Johan Dahl sigur, at hann sær fyri sær, at tað kemur eitt broytingaruppskot í tingið. Um ikki annað frá andstøðuni. – Og tá haldi eg, at tey samgongufólk, sum meta, at Føroyar skal vera eitt land fyri øll, skulu taka undir við tí, sigur hann

Rættindi til samkynd foreldur hótta framvegis samgonguna

Í hvussu so ein atkvøða hjá samgonguni manglar í, tá uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir kemur í tingið

Johan Dahl sigur, at hann sær fyri sær, at tað kemur eitt broytingaruppskot í tingið. Um ikki annað frá andstøðuni. – Og tá haldi eg, at tey samgongufólk, sum meta, at Føroyar skal vera eitt land fyri øll, skulu taka undir við tí, sigur hann

Hóast løgmaður hevur lovað javnrætt millum allar borgarar Føroyum, so hevur landsstýrið í hyggju at gera nýggja foreldramyndugleikalóg, sum ikki fevnir um samkynd foreldur.

 

Tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, sum hevur lagt fram lógaruppskot um foreldramyndugleika, har rættindi hjá samkyndum foreldrum ikki eru við.

 

Tað kemur valla óvart á nakran, at samgongan við Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum ikki vil geva samkyndum fólkum rættindi. Miðflokkurin og Fólkaflokkurin fóru til val uppá í 2019, at hjúnabandslógin skuldi rullast aftur soleiðis, at menn og menn og kvinnur og kvinnur ikki longur skuldu kunna kunna giftast í Føroyum.

 

Men tað vóru tveir sambandsmenn – og øll, ið tó sótu í samgonuni millum Javnðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn – sum í 2016 atkvøddu fyri at loyva samkyndum at gitfast. Tað vóru Edmund Joensen og Magni Laksafoss. Johan Dahl, sum ikki var løgtingsmaður í 2016, men sum hevur verið løgtingsmaður síðani seinasta løgtingsval í 2019, er samdur við floksfeløgum sínum, Edmundi Joensen og Magna Laksafoss. Og hann heldur, at tá vit nú hava loyvt samkyndum at giftast, so skulu tey sjálvandi eisini hava somu rættindi sum hinskynd foreldur.

 

Johan Dahl er als ikki samdur við samgonguni, og hann skilir slett ikki orðingina í samgonguskjalinum, sum sigur, at:

 

...»foreldramyndugleikalógin skal endurskoðast, soleiðis at børn fáa rætt til bæði mammu og pápa, og rættindi og skyldur verða staðfest. Familjan er hornasteinurin í samfelagnum og eigur tí at fáa hægstu raðfesting í lógarverkinum.«

 

– Tey í samgonguni kenna mína støðu. Hetta má sjálvandi gerast ordiliga. Man kann ikki blíva við at glíða av upp á handan mátan, sigur Johan Dahl.

 

– Tað er púra crazy, at man hevur skrivað tað inn í samgonguskjalið upp á handan mátan. At man ikki tekur hædd fyri øllum. Man kann ikki gera eina lóggávu upp á handan mátan. Tað ber slett ikki til. Eg taki sjálvandi undir við, at man ger eina nýggja foreldramyndugleikalóg, har man tekur øll við. At lógin er eins fyri øll. Og tað haldi, at eg havi gjørt greitt bæði yvir fyri flokki mínum og samgonguni. So tað er mín støða í hasum, ger Johan Dahl púra greitt.

 

Johan Dahl sigur, at hann fer at taka undir við einum slíkum lógaruppskoti, sum fevnir um øll fólk í okkara samfelag.

 

– So er tað líka mikið, um tey eru hinskynd ella samkynd. Tað er í mínari verð ein sjálvfylgja og púra nátúrligt. Men tað vil samgongan ikki, staðfestir Johan Dahl.

 

Hann sigur víðari, at hann sær fyri sær, at tað kemur eitt broytingaruppskot í tingið. Um ikki annað frá andstøðuni.

 

– Og tá haldi eg, at tey samgongufólk, sum meta, at Føroyar skal vera eitt land fyri øll, skulu taka undir við tí, sigur Johan Dahl.

 

Spurdur um tað ikki merkir, at eitt nú Jenis av Rana og Jógvan á Lakjuni – sum fóru til val upp á at rulla hjúnabandslógina aftur – tá hava verið við til at geva samkyndum rættindi, sigur Johan Dahl, at tað er hann greiður um.

 

– Men tað sum er óheppið við hesum er, at man fer inn í eitt samgonguskjal og definerar helt spesifikt, at tað bara eru nøkur, sum skulu hava foreldramyndugleika.

 

– Og so gloymir man hini. Tað ber ikki til. Samgongan eigur at lata hetta vera »eitt etiskt mál« og lata tey, sum vilja, atkvøða fyri og øvugt, og ikki seta samgonguna upp á spæl, heldur Johan Dahl.

 

– Men tey seta samgonguna upp á spæl, og tað haldi eg ikki vera í lagi.

 

– Eg fari ikki at broyta mína meining. Eg fór til val upp á felags foreldramyndugleika, tað segði eg eisini fleiri ferðir í mínum egna valstríði, og tað standi eg við, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, avgjørdur.

 

Johan Dahl sigur, at hann sær fyri sær, at tað kemur eitt broytingaruppskot í tingið. Um ikki annað frá andstøðuni. – Og tá haldi eg, at tey samgongufólk, sum meta, at Føroyar skal vera eitt land fyri øll, skulu taka undir við tí, sigur hann