhold við Evropa, eitt vinarband.


Carl Johan Jensen,

Rithøvundur


- Eg stuðli Obama, sum øll onnur – næstan.

Tað tykist sum teir høgrasinnaðu hava sitið nóg leingi. Tað er tørvur á broyting, serliga í uttanríkispolitikkinum.

Hvørki valið ella avgerðin hava nakra serliga ávirkan á meg, sigur hann, men legði afturat at sjálvandi hevur Amerika stóra ávirkan á allan heimin, ikki minst avhongur fíggjarkreppan nógv av Amerika.


Kristianna Winther Poulsen,

Forkvinna í Javnstøðunevndini


- Eg stuði Obama – tá tað ikki bleiv Hillary, sum hevði verið nógv best.

Orsøkin til tað er, at hon heldur at hann hevur sýnt ein ótrúligan intelligens, gott fólkatekki og stendur fyri nýhugsan.

- Hann hevur generella kompentansu. Eg liggi eisini sjálv nærri demokratisku hugsanini enn republikansku.

Fyri meg kemur tað ikki at hava nakra beinleiðis ávirkan á gerandisdagin. Men hvør stýrir Amerika hevur sjálvandi týdning fyri allan heimin, ikki minst týdning í Miðeystri.


Jógvan Zachariassen,

Pastor í samkomuni Lívdini


-Eg vóni at Obama vinnur, tí tað sær út til, at hann er tann, sum leggur upp til góðar og stórar broytingar. Hann útstrálar eisini eina sterkari leiðslu enn McCain ger.

Jógvan Zachariassen hevur sjálvur búð í Amerika í fimm ár. Hann greiðir frá, at tað sum hendir har, ávirkar allan heimin. Men kortini metti hann ikki hetta ávirka hansara egna gerandisdag í nakran nevniverdan mun.



Landstýrismaðurin í uttanríkismálum stuðlar McCain

Hóast meginparturin av Evropa og ikki minst Føroyum stuðlar demokratiska forsetavalevninum, Barack Obama, hellir Jørgen Niclasen hinvegin. Republikanski flokkurin liggur longri til høgru enn demokratiski og tí líkjast hann og Fólkaflokkurin á tí øki, hetta sigur hann í samrøðu við Punktum.fo fríggjadagin 31. oktobur.

- Eg kann ikki siga, hvørjum Fólkaflokkurin stuðlar, men vanliga hava vit stuðlað republikanarunum. Eg havi sjálvur verið bæði í New York og Washington á fundi við republikanarar og demokratar saman við donskum sosialistum. Veruleikin er tann, at allur amerikanskur politikkur er borgarligur, sigur hann.

Hann metir at um Obama kemur til valdið, fer Amerika at byrgja seg sjálvt meira inni, og hetta er ikki til gagns fyri føroyska samfelagið. Til dømis var USA nógv meira innibyrgt í tríati árunum, og hetta gjørdi fíggjarkreppuna verri enn hon kundi verið. Og nú ein nýggj fíggjarkreppa stendur fyri durum, er umráðandi at Amerika tekur røttu avgerðirnar næstu tíðina.

Uttanríkispolitikkurin hjá fyrrverandi stjórnini hevur eisini latið upp nýggjar dyr fyri bæði danir og føroyingar. Verður hildið áfram við sama uttanríkispolitiska leisti, kunnu føroyingar njóta gott av hesum samstarvi.

Høgni Hoydal metir tað tó vera átaluvert, at uttanríkismálaráðharri Føroya skal úttala seg móti hugsanini í Løgtinginum.

- Í fyrsta lagi er tað óbúgvið og lítið umhugsað av Jørgeni Niclassen sum uttanríkisráðharri at úttala seg partapolitiskt um amerikanska forsetavalið og amerikanskan politikk á henda hátt, skrivar Høgni Hoydal í viðmerking á síðu 17.

At siga at Irak kríggið hevur latið upp dyr, er at siga tað øvugta av tí, sum Føroyar altíð hava verið ímóti.

- Men sum uttanríkisráðharri skal Jørgen Niclassen umboða føroysku tjóðina úteftir, og sjálvandi fylgja meirilutanum á Føroya Løgtingi, endar Høgni Hoydal viðmerkingina.